Heimshandilsfelagsskapurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá WTO)
Kort yvir limalondinum í WTO. WTO virkar sum ein altjóða pallur, ið skal tryggja størri fríhandil í heiminum. Fyri at røkka hesum máli verða toll - og aðrar handilsforðingar beindar burtur millum lond.

WTO er stytting fyri World Trade Organization, sum leysliga verður umsett til Heimshandilsfelagsskapurin. WTO er ein millumtjóða felagsskapur, sum hevur til endamáls at frælsisgera heimshandilin. Føroyar hava verið fevndar av danska limaskapinum í WTO síðan 1995. Tað merkir, at altjóða ásetingar, sum eru gjørdar í WTO, eisini fevna um Føroyar. Stovningarsáttmálin hjá WTO loyvir fullveldisríkjum og sjálvstøðugum tollumveldum at gerast limir. Føroyar eru eitt tílíkt umveldi.
 Altjóða felagsskapurin fyri heimshandil hevur vunnið alt størri týdning fyri at skipa handils- og vinnureglur um allan heim. Felagsskapurin er so at siga ein støðug víðkan av tí gamla felagsskapinum fyri toll- og avgjaldsreglur GATT, og er bygdur á eina røð av skjølum og skipanum. Hesi hava á pappírinum til endamáls at taka burtur handilsforðingar og skipa somu reglur fyri fríhandli millum heimsins lond – og ein kæruskipan er somuleiðis skipað, har lond kunnu kæra onnur fyri brot á sáttmálar og reglur. Í 2013 hava limalondini samtykt, at Laos og Tadsjikistan skulu hava limaskap, og tey hava so eftir samráðingar bundið seg til at seta eina røð av sáttmálum og reglum í verk innan ávísa tíð. 26 onnur lond eru í samráðingum um limaskap í løtuni. Í løtuni eru 159 lond limir, og nógv eru á veg at gerast limir. Fleiri enn 30 lond eru eygleiðarar og vilja gerast limir [1].

Eitt kjarnuhugtak í WTO er reglugerðin um anti-dumping. Í stuttum merkir dumping, at ein vøruframleiðari selir sína vøru fyri ein lægri søluprís, enn vøran kostar at framleiða. Reglugerðin um antidumping verður nýtt at verja ímóti misjavnari kapping. Metir ein vøruframleiðari úr einum limalandi í WTO, at ein kappingarneyti útflytir sína vøru fyri dumpingprís, hevur vøruframleiðarin møguleika at seta fram ynski um, at anti-dumping tiltøk verða sett í verk mótvegis ákærda framleiðaranum. WTO hevur greiðar mannagongdir, ið skulu fylgjast, áðrenn ein ákæra um dumping verður tikin til viðgerðar. Tað er av alstórum týdningi, at ákærurnar um dumping eru bygdar á ítøkilig fakta, og ikki leys uppáhald.
 Felagsskapurin telur í 2014 159 limir, ið umboða um 97 % av øllum millumtjóða handli í heiminum. Føroyar hava síðan 1. januar 1995 verið fevndar av danska limaskapinum í WTO. Tað merkir, at altjóða ásetingar, sum eru gjørdar í WTO, eisini fevna um Føroyar. Heimshandilsfelagsskapurin 
var sett á stovn 1. januar 1995.

Eitt av grundleggjandi hugtøkunum hjá WTO er Most favoured nation-reglan (MFN).

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Heimshandilsfelagsskapurin hevur sæti í Genéve og telur 159 limalond, ið umboða um 97 % av øllum heimshandli.

Heimshandilsfelagsskapurin, sum avloysti GATT í 1994, fevnir ikki bert um handil við vørum, men eisini um handil við tænastum, íløgur og ídnaðarhugverksrætt. Altjóða felagskapurin GATT varð stovnaður í 1948 við tí endamáli at taka av forðingar fyri frælsum handli millum limalondini [2]. Stórt sæð øll lond við marknaðarbúskapi vóru limir í GATT, sum gjørdi karmar fyri tollsastum, ið limalondini bundu seg til at halda. GATT er ein stytting fyri General Agreements on Tariffs and Trade, sum leysliga verður umsett til vanligar avtalur um toll og uttanlandshandil. WTO varð stovnað í 1995 við tí uppgávu at fyrisita avtalur og reglur um handil millum limalondini. Høvuðsendamálið við WTO er at stimbra frælsan handil í heiminum. WTO var úrslit av seinastu samráðingunum um altjóða handilin, Uruguei-runduni, og kom ístaðin fyri GATT.

Føroyar[rætta | rætta wikitekst]

WTO hevur sum ein av teimum fáu heimsfelagsskapunum í sínum ásetingum, at bæði sjálvstøðug ríkir og sjálvstøðug tollumveldi kunnu gerast limir við at ganga undir treytirnar og sáttmálarnar, sum eru karmurin um WTO. Føroyar hava altso rætt til sjálvstøðugan limaskap. Felagsskapurin orðar tað soleiðis: “Any state or customs territory having full autonomy in the conduct of its trade policies may join (“accede to”) the WTO, but WTO members must agree on the terms” [3]. Tað krevst altso, at myndugleikarnir, ið søkja, hava fult ræði á sínum handilspolitsku viðurskiftum. Og síðani verða samráðingar um treytir og tíðarfreistir, har at enda øll limalondini skulu samtykkja at taka upp nýggja limalandið. Bæði fullveldisríki og sjálvstøðug tolløki við ræði á uttanríkis handilsviðurskiftum kunnu gerast limir. Føroyar kunnu metast at vera eitt sjálvstøðugt tolløki við ræði á uttanríkis handilsligum viðurskiftum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://snl.no/Verdens_handelsorganisasjon
  2. http://www.wto.org/english/thewto_e/whatis_e/who_we_are_e.htm
  3. http://www.wto.org/english/thewto_e/whatis_e/tif_e/org3_e.htm
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið