Støðugtblómandi summardái

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Støðugtblómandi summardái

Støðugtblómandi summardái (frøðiheiti Bellis perennis) er helst tann plantan, ið vit kenna best í Føroyum. Hon er so lívsseig, at hon veksur alt árið. Enntá um veturin, tá ið kavin toyar, setur hon høvdið uppundan. Støðugtblómandi summardái er lítil á vøkstri, einar 5-15 cm til støddar. Leggirnir bera eingi bløð. Bløðini vaksa tætt saman niðri við rótina. Vit siga, at bløðini eru stovnstødd. Hon hoyrir upp í kurvablómuættina, tí blómuskipanin verður nevnd kurv, tí tær einstøku blómurnar hava ongan legg, men sita tættar saman á einum felags leggi. Blómuskipanin ella kurvin er í tveimum. Í miðjuni eru blómurnar tættvaksnar, sum ein lítil gul púta. Runanum standa tær hvítu randblómurnar, sum ein pípukragi.

Blómar árið runt, tó helst um summarið bæði í haga og bø. Leggirnir blaðleysir, hærdir, kelvirundir og bera eina kurv á endanum. Bløðini stovnstødd, stelkað og óregluliga tent, spakavaksin og hærd. Í kurvini eru allar blómurnar leggleysar, tætt samanstúgvaðar. Diskblómurnar eru gular við fimm-tentum tungukrúnur, kvennblómur ella geldblómur. Uttan um kurvina er felags kurvareivið. Kurvin vanliga 1,5-3 cm í tvørmáti. Randkrúnurnar hvítar, stundum við reyðum liti í. Blómar alt árið, men mest í apríl-oktober. Veksur í haga og bø, serliga á láglendi, ikki funnin oman fyri 600 m. Fruktin hevur ikki hárkrans ella flogamboð. Fruktin er ikki hærd.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]