Wikipedia:Mánaðargrein 2015

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Mánaðargreinir nýttar í 2015.


Mánaðargrein fyri januar


Amerikonsku Jómfrúoyggjar

Amerikonsku Jómfrúoyggjar er ein oyggjabólkur sum hoyrir til USA. Amerikonsku Jómfrúoyggjar er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Jómfrúoyggjar í Karibia. Hesar oyggjar liggja tætt við Puerto Riko; hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 346,36 ferkilometrar, sum liggja umleið 64 km. eystanfyri Puerto Riko. Oyggjabólkurin er ein av fimm fólkaðu amerikonskum hjálondunum. Størsti býurin ið er Charlotte Amalie liggur sunnanvert á oynni St. Thomas. Býurin er eisini høvuðsstaður. Oyggjarnar eru umleið 80 í tali. Fýra av oyggjunum er bygdar, hinar eru smærri oyggjar ella hólmar, har ongin býr. Saint Croix, Saint Thomas og Saint John eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki. Tann størsta, Saint Croix, er 214,7 km2 ella umleið 2 ferðir størri enn Sandoy. Landið hevur umleið 104 túsund íbúgvar í 2014. Oyggjarnar vóru fýrst spanskar og siðan danskar frá 1691 til 1917. Amerikonsku Jómfrúoyggjar hevur sjálvstýri, men er nú undir amerikonskum yvirræði. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti (uml. 13 %). Málið tey tosað er kreólskt, ein blandingur av enskum, donskum og upprunamáli. Men skriftmálið er enskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt. Almenna málið er enskt.

Les meir um Amerikonsku JómfrúoyggjarnarSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri februar


Nigeria

Nigeria er eitt stórt land í Vesturafrika og tað fólkaríkasta í Afrika við umleið 174 milliónum íbúgvum. Í vestri hevur Nigeria mark við Benin, í norðri við Niger, í eystri við Kamerun og í suðri við Guinea-flógvan. Høvuðsstaðurin er Abuja. Nigeria hevur fyrr verið bretskt hjáland og gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1960, men sjey ár seinni var borgarakríggj í landinum, ið vardi í tvey ár. Síðan tá hava tað skift ímillum demokratiskt valdar stjórnir og hernaðarstýri. Í Nigeria búgva fleiri enn 500 ættarbólkar. Væntaði livialdurin í Nigeria er bert 52 ár. Gott helmingurin av fólkinum hevur atgongd til reint drekkivatn og passandi saniter viðurskifti. Pinkubarnadeyðiligheitin er høg, 97,1 pinkubørn fyri hvørji 1000 livandifødd doyggja. Í 2014 gjørdist búskapurin í Nigeria (GDP) tann størsti í Afrika, við einum virði á yvir $500 milliardir, og yvirhálaði harvið Suðurafrika ið at gerast heimsins 21. størsti búskapur. Oljuídnaðurin í landinum er við til at skapa búskaparliga vøksturin.

Les meir um NigeriaSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mars


Vigdís Finnbogadóttir

Vigdís Louise Finnbogadóttir, (fødd 15. apríl 1930 í Reykjavík, Íslandi), er íslendskur UNESCO Ambassadør, og fjórði forseti Íslands. Hon var forseti Íslands frá 1980 - 1996, og var fyrsta kvinna í heimunum, at verða vald forseti í demokratiskari valskipan. Hon eigur eisini metið, at vera tann kvinnan sum í longst samanhangandi tíðarskeið, hevur virkað sum leiðari av einum landi ella ríki. Hon hevur lisið franskt og franskar bókmentir í Sorbonne og í Grenoble frá 1949 - 1953. Síðani fór Vigdís til Keypmannahavnar har hon las teatur við háskúlan í Keypmannahavn. Eftir at hon flutti aftur til Íslands, las hon víðari har og fekk BA prógv í fronskum og enskum frá Háskúla Íslands. Í 1960-árunum og 1970-árunum, var Vigdís ein dyggur mótstandari av amerikansku herbasuni í Keflavík, og luttók hon í fleiri mótmælisgongum og tiltøkum. Í 1986 var hon vertur fyri kritiska toppfundin ímillum Ronald Reagan og Mikhail Gorbachev, ið var ein týdningarmikil fundur, ið var byrjanin til endan á kalda krígnum.

Les meir um Vigdís FinnbogadóttirSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri apríl


Týskland

Samveldislýðveldið Týskland (týskt: Bundesrepublik Deutschland) er eitt land í Miðevropa og er eitt av ríkastu londum í heiminum. Í vestri hevur Týskland mark við Holland, Belgia, Luksemburg og Frakland, í norðri við Danmark, í eystri við Pólland og Kekkia og í suðri við Eysturríki og Sveis. Sjómarkini eru við Norðsjógvin og Eystrasalt. Høvuðsstaður er Berlin, og landið hevur umleið 81 milliónir íbúgvar. Týskland er "grønasta land í heiminum". Tey hava vunnið hendan heiður eftir í 2007 at hava minkað um CO2-útlátið við meira enn nakað annað land í heiminum; 5,6 prosent har útlátið í heiminum tilsamans vaks við 2,4 prosent. Týskland varð ikki savnað í eitt ríki fyrr enn í 1871. Við einum fólkatali á 80.2 milliónum sambært fólkateljingum frá mai 2011, so er Týskland tað fólkaríkasta landi í ES, tað næstmest fólkaríka landið í Evropa, næst eftir Russlandi, og er nummar 16 á listanum yvir fólkaríkastu lond í heiminum. Fólkatættleikin er 225 fólk per ferkilometur. Væntaður lívsaldur í Týsklandi frá føðing er 80,9 ár (77,93 ár fyri menn og 82,58 ár fyri kvinnur). Føðitíttleikin er 1,41 børn fyri hvørja kvinnu (tal frá 2011), ella 8,33 føðingar per 1000 íbúgvar, og tað er ein av teimum lægstu í heiminum.

Les meir um TýsklandSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mai


Manchester United F.C.

Manchester United F.C. er eitt enskt fótbóltsfelag úr Manchester, sum var stovnað í 1878 undir navninum Newton Heath LYR Football Club. Í 1902 broytti felagið navnið til Manchester United og í 1910 flutti felagið heimavøllin til Old Trafford. Liðið er mest vinnandi felag í Onglandi. Hin 22. apríl 2013 vann felagið sítt 20. meistaraheiti í ensku Premier League, tað er met, harumframt hevur felagið 11 ferðir vunnið FA Cup (The Football Association Challenge Cup), sum eisini er met, fýra ferðir hava teir vunnið League Cup og 19 ferðir hava teir vunnið FA Community Shield, sum eisini er met. Uttanfyri Ongland hevur felagið vunnið UEFA Champions League tríggjar ferðir, einaferð UEFA Steypavinnarakappingina (UEFA Cup Winners' Cup), einaferð UEFA Super Cup, einaferð Intercontinental Cup og einaferð hava teir vunnið FIFA Club World Cup. Í 998–99 vunnu teir trífaldan heiður, á enskum nevnt Treble, við tað at teir tað kappingarárið vunnu Premier League, FA Cup og UEFA Champions League, tað er higartil ikki hent fyri nakað annað enskt fótbóltsfelag, bara fyri Manchester United.

Les meir um Manchester UnitedSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juni


Gorfuglur

Gorfuglur var ein svartur sjófuglur, sum nú er útdeyður um alla verð. Hann var einasta nýggjara slagið í slektini Pinguinus, men hann var ikki í ætt við pingvinir, hóast hann var fyrsti fuglur ið var kallaður 'pingvin'. Orðið sigst stava frá walisiskum fiskimonnum, ið sóu henda (fyri teimum) ókenda fugl, tá teir fóru at fiska undir Nýfundlandi, og nevndu teir hann pen gwyn á sínum walisiska máli, ið merkir "hvíta høvd", eftir stóra hvíta blettinum á høvdinum. Tá europear seinni sóu pingvinir á sunnaru hálvu, ið mintu um gorfuglin, vórðu tær uppkallaðar eftir honum.

Les meir um GorfuglinSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juli


Alheimsskótalegan Jamboree

Alheimsskótalegan Jamboree er ein felags skótalega, ið WOSM (World Organisation of the Scout Movement) skipar fyri, til allar skótar í heiminum í aldrinum 14-17 ár. Vanliga luttaka fleiri túsund skótar frá øllum heiminum, og er hendan legan 4. hvørt ár, burtursæð frá tá seinni veraldarbardagiherjaði. Legan skiftir frá landi til land hvørja ferð. Fyrsta legan varð hildin í London, Onglandi í 1920. Limalond í WOSM kunna senda eina umsókn um at halda jamboree í sínum landi, men WOSM hevur altíð endaligu avgerðina. Navnið kemur frá tí enska orðinum "Jamboree", ið merkir gleðilig og larmut fólkasamling.

Les meir um Alheimsskótaleguna JamboreeSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri august


X Factor (Danmark)

X Factor (Danmark) er ein sjónvarpssending, har fólk sleppa at vísa, hvussu væl tey duga at syngja. X Factor verður framleitt í fleiri ymiskum londum, og varð upprunaliga framleidd í Stóra Bretlandi. Tað var sjónvarps og tónleika framleiðarin og tónleika dómarin Simon Cowell, ið fann uppá X Factor sendingina. Í Danmark hevur sendingin verði framleidd síðan 2008. Fyrsta sendingin varð víst í DR1 í januar, februar og mars 2008. Fyrst koma ein rúgva av fólki til tær sonevndu auditions, har tey syngja fyri trimum dómarum. Her hendur so ein grov sortering, har tey allar flestu verða send heim. Men rættiliga nógv verða tó vald út til at koma til tað tey nevna boothcamp, og har framføra tey fleiri ferðir og at enda velja dómarnir, sum hava fingið onkran at hjálpa sær, tey nýggju út, sum sleppa við til live framførslurnar. Hvør dómari sleppur at velja tríggjar luttakarar. Tá bootcamp byrjar verða teir tríggir bólkarnir tilvildarliga býttir út til dómararnar. Fleiri føroyingar hava luttikið í og klára seg væl í X Factor sang kappingini í Danmark. Í 2009 vann føroyska Linda Andrews (myndin) kappingina, og fleiri aðrir føroyingar eru komin í finaluna.

Les meir um X Factor (Danmark)Savn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri september


Wikipedia:Mánaðargreinin/september 2015
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri oktober


Løgtingsvalið 2015

Løgtingsvalið 2015 til Føroya Løgting varð týsdagin hin 1. september 2015. Táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, útskrivaði valið ólavsøkudag 29. juli 2015. Úrslitið av valinum var, at andstøðan vann valið, samgongan tapti. Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkur við 8 tinglimum, tveir fleiri enn á valinum í 2011. Tjóðveldi fekk 7 tinglimir, ein fleiri enn í 2011, Sjálvstýrisflokkurin fekk eisini ein tinglim afturat. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin mistu tveir limir hvør, Miðflokkurin varðveitti sínar tveir tinglimir, tað sama gjørdi Framsókn. Kaj Leo Holm Johannesen hevði samráðingarrættin, men dagin eftir valið valdi hann at geva samráðingarrættin frá sær og fara frá sum løgmaður. Allir flokkar uttan Fólkaflokkurin peikaðu á Aksel V. Johannesen til samráðingarleiðara. Teir fýra flokkarnir, ið sótu í andstøðu áðrenn løgtingsvalið: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri fóru í samráðingar um nýtt landsstýri, men 9. september 2015 fór Nýtt Sjálvstýri burturúr samráðingunum. Samgonguskjal varð undirskrivað millum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn hin 14. september 2015 og dagin eftir, hin 15. september var nýggja samgonga skipað við Aksel V. Johannesen sum løgmanni.

Les meir um Løgtingsvalið 2015Savn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri november


Jim Reeves

James Travis Reeves (føddur 20. august í 1923, deyður 31. juli í 1964) var ein sangari, sangskrivari og tónleikari frá Galloway í Texas, USA. Foreldur hansara vóru Tom Reeves og Mary Adams Reeves. Reeves var ikki meira enn ársgamal, tá pápin doyði í 1924. Jim Reeves fekk sín fyrsta gittar sum 5-ára gamal. Tá ið hann var tólv-ára gamal luttók hann fyri fyrstu ferð í einum útvarpsshow, tað hendi í Shreveport, Louisiana. Hann spældi baseball sum ungur. Hann fekk eitt lestrarpláss (legat) og byrjaði at lesa taliteknikk og drama, men hann gavst eftir 6 vikum og fór at arbeiða á einari skipasmiðju í Houston. Hann fór aftur at spæla baseball sum hálvprofessionellur. Reeves-slektin kom upprunaliga úr Írlandi. Tá ið hann spældi á konsertum, kom tað ofta fyri, at hann spældi "Danny Boy". Tann fyrsta singulin, sum hann spældi inn, var "Mexican Joe" (1953). Hann fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við sanginum "He'll Have to Go", ið Joe Allison gjørdi lagið til. Hann doyði í flogvanlukku 31. juli 1964 í Tennessee.

Les meir um Jim ReevesSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri desember


Yangtze

Yangtze Áin, kend í Kina sum Chang Jiang ella Yangzi, er tann longsta áin í Asia og tann triðlongsta áin í heiminum. Hon rennur ígjøgnum 6300 km frá jøklunum á Qinghai-Tibet háslettanum í Qinghai eystureftir gjøgnum útsynningspartin av Kina, mið-Kina og Eysturkina, áðrenn hon at enda rennur út á sjógv í Eysturkinesiska Havið í Shanghai. Áin er tann longsta í heiminum, ið bert rennur gjøgnum eitt land. Hon veitir burtur vatn úr einum fimtaparti av jarðarøkinum í Kina, og í økjunum fram við ánni býr ein triðingur av fólkinum í Kina. Yangtze áin hevur eisini millum heimsins størstu frárensl. Ein partur av Yangtze rennur gjøgnum djúpar gjáir í vestara Yunnan og er partur av Tjóðarlundini Tríggjar Javnfjarar Áir í Yunnan, ið er ein UNESCO Heimsarvur. Vatnbyrgingin hjá teimum trimum gjáunum í Yangtze ánni er heimsins størsta vatnorkuverk.

Les meir um YangtzeSavn


vís - kjak - søga - rætta