Aksmynta
Appearance
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/0/05/Minze.jpg/260px-Minze.jpg)
Aksmynta (frøðiheiti Mentha spicata) er ein fleiráraplanta. Hon er vanliga um 27-90 cm. Leggurin upprættur, vanliga snøggur, men stundum hærdur. Bløðini snøgg, váknvaksin, grøn, hvasstent. Blómuskipanin er aks á greinarendunum; blómukransarnir meira ella minni sundirskildir. Blómurnar bláreyðar, men plantan blómar ikki væl í Føroyum. Við sterkum anga. Lok við vegjaðarar. Við vissu einans funnin í Sørvági.
Fólk hava havt plantuna við sær til Norðurlond í miðøld ella fyrr. Hevur verið nýtt til te og sum kryddurt.