Føroyskur klokkulyngur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Føroyskur klokkulyngur

Føroyskur klokkulyngur (frøðiheiti Erica cinerea) hevur heldur fínar runnar, stívhærdar. Tær ungu greinarnar eru snøggar. Bløðini smøl, sita í 4-tals kransum, kertilhærd, grøn vetur og summar. Blómurnar í klasum, heldur fáblømd, og ikki berir í erva. Bikarið grønt og nógv styttri enn krúnan, sum er klokkuvaksin, korkareyð og atholvd í erva. Føroyskur klokkulyngur verður upp í 10-40 cm.

Nógv grindur runnur. Bløðini 3 og 3 í somu hædd á legginum, 4-5 mm long, dimmgrøn; blaðrendurnar afturábrettar. Bikarbløðini nógv styttri enn tann dimmreyða, klokkuvaksna krúnan; 3 smá hábløð liggja upp at bikarinum. Bl. í august. Veksur á heldur turrum heiðalendi, næstan bara niðarlaga, niðan fyri 300 m.

Ein av eyðkennisplantunum fyri lyngheiðar er klokkulyngur. Hann veksur einans á teimum turrastu lyngheiðunum í Føroyum, og ongantíð oman fyri 200 m. hædd.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]