Bukkablaðsætt
Appearance
Bukkablaðsættin er plantuætt við uml. 60 til 70 sløgum ið eru uppbýtt í seks slektir. Ættin er partur av hópinum Asterales, ein plantuhópur av hulfræingum ið eru tvínælingar.
Sløgini av hesari ætt vaksa í vatni ella vátligum lendi.
Tað finnast tvey sløg av bukkablaðsættini í Evropa, tríblaðað bukkablað og flotblaðaplantuna við frøðiheitinum Nymphoides peltata.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]- Tríblaðað bukkablað (Menyanthes trifoliata)
- Menyanthes trifoliata.
- Flotblaðaplantan Nymphoides peltata.
- Nymphoides peltata.