X Factor (Danmark)

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Føroyska Linda Andrews vann donsku X Factor kappingina í 2009.
Føroyski Sveinur Gaard Olsen gjørdist nummar trý í X Factor 2012 í Danmark.
Eftir X Factor sendingarnar og kappingin er liðug, ferðast finalistarnir ofta runt um í Danmark, har teir framføra og skriva autografar. Henda myndin er úr Legolandi í Billund í mai 2012. Á myndini síggjast: Sveinur, Line, Basim (frá 2008), Ida og Morten Benjamin.

X Factor er ein sjónvarpssending, har fólk sleppa at vísa, hvussu væl tey duga at syngja. X Factor verður framleitt í fleiri ymiskum londum, og varð upprunaliga framleidd í Stóra Bretlandi. Tað var sjónvarps og tónleika framleiðarin og tónleika dómarin Simon Cowell, ið fann uppá X Factor sendingina. Í Danmark hevur sendingin verði framleidd síðan 2008. Fyrsta sendingin varð víst í DR1 í januar, februar og mars 2008. Fyrst koma ein rúgva av fólki til tær sonevndu auditions, har tey syngja fyri trimum dómarum. Her hendur so ein grov sortering, har tey allar flestu verða send heim. Men rættiliga nógv verða tó vald út til at koma til tað tey nevna boothcamp, og har framføra tey fleiri ferðir og at enda velja dómarnir, sum hava fingið onkran at hjálpa sær, tey nýggju út, sum sleppa við til live framførslurnar. Hvør dómari sleppur at velja tríggjar luttakarar. Tá bootcamp byrjar verða teir tríggir bólkarnir tilvildarliga býttir út til dómararnar. Ein av teimum fær so tey ungu millum 15 og 24, ein fær tey meira tilkomnu, sum eru yvir 25 og ein dómari fær so bólkarnar. Fleiri ferðir hevur tað víst seg, at bólkarnir ikki hava nóg høga góðsku, og tí eru dómararnir farnir at gera sín egna bólk ella kanska fleiri við at seta einkultir sangarar, sum annar vóru blivin send heim, saman til ein sangbólk. Í 2009 hepnaðist henda mannagongd so mikið væl, at bólkurin Alien Beat Club gjørdist nummar tvey, sjálvt um tey øll fýra stillaðu upp sum solistar at byrja við. Tað var dómarin Remee, sum setti tey saman.

Føroyingar í X Factor (Danmark)[rætta | rætta wikitekst]

Anna Faroe f. (Nygaard) gjørdist nummar fimm í 2010.

Fleiri føroyingar hava luttikið í og klára seg væl í X Factor sang kappingini í Danmark. Í 2009 luttók føroyska Linda Andrews í kappingini, og hon kláraði seg so mikið væl, at hon vann kappingina.[1] Í 2010 luttók Anna Nygaard, sum eftir at sendingin varð liðug fekk sær kunstnaranavnið Anna Faroe. Anna var millum tey 9 sum komu til live framførslurnar, men kom tó ikki í finaluna. Anna gjørdist nummar 5.

Í 2011 gjørdist vinnarin Sarah Skaalum Jørgensen, í X Factor kend sum Sarah. Sarah er ikki heilur føroyingur, og heldur ikki hálvur, men hon er kvartur føroyingur, ættað úr Hvalba, hagani millumnavnið Skaalum kemur.

Í 2012 luttók Sveinur Gaard Olsen úr Havn og Kristel Lisberg av Tvøroyri. Kristel kom víðari fleiri ferðir, men beint áðrenn tey allar seinastu skuldu veljast út til live framførslurnar, so bleiv hon vald frá og slapp ikki við. Sveinur Gaard Olsen kom allan vegin til finaluna. Hann gjørdist nummar trý. Beint áðrenn finaluna varð skipað fyri einum túri til Føroya, har DR1 fólkini fylgdu við honum. DR1, Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommuna skipaðu fyri móttøku av Sveini, og uttan at hann visti av tí, høvdu tey saman við familju hansara skipa fyri einari konsert í Norðurlandahúsinum. Brot frá móttøkuni og konsertini vóru síðan víst í næstu X Factor sendingini, har dómarin Thomas Blachman tosaði rættiliga ironiskt um tað at borgarstjórin í Havn (Heðin Mortensen) helt røðu fyri Sveini. Ein annar luttakari sum varð millum tey 9 sum komu við til live framførslurnar, var hálvur føroyingur og hálvur íslendari. Tað var Jean Michel, sum var helmingurin av einum bólki saman við Nicoline Simone. Tað bleiv rættiliga rokaligt, tá Jean Michel stutt árðenn finaluna, tá bara ein live framførsla var eftir, tók seg úr kappingini. Av tí at tey bæði vóru ein bólkur, so kundi Nicoline Simone ikki halda fram uttan Jean Michel.[2] Í seinastu framførsluni áðrenn finaluna bleiv tí ongin sendur heim. Sendingin helt tó á sum vanligt, og fólk sluppu at atkvøða álíkavæl, og tær atkvøðurnar komu so at telja við til sjálva finaluna.

Í 2014 varð ein bólkur samansettur av Anthony og Jasmin, bólkurin fekk navnið Anthony Jasmin og endaði við at vinna X Factor Danmark 2014. Jasmin er hálvur føroyingur, mamma hennara, Hannah Dahl, er ættað úr Vági. Mamman er dóttir Magnus Dahl úr Vági.[3][4][5]

Í 2015 luttók føroyski sangarin og tónleikarin Jógvan Joensen úr Fuglafirði. Hann fekk Lina Rafn til mentor. Hann kom til liveshow har bert 9 einstaklingar og bólkar sleppa at luttaka, Jógvan luttók í bólkinum 23 ár og eldri. Hann kom í vandabólkin til fyrsta liveshow saman við einum øðrum luttakara hjá Line, og tí slapp Line Rafn sjálv at velja, hvør skuldi sendast heim, hon valdi at senda Nanni heim. Í næsta liveshow slapp Jógvan víðari uttan at koma í vandabólkin. Jógvan kom allan vegin til seinastu finaluna, har bert trýggir luttakarar eru eftir. Hann gjørdist nummar tvey av øllum, meðan tann tá bert 15-ára gamla Emilie Esther vann kappingina.

Yvirlit[rætta | rætta wikitekst]

Sesongyvirlit[rætta | rætta wikitekst]

     Luttekur í (ella er mentor fyri) "Undir 25"-bólkinum ("Undir 24" í sesong 6, "Undir 23" í sesong 7)
     Luttekur í (ella er mentor fyri) "Yvir 25"-bólkurin ("Yvir 24" í sesong 6, "Yvir 23" í sesong 7)
     Luttekur í (ella er mentor fyri) "Bólkar"-bólkin

Sesong Premierudagur Finaludagur Vinnari Annaðpláss Triðjapláss Fjórðapláss Vinnnandi dómari Vertur Dómarar Hjálpardómarar
2008 4. januar 2008 28. marts 2008 Martin Laura Heidi Basim Remee Lise Rønne Thomas Blachman
Lina Rafn
Remee
Ongir hjálpardómarar í hesi sesong
2009 2. januar 2009 27. marts 2009 Linda Andrews Alien Beat Club Mohamed Ali Sidsel Lina Rafn Lise Rønne Thomas Blachman
Lina Rafn
Remee
Martin Dodd0
2010 1. januar 2010 27. marts 2010 Thomas Ring Tine Midtgaard Jesper Nohrstedt The Fireflies Pernille Rosendahl Signe Muusmann Remee
Soulshock
Pernille Rosendahl
Thomas Troelsen1
Toniah Pedersen og Peter Biker2
Nikolaj Steen3
2011 1. januar 2011 25. marts 2011 Sarah Annelouise Babou Patricia Cutfather Lise Rønne Thomas Blachman
Pernille Rosendahl
Cutfather
Djuna Barnes4
Le Gammeltoft5
Kenneth Bager6
2012 1. januar 2012 23. marts 2012 Ida Line Sveinur Morten Benjamin Pernille Rosendahl Lise Rønne Thomas Blachman
Pernille Rosendahl
Cutfather
Dicte7
Mattias Kolstrup8
Kato9
2013 28. december 2012 22. marts 2013 Chresten Karoline Wasteland Amanda Ida Corr Signe Molde Thomas Blachman
Ida Corr
Anne Linnet
Vinnie Who10
Carla Camilla Hjort11
Marcus Linnet12
2014 3. januar 2014 28. marts 2014 Anthony Jasmin Lucy Mardou Henriette Haubjerg Pernille Nordtorp Thomas Blachman Eva Harlou Thomas Blachman
Lina Rafn
Remee
Lennart Ginman og Carsten Dahl13
Patrick Spiegelberg og Jonas Worup2
Chief 115
2015 2. januar 2015[6] 27. marts 2015[7] Emilie Esther Jógvan Ivarsson, Bang & Neumann Citybois Remee Eva Harlou Thomas Blachman
Lina Rafn
Remee
Ongir hjálpardómarar í hesi sesong
2016 8. januar 2016 1. apríl 2016 Embrace Reem Hamze Alex Benson Andrew Murray Remee Sofie Linde Lauridsen Thomas Blachman
Mette Lindberg
Remee
2017 31. december 2016 31. marts 2017 Morten Nørgaard Chili Pedersen Mia Kjær Sørensen VKation Remee Sofie Linde Lauridsen Thomas Blachman
Mette Lindberg
Remee
Viðmerkingar

Bólkarnir og finalistarnir hjá dómarunum[rætta | rætta wikitekst]

Lykil:

     – Vinnandi dómari/bólkur. Vinnarar eru við feitari skrift, tey ið blivu stemmaði út eru við lítlari skrift.
Sesong Thomas Blachman Lina Rafn Remee
Eitt Yvir 25
Heidi Svelmøe Herløw
Lisa Maria Birkekvist
Frederik Konradsen
Bólkar
Vocaloca
RaiDen
Søren & Anne
15-24
Martin Hoberg Hedegaard
Laura Arensbak Kjaergaard
Basim Moujahid
Tvey 15-24
Mohamed Ali
Sidsel Lieknins Vestertjele
Lucas Francis Claver
Yvir 25
Linda Andrews
Claus Seest
Claus Lillelund
Bólkar
Alien Beat Club
Asian Sensation
Tårnhøj
Sesong Soulshock Pernille Rosendahl Remee
Trý Bólkar
The Fireflies
8210
In-Joy
Yvir 25
Thomas Ring Petersen
Daniel Vengsgaard
Peter Søborg
15-24
Tine Midtgaard Madsen
Jesper Boesgaard
Anna Nygaard
Sesong Thomas Blachman Pernille Rosendahl Cutfather
Fýra Yvir 25
Annelouise
Patricia
Ercan
Bólkar
Rikke & Trine
JR
Deevibez
15-24
Sarah Skaalum Jørgensen
Babou
Rasmus
Fimm Bólkur
Nicoline Simone & Jean Michel
Tandberg & Østenby
Phuong & Rasmus
15-24s
Ida Østergaard Madsen
Line
Morten Benjamin
Yvir 25
Sveinur Gaard Olsen
Mulila
Katrine
Sesong Thomas Blachman Ida Corr Anne Linnet
Seks 15-23
Karoline
Amanda
Zaina
Yvir 24
Chresten Falck Damborg
Stephanie
Jonas
Bólkar
Wasteland
Anna & Lusanda
Lotus
Sesong Thomas Blachman Lina Rafn Remee
Sjey Bólkar
Anthony Jasmin
ManBand
lickety-split
14-22
Henriette Haubjerg
Fie Winther
Mathias Chrøis
Yvir 23
Lucy Mardou
Pernille Nordtorp
Steffen Gilmartin
Átta Bólkar
Ivarsson, Bang & Neumann
Citybois
Finn & Rie
Yvir 23
Jógvan Joensen
Sophia
Nanni
15-22s
Emelie Esther
Baraa Qadoura
Tannaz Hakami

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Planet.fo, Linda kemur til Føroya mikudagin[deyð leinkja]
  2. BT.dk, Chok i X Factor - Jean Michel og Nicoline Simone trækker sig
  3. "Aktuelt.fo - Jasmin visti at pápi hennara er drápsmaður". http://aktuelt.fo/jasmin+visti+at+papi+hennara+er+drapsmadur.html. Heintað 2015-02-21. 
  4. aktuelt.fo - Føroyskar atkvøður til X-Factor?[deyð leinkja]
  5. bt.dk - X Factor-gruppe: Måske kan Færøerne hjælpe os
  6. Maria Haarbye Pedersen (10. desember 2015). "VIDEO X Factor-dommerne er klar til kamp i ny sæson". DR. http://www.dr.dk/event/xfactor/video-x-factor-dommerne-er-klar-til-kamp-i-ny-saeson. Heintað 25. februar 2015. 
  7. Kasper Madsbøll Christensen (13. februar 2015). "X Factor-finale i Boxen 27. marts". DR. https://www.dr.dk/event/xfactor/x-factor-finale-i-boxen-27-marts. Heintað 25. februar 2015. 
  8. http://ekstrabladet.dk/flash/filmogtv/tv/article1118666.ece
  9. 9.0 9.1 9.2 http://www.dr.dk/DRPresse/Artikler/2010/01/22/111803.htm
  10. 10.0 10.1 10.2 Hove, Jacob (24. januar 2011). "X Factor: Her er gæstedommerne". Jyllands-Posten. http://kpn.dk/popmusik/article2315523.ece. Heintað 12. februar 2011. 
  11. 11.0 11.1 11.2 http://www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2012/0125092451.htm
  12. 12.0 12.1 12.2 "Archive copy". http://www.seoghoer.dk/Nyheder/FilmOgTv/FilmOgTv%20Arkiv/2013/01/X%20Factor%20dommere%20kategorier.aspx. Heintað 2015-08-23. 
  13. http://www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2014/venner-om-blachman-han-spiller-som-en-uregerlig-lille-mogunge.htm
  14. http://www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2014/linas-hjaelpedommere-uden-et-brand-er-du-ingenting.htm
  15. http://www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2014/chief-one-remee-havde-det-vildeste-golfhaar-i-92.htm

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið