Tríblaðað bukkablað

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tríblaðað bukkablað
Tríblaðað bukkablað

Tríblaðað bukkablað (frøðiheiti Menyanthes trifoliata) er fleiráraplanta ið veksur í mýrilendi. Plantan verður 15 til 30 cm høg og blómar frá mai til juni.

Plantan er einasta slag av bukkablaðslektini (Menyanthes), sum er slekt í bukkablaðsætt (Menyanthaceae).

Bukkabløð vórðu tugd eins og tubbak ímóti krími og hosta.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]