Ullhært legugras
Ullhært legugras (frøðiheiti Holcus lanatus) er 20-60 cm høg. Sera vanligt í nýlendi og opinektrum; verður nevnt frægras. Stráini saman í túgvum. Øll plantan mjúkhærd, grálig. Tyssið samanliggjandi, áður enn blómingin kemur, men útsperrað seinni. Tað er vanligast reydligt á liti, ljósari og dimmari, stundum næstan hvítt. Niðara aksøgnin er kubbut, men ber ein evurslítlan brodd. Kallblómuøgnin ber eisini ein lítlan brodd. Øll plantan er klødd við mjúkum hárum.
Blómuskipanin eitur eitt tyssi, tí at blómuleggirnir greina seg í smærri greinar, sum bera hvør sína blómu. Tyssið liggur saman, men tá ið plantan blómar, breiðir tyssið seg út. Tyssið er reydligt á liti. Tyssið 3-20 cm, dimmreytt, stundum nakað grønligt ella ljóst, 2 ella 3 blómur í smáaksinum. Niðara blóman tvíkynjað við ongum broddi, tann ovara einkynjað kallblóma við broddi, sum ikki røkkur út úr smáaksinum. Blómar í juni-august. Veksur á nýlendi serliga, sera vanlig innangarðs, men veksur eisini uttangarðs, har ið taðað er.