Smyrilsurt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Smyrilsurt veksur, har tað er grýtut og turt.

Smyrilsurt (frøðiheiti Hieracium) er 20 til 60 cm høg. Hon blómar seint - frá juli til september. Tær vaksa mest í klettum og homrum og á slættlendi, har sum grýtut og turrligt er. Smyrilsurt er fleiráraurt við jarðleggi, stundum við stovnbløðum, stundum ikki. Bløðini eru heil, lítið tent. Leggirnir stundum at kalla blaðleystir, ofta við 1-4 leggbløðum, og stundum blaðmargir. Ofta eru leggirnir greindir og enda í kurv, einari ella fleiri. Kurvareivbløðini eru samansett av fleiri røðum av reivbløðum, sum eru klødd við meira ella minni tættum hárum. Kurvarnar eru gular, stundum reydligar, sjáldan reyðar. Tær eru margblømdar. Frukthárini gullig ella reydlig og sita á fruktini, ið er kelvirund nøt.



Hon líkist nógv tyrilshatti. Hon hevur mjólkarsevju, men er hægri á vøkstri, og bløðini eru ikki so nógv skorin. Blóman er gul á liti, kurvavaksin. Leggurin ber sjáldan bløð, men greinar seg ofta í tveir ella fleiri. Bløðini sita í stovni niðast við leggin. Smyrilsurt er vanlig blóma, har sum tað er grýtut og á turrlendi.


Í Føroyum eru navnagreind eini 23 sløg, øll serstøk fyri okkara oyggjar.

  • Knæmikil smyrilsurt (H. gnophodes)

  • Kalsoyarsmyrilsurt (H. kalsoense)
  • Lágskotsk smyrilsurt (H. leniscotum)
  • 
Hvítdrigin smyrilsurt (H. leucograptum)
  • 
Stórlig smyrilsurt (H. perampliforme)
  • 
Stór smyrilsurt (H. peramplum)
  • 
Heilrandað smyrilsurt (H. perintegrum)

  • Undirreyð smyrilsurt (H. subrubicundum)

  • Forn smyrilsurt (H. veterascens)
  • 
Ørvaroddað smyrilsurt (H. ardisodon)

  • Randhærd smyrilsurt (H. ciliolatum)

  • Snørd smyrilsurt (H. constrictiforme)

  • Hjartavaksin smyrilsurt (H. cordifrons)
  • 
Omansnøgg smyrilsurt (H. epileucum)
  • 
Tjúkkblaðað smyrilsurt (H. sarcophylloides)
  • Hartsarsmyrilsurt (H. hartzianum)

  • Ostenfeldssmyrilsurt (H. ostenfeldii)
  • 
Línkend smyrilsurt (H. epileucoides)

  • Símunarsmyrilsurt (H. simmonsianum)

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]