Ida Corr
Ida Corr (fødd 14. mars 1977 í Aarhus) er ein donsk-gambiansk songkvinna og sangskrivari. Sum 11-ára gomul vann hon tað fyrsta barna-Melodi Grand Prix kappingina við orkestrinum Årgang '77, og sum 16-ára gomul framførdi hon við orkestri sínum á Skanderborg Festival frammanfyri 18.000 fólkum, sum upphiting fyri The Sandmen. Í fleiri ár sang hon kór fyri Gnags, Sanne Salomonsen og onnur stór donsk nøvn, áðrenn hon í 2005 útgav sítt fyrsta soloalbum Streetdiva. Í 2007 fekk hon eitt altjóða hitt við staklagnum "Let Me Think About It", ið varð remiksað av house-dj'num Fedde le Grand og gjørdist #1 á dance-hittlistunum í Stórabretlandi og USA.
Ida var ein av dómarunum í 6. umfari av sjónvarpssendingini X Factor, har ein av hennara solistum, Kresten, vann kappingina.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Album
[rætta | rætta wikitekst]Útvortis ávísing
[rætta | rætta wikitekst]