Hanus Samró

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Hanus Samró
Hanus Samró 2015.JPG
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1. mai 1988 í/á Tórshavn
Starv journalistur
Dátuheiti
Commons Hanus Samró

Hanus Samró (føddur 1. mai 1988 í Tórshavn) er ein føroyskur politikari (Fólkaflokkurin), rithøvundur, stjóri í smápartafelagnum Ó og lesandi.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Hann hevur International Baccalaureate Diploma frá International School of the Hague í Niðurlondum frá 2007. I 2008 fór hann í holt við at lesa altjóða handil og búskap við Erasmus Universiteit Rotterdam, men fullførdi ikki. Síðan 2010 hevur hann lisið stjórnmálafrøði við Fróðskaparsetur Føroya.[1] Hann var í starvi hjá Rainbow Seafood í Gloucester uttanfyri Boston í 2007, lærari í Tórshavn 2008–2009 og frilansjournalistur fyri føroyska ungdómstíðarritið og heimasíðuna MESS i 2009.[2]

Í 2010 gjørdist hann limur í ungmannafelagnum hjá Fólkflokkinum, HUXA, har hann tók við sum formaður sama ár.[3] Í 2011 varð hann valdur inn á Føroya Løgting 23-ára gamal, og hann er harvið tann triðyngsti fast innvaldi løgtingslimur nakrantíð. Eftir at hann varð valdur inn á ting, fór hann frá sum formaður í HUXA sama árið. Samró er limur í Løgtingsins vinnunevnd og Løgtingsins trivnaðarnevnd.

Í 2011 gav hann út sína fyrstu bók, tá hann gav út skaldsøguna Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður.[4] Tvey ár seinni gav hann út eina skaldsøgu afturat, sum hevur heitið Hans Jensen, og í 2014 kom triðja skaldsøga hansara, Ein dagføring, ið er ein ungdómsskaldsøga, ið varpar ljós á alsamt størri nýtslu á Facebook.[5]

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • 2011 - Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður
  • 2013 - Hans Jensen, skaldsøga, politisk spenningssøga[6]
  • 2014 - Ein dagføring, ungdómsskaldsøga

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Hann er sonur Óla Samró, stjóra í FAREC International í Haag,[7] og Thurid Samró, tannrøktari í Dental Art Clinic í Dubai.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. in.fo, Yngsti tingmaður er rithøvundur
  2. Huxa.fo
  3. Kringvarp.fo
  4. Hnj.fo
  5. Facebook-síða um skaldsøguna Ein dagføring.
  6. planet.fo
  7. Farec.fo