Hin føroyski fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin | |
---|---|
Formaður | Beinir Johannesen |
Stovnaður | 1939 |
Høvuðsskrivstova | Tórshavn, Føroyar |
Ungdómsvongur | HUXA |
Ideologi | Konservatisma |
Lokalt tilknýti | Det Konservative Folkeparti |
Litir | Grønt |
Løgting |
6 / 33 |
Fólkatingið (Føroyskir sessir) |
0 / 2 |
Heimasíða | |
http://folkaflokkurin.fo/ |
Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) varð stovnaður í 1939. Fólkaflokkurin er ein konservativur flokkur á Løgtingi. HUXA er nevndin hjá fólkafloksungdómi. Fólkaflokkurin er ein borgarligur og afturhaldssinnaður flokkur. Flokkurin vil hækka skattalágmarkið, og betri lánmøguleikar til at fíggja íløgur til umleggingar og útbyggingar av vinnulívi landsins.
Fólkaflokkurin gjørdist limur í felagsskapinum "Alliance of European Conservatives and Reformists" (AECR) í november 2013 [1].
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Uppruni
[rætta | rætta wikitekst]Búskaparliga heimskreppan í 1930-árunum elvdi framburðsmonnum til at stovna Vinnuflokkin, sum á løgtingsvalinum í 1936 fekk tvey umboð á tingi. Teir gomlu, Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin, høvdu frá 1906 mest stríðst fyri føroyskum máli og mentan, og Javnaðarflokkurin frá 1928 fyri javnari býti av framleiðsluvirðunum. Men undir heimskreppuni var lítil og eingin framleiðsla at býta. Tá Sjálvstýrisflokkurin fór í tvíningar í 1938, kastaðu vinnufloksfólk og tey sjálvstýrisfólk, sum fylgdu Jóannesi Patursson, bónda, saman og stovnaðu Fólkaflokkin í 1939. Við valið í 1940 fekk Fólkaflokkurin seks tingmenn við teirri stevnu at gera Føroyar búskaparliga sjálvbjargnar og politiskt sjálvstøðugar. Kríggið gav løgtinginum ábyrgd av lóggávu og fyrisiting, og hákonjunkturur gav fólki hug til at standa á egnum beinum búskaparliga. Fólkaflokkurin vísti á týdningin av tíðarhóskandi undirstøðukervi og vinnulívi, so Føroyar ikki framhaldandi skuldu liva sum eitt olmussuhús av donskum veitingum, men skuldu tryggja landsins inntøkur av tí, sum fríur fiskiskapur á Atlantshavinum og aðrir vinnuvegir kundu geva einari fiskivinnutjóð við nýggjum fiskiflota, fíggjaður privat og alment.
1940-árini
[rætta | rætta wikitekst]Stevna Fólkafloksins fekk breiða undirtøku, 12 tingmenn av 25 við valið í 1943 og 11 av 23 tingmonnum í 1945. Báðu ferðir bert ein undir meiriluta (og Sjálvstýrisflokkurin uttan tingumboð). Eftir krígslok virkaði Fólkaflokkurin fyri fólkaatkvøðu við fýra valmøguleikum um framtíðarstøðu Føroya og ætlaði at fáa meiriluta fyri víðum sjálvstýri uttan fyri, men við ávísum tilknýti til og samstarvi við danska ríkið (líkt Íslandi í 1918). Tað miseydnaðist. Stjórnin saman við Sambands- og Javnaðarflokkinum setti alt upp eftir kanti: Antin tætt samband ella loysing. Meiriluti fyri loysing við fólkaatkvøðuna í 1946 kom øllum dátt við. Fólkaflokkurin tók úrslitið til eftirtektar og fór undir at fyrireika fullveldi. Men kongur sendi eftir boðum frá stjórnini løgtingið heim, tí úrslitið av fólkaaktvøðuni skuldi vera ógreitt, valluttøkan lág (2/3 av veljarunum), og loysingin tískil bert stuðlað av 1/3 av Føroya fólki. Løgtingsvalið í november 1946 var hart bakkast fyri sjálvstýrisfólk: Fólkaflokkurin bert 8 tingmenn av 20, og Sjálvstýrisflokkurin aftur umboðan á tingi við 2 monnum í parti við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum. Hesir tríggir evnaðu saman við donsku stjórnini Heimastýrislógina í 1948 og skipaðu fyrsta landstýri 1948-1950. Hvat eftirmæli Heimastýrisskipanin fær, so gav hon løgtinginum meiri lóggávuvald og nýstovnaða landstýrinum fríari fyrisitingarligar ræsur enn amtstøðan fyri kríggið. Tey framstig vóru neyvan hend uttan tjóðskaparligu rembingarnar undir krígnum.
1950-árini
[rætta | rætta wikitekst]Men hákonjunkturin eftir kríggið endaði í 1949, tá fallandi fiskaprísir og pundskursur saman við hækkandi kolaprísum gjørdu raksturin á teim nýkeyptu men útslitnu trolarunum tungan. Støðan versnaði í 1950, so Fólkaflokkurin valdi nevndir á Ólavsøku og skipaði samgongu við Sambandsflokkinum eftir valið tað heystið. Á valinum fekk Fólkaflokkurin 8 tingmenn og tann nýstovnaði, vinstravendi loysingarhugaði Tjóðveldisflokkurin tveir. Bankakreppan í 1951 lamdi stóran part av vinnulívi og sendi hundraðtals fiskimenn til sjós við fremmandum skipum. Men longu seinast í tí valskeiðinum vóru lunnar lagdir undir stóra lógarverkið at endurnýggja fiskiflotan. Hetta arbeiði helt fram, eftir at Fólkafloks- Sambandslandstýrið var víðkað við Sjálvstýrisflokkinum eftir valið í 1954. Nýggir trolarar og stállínuskip í stórum tali vóru í gerð og komu, og inntøkurnar vóru farnar at vaksa, tá løgtingsvalið í 1958 broytti meirilutan á løgtingi. Fólkaflokkurin fekk bert fimm tingmenn valdar. Sambandsflokkurin styrknaði, og skipaði samgongu við Sjálvstýris- og Javnaðarflokkinum, sum gjørdist størsti flokkur við 8 tingmonnum, m.a. tí hann lovaði at fíggja eina føroyska fólkapensjón við hjálp frá donsku stjórnini sum tøkk fyri NATO-støðirnar í Føroyum. Tjóðveldisflokkurin vaks upp í 7 tingmenn, men lá ov langt frá Javnaðarflokkinum tjóðskaparliga til samstarv.
1960 til 1980
[rætta | rætta wikitekst]Eftir fýra ár í andstøðu eydnaðist Fólkaflokkinum við Hákuni Djurhuus, sum løgmanni, at skipa fyrra sjálvstýrislandstýrið við Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Tann vøkstur í búskapinum, sum var byrjaður við nýggjum fiskiflota, helt fram í tí valskeiðnum. Fiskimarkið fór út á 12 fjórðingar, og fyrstu átøk gjørd til at fáa Føroyum nýtt veganet og havnaløg, sum vit kenna í dag. Valið í 1966 gjørdi, at landstýrið misti meirilutan á tingi. Sjálvstýrisflokkurin yvir til Javnaðar- og Sambandsflokkin, sum skipaðu landstýri við Atli Pætursson Dam og Kristiani Djurhuus sum løgmonnum til 1970 og síðan undir leiðslu av Atla Dam til 1974. Eftir valið í 1974 var systemskifti, og Fólkaflokkurin fór í samgongu við Javnaðarflokkinum (Atli Dam løgmaður) og Tjóðveldisflokkinum. Stóra takið var at laga føroyska fiskiflotan og fiskivinnuna á landi til stórbroytingar og avbjóðingar av, at øll fiskimørk fóru út á 200 fjórðingar. Fleiri málsøki vóru yvirtikin frá danskari til føroyska fyrisiting, eitt nú postverk, almanna-, heilsu- og skúlaverk. Samgongan helt fram eftir valið í 1978, til nýval varð í 1980. Eftir tað varð borgarlig samgonga skipað millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, við Paula Ellefsen sum løgmanni, og Jógvani Sundstein, formanni Fólkafloksins, sum løgtingsformanni.
1990-árini
[rætta | rætta wikitekst]Eftir løgtingsvalið í 1994 varð Fólkaflokkurin hildin uttan fyri samgonguna undir leiðslu Sambandsfloksins, Edmund Joensen løgmaður, við Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Verkamannafylkingini. Í desember 1994 reisti Bjarni Djurholm, vegna fólkaflokkin, uppskot á tingi um kanning av partabrævabýtinum millum Sjóvinnubankan og Føroya Banka. Uppskotið varð einmælt samtykt. Samtyktin hevði við sær, at bankakanningin varð sett í verk á sumri 1995. Úrslitið av kanningini varð støðið undir avtaluni hin 10. juni 1998, um skuld landskassans við stjórnina. Men tá Javnaðarflokkurin fór burturúr á sumri í 1996, vóru boð eftir Fólkaflokkinum, sum tók fiskivinnu- og fíggjarmál. Saneringar av bankakervi og vinnulívi, lág renta, góður fiskiskapur og fiskaprísir, og tann frílynti skattapolitikkurin settu ferð aftur á búskapin. Eftir løgtingsvalið í 1998 tók Fólkaflokkurin við leiðsluni av sjálvstýrislandstýrinum, Anfinn Kallsberg løgmaður, við Tjóðveldis- og Sjálvstýrisflokkinum. Avtala fekst við danir um bankaskuld, undirgrundarmark fekst við bretar, fígging av kommunuskuld og nýggjur handilssáttmáli við ES. Tað eydnaðist ikki fullveldissamgonguni at fáa endaliga avtalu við donsku stjórnina um Føroyar sum fullveldis ríki. Nyrup-stjórnin helt uppá, at so varð blokkurin laðaður niður eftir 4 og ikki 12 árum, sum landstýrið bað um. Tískil varð eingin sáttmali, sum bæði tingini høvdu samtykt, at leggja út til fólkaatkvøðu. Samgonguni eydnaðist tó at skerja blokkin 35 % 366 mió kr, sum svaraði til kostnaðin av skúlamálum og part av almannamálum. BTÚ øktist úr 6,5 upp í 10 mia. kr, so bæði inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna vuksu.[2]
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Skattur
[rætta | rætta wikitekst]- Virka fyri flatskatt skipan við hækkandi botnfrádrátti, og eingin inntøka skal skattast við meira enn 40 %.
- Seta skattasteðg og avgjaldssteðg á vinnulív.
- Samráðast við grannalondini um nýggjan dupultskattasáttmála, har skatturin frá okkara fólki kemur í okkara kassa.
- Rudda upp í tí partinum av skattingini av útisiglarum og øðrum, sum arbeiða uttanlands.
- Lesandi skulu kunna arbeiða uttan at missa lestrarstuðul.
Vinnan
[rætta | rætta wikitekst]- Tryggja vinnuni góðar umstøður, so hon verður kappingarfør og lønandi og á tann hátt kemur flest møguligum til góðar.
- Allir borgarar skulu hava somu rættindi undir lógini at taka lut í vinnuligum virksemi.
- Tryggja fría kapping, sum skal menna vinnuna og gera landið bíligari og betri at liva í.
- Tryggja føroyskum fyritøkum betri atgongd til almenn arbeiði.
- Avtaka allar almennar einkarættir.
- Bjóða almennar tænastuveitingar út til vinnumarknaðin at reka.
- Einskilja almennar vinnufyritøkur.
- Betra atgongd til váðafúsan kapital hjá íverksetarum, til dømis gjøgnum grunnar hjá landinum.
- Alivinnan framhaldandi skal skipa seg sjálv, so bestu búskaparúrslit kunnu spyrjast burturúr.
- Umstøðurnar hjá landbúnaðarvinnuni skal javnsetast við umstøðurnar hjá øðrum vinnum.
Heilsumál
[rætta | rætta wikitekst]- Virka fyri at stytta bíðilistarnar.
- Broyta sjúkraváttanirnar soleiðis, at tær eisini lýsa, hvat sjúklingurin hevur førleika til at gera, heldur enn bara at lýsa, hvat hann ikki kann.
- Menna eina tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð við tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, allar aðrar partar av heilsuverkinum og serviðgerðina uttanlands.
- Leggja dent á sjúklingatrygdina og sjúklinganøgdsemi við skipaðum kanningar- og eftirmetingarhættum.
- Psykiatriska viðgerðin í Føroyum skal stimbrast og mennast gjøgnum samanhangandi sjúklingaviðgerð í tøttum samstarvi millum almannaverkið og heilsuverkið.
- Menna heilsugransking í Føroyum, til gagns fyri sjúklingar og til menning av eitt nú ílegugransking sum vinnugrein.
- Gera samstarvsavtalur um sjúkraviðgerðir og starvsfólkamenning við sjúkrahús í øðrum londum.
- Virka fyri, at krabbameinsætlanin stigvíst verður sett í verk.
- At almennir stovnar eisini skulu seta starvsfólk við skerdum førleika.
Útbúgving
[rætta | rætta wikitekst]- Betra umstøðurnar hjá privatskúlum og eftirskúla.
- Útbúgvingin í fólkaskúlanum skal byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan.
- Kunnleikastøðið hjá næmingum og frálæran hjá lærarum framhaldandi verður eftirmett við landsroyndum og støðuroyndum.
- Miðnáms- og framhaldsútbúgvingar verða lagaðar til tann føroyska vinnu- og tænastutørvin.
- Miðnámsútbúgvingarnar skulu verða meira fjølbroyttar, og at næmingar eftir evnum og áhuga skulu kunna seta sína egnu miðnámsútbúgving saman.
- Menna fjarlestur, har Fróðskaparsetrið ella privat universitet gera avtalur við lærdar háskúlar uttanlands um hægri útbúgvingar.
- Í komandi lestrarumhvørvum skulu vera búeindir, har lesandi kunnu búgva fyri sámiligan prís.
- Útleiging skal vera skattafrí, so tað gerst bíligari hjá ungum at leiga.
- Bústaðarmøguleikar og barnaansing í Føroyum skulu vera eins góð og í okkara grannalondum.
- Einskilja almennar fyritøkur og útlisitiera alment virksemi, sum førir við sær dynamikk og broytingar.
- Taka fulla ábyrgd av øllum málsøkjum – politiskt, fíggjarliga og umsitingarliga.
- Virka fyri eini breiðari politiskari semju um, at Føroyar verða fíggjarliga sjálvbjargnar.
- Gera arbeiðið liðugt við nýggjari stjórnarskipan.
- Vit skulu reka okkara egna uttanríkispolitikk við fullari ábyrgd.
- Landsstýrið skal fara undir samráðingar við ES um tættari samstarv á økjum, har tað verður mett at tæna landsins áhugamálum best, til dømis tollsamgongu.
- Styrkja sambandið við NATO. Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í NATO.
- At Føroyar skulu fáa fasta eygleiðarastøðu í ST, sum skal vera ein byrjan til fullan limaskap.
- At Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í WTO.
Formenn
[rætta | rætta wikitekst]- 1940–1946 Jóannes Patursson
- 1946–1951 Thorstein Petersen
- 1951–1980 Hákun Djurhuus
- 1980–1993 Jógvan Sundstein
- 1993–2007 Anfinn Kallsberg
- 2007–2022 Jørgen Niclasen
- Mars 2022–November 2022 Christian Andreasen
- November 2022 Beinir Johannesen
Fólkafloksløgmenn
[rætta | rætta wikitekst]Umboð á Løgtingi 2019 til 2023
[rætta | rætta wikitekst]Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Fólkaflokkurin 8 tingfólk vald.[4]
- Beinir Johannesen
- Jacob Vestergaard
- Jørgen Niclasen
- Jógvan á Lakjuni
- Christian Andreasen
- Jákup Mikkelsen
- Uni Rasmussen
- Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Umboð á Løgtingi 2015 til 2019
[rætta | rætta wikitekst]- Jacob Vestergaard
- Annika Olsen
- Jørgen Niclasen
- Jákup Mikkelsen
- Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
- Jógvan á Lakjuni
Umboð á Løgtingi 2011 til 2015
[rætta | rætta wikitekst]Fólkaflokkurin fekk 8 umboð vald á Føroya Løgting í 2011, men í sep. 2013 gjørdist Janus Rein limur í Fólkaflokkinum, hann varð valdur inn á ting fyri Framsókn, men fór úr Framsókn á heysti 2012. Tingmanning Fólkafloksins øktist tí til 9.
Navn | Heimstaður | Viðmerking |
---|---|---|
Annika Olsen | Tórshavn | Landsstýriskvinna í almannamálum, Rodmundur Nielsen tók sæti á tingi |
Jacob Vestergaard | Akrar | Landssstýrismaður í fiskivinnumálum síðan 16. feb. 2012 |
Jákup Mikkelsen | Klaksvík | Landssstýrismaður í fiskivinnumálum frá 14. nov. 2011 til 15. feb. 2012, Joen Magnus Rasmussen tók sæti á tingi |
Jørgen Niclasen | Sørvágur | Landsstýrismaður í fíggjarmálum, Brandur Sandoy tók sæti á tingi |
Jógvan á Lakjuni | Fuglafjørður | Tingformaður |
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur | Tórshavn | |
Bjarni Djurholm | Hoyvík | |
Hanus Samró | Hoyvík | |
Janus Rein | Tórshavn | Var valdur í Løgtingi fyri Framsókn, fór úr flokkinum, leysgangari eina tíð og gjørdist síðan limur í Fólkaflokkinum. |
Umboð á Løgtingi 2008 til 2011
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.aecr.eu/
- ↑ folkaflokkurin.fo, Søga, Uppruni og søga Fólkafloksins
- ↑ http://folkaflokkurin.fo/xa.asp?fnk=grn&bnr=2&unr=6&gnr=2942
- ↑ Hesi manna nýggja løgtingið, kvf.fo
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]A - Fólkaflokkurin ·
B - Sambandsflokkurin ·
C - Javnaðarflokkur ·
D - Sjálvstýri ·
E - Tjóðveldi
F - Framsókn ·
H - Miðflokkurin ·
K - Framtakið ·
L - Føroyaflokkurin ·