Føroya Landsbókasavn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Landsbókasavnið)
Far til: navigatión, leita
Landsbókasavnið á frímerki frá 1978

Føroya Landsbókasavn varð stovnað í 1828 sum sjálvsognarstovnur. Við heimastýrislógini (1948) var bókasavnsmálið yvirtikið sum føroyskt sermál, og Føroya Landsbókasavn kom undir landsstýrið og virkar í dag eftir løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001, sett í gildi 1. januar 2002. Í 2011 var stovnurin Søvn Landsins settur á stovn. Landsbókasavnið gjørdist ein av stovnunum undir Søvnum Landsins.[1]

Umframt deildarleiðari, starvast 17 fólk á Landsbókasavninum.

Høvuðsendamál[rætta | rætta wikitekst]

  • at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar
  • at taka ímóti skylduavhendingini av útgivnum føroyskum verkum
  • at skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um hetta og annað tilfar
  • at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni
  • at hava handritadeild
  • at vera føroysk skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum, tónleiki og tíðarritum
  • at umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni
  • at veita vísindabókasavnstænastu

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Gransking.fo, Søvn Landsins

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]