Tvíbýlisnota

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Notur vaksa vilt nógvastaðni í Føroyum.

Tvíbýlisnota (frøðiheiti Urtica dioica) veksur vilt í Føroyum, men tað er ikki nógv til av henni. Ikki heilt vanlig, har hon er; ofta í gomlum bygdum. Leggurin er 4-strentur við hvøssum røðum. Bløðini andstødd við akslabløðum. Tey eru egg- ella hjartavaksin, sagtent og dimmugrøn á liti. Tey hava eyðkend hár, sum valda sviða í holdið á fólki, sum nema við tey. Blómuskipanirnar eru langar, 2-3 í hvørjum blaðgripi. Kall- og kvennblómur hvørjar á sínum einstaklingi (tvíbýlisplantur). Bl. í juli til august. Veksur í tøðuríkari mold nærindis húsum og í fjølbjørgum.

Er ikki nevnd nakrastaðni sum átuplanta, men varð sumstaðni nýtt sum súpanarurt, helst ovastu partarnir av plantuni. Tá ið hon verður kókað, verður meyrisýran, sum annars brennir, tá ið hon nemur við hold, óvirkin. Tað er ikki vanligt at dyrka notur, tí noturnar kunnu skjótt taka yvir allan garðin. Kann nýtast til salat; kann eisini gerast til á sama hátt sum spinat ella nýtast til súpanarbót. Summi henta notur um summari, turka og mjølva í eini hvirlu, og brúka turkaðu og mjølvaðu notuna sum kostískoyti í vetrarmánaðunum. Og í handlunum uttanlanda kanst tú eisini keypa tær notur (og sjáldsom plantusløg) hentað úr náttúruni og helst á serstøkum lendum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]