Kannubjølluvísa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Kannubjølluvísa.

Kannubjølluvísa (frøðiheiti Equisetum arvense) er ein várplanta á vátlendi og fram við gøtum. Loftleggirnir, ið koma tíðliga á vári, eru ljósir á liti og spretta úr dimmbrúnum, fleirára jarðleggi, sum djúpt niðri í jørðini ber smáar, holdkendar knyklar, kannubjøllur. Á hesum várleggjum sita tey gróbæru bløðini saman í aksi á leggendanum. Grógoymslurnar eru innaní. Ikki fyrr enn seinni koma teir gróleysu leggirnir upp. Teir hava tættar, 4-strentar greinar og trongar liðaslíðrar, meðan teir fyrru hava víðar, skopandi liðaslíðrar.

Í 1700-talinum skrivaði sveisiski plantufrøðingurin von Haller at rómverjarnir brúktu myribjølluvísu (Equisetum fluviatile) til matna. Kannubjøllur og várleggir av kannubjølluvísu (E. arvense) hevur verið brúktir til matna fleiristaðni. I Føroyum eru prógv um at tey undir 1800-talinum ótu vøksturin tá tey um vári arbeiddu í bønum. Í Norður-Amerika og Eysturásia brúktu tey eisini Equisetum arvense (Kannubjølluvísa) til matna. Kannubjøllan, sum er eitt kýli á jarðlegginum, var tað, sum varð etið. Jarðleggirnir vaksa bæði djúpt og víða í moldini. Kýlini eru stór sum kirsuber, hvít innan við myrkari hinnu uttaná, og tey eru søt.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]