Íslendskt loppugras

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Íslendskt loppugras

Íslendskt loppugras (frøðiheiti Gentianella campestris) er tveyáraplanta og veksur í turrlendi. Blómar í juli til august. Veksur á ryggjum bæði í bø og haga. Øll plantan er blágrá á liti. Leggurin er steyrrættur við upprættum greinum, 4-strentum. Blómurnar frá blaðgripunum ella á leggendunum. Krúnan blá, 4-flipput við trevsutari hjákrúnu. Bikarbløðini eru 4 í tali, harav 2 stór og breiðvaksin, 2 smá og mjá.

Íslendskt loppugras verður 5-20 cm. Leggurin greindur ella ógreindur; greinarnar upprættar. Bløðini 1,5-3 cm long, snøgg; mjátt eggvaksin leggbløð, stovnbløðini ofta meira spakavaksin. Blómurnar einstakar ella í skúvi. Krúnan við trevsum uttast í krúnupípuni, reyðblá, sjáldan hvít. Veksur á turrlendi, oftast niðan fyri 300 m.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]