Anthony Jasmin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Anthony Jasmin
Bakgrundskunning
Uppruni Danmark
Sjangrur Popp
Ár virkin 2014
Fyrrverandi limir Anthony Lopez
Jasmin Dahl

Anthony Jasmin onkuntíð skrivað sum Anthony & Jasmin var ein donsk poppduo, ið vann donsku X Factor sangtalentkappingina hin 28. mars 2014. Tey bæði ið mannaðu duo'ina vóru Anthony Lopez og Jasmin Dahl. Jasmin hevur føroyskar og sudanskar røtur, mamma Jasmin, Hannah Dahl, er úr Føroyum, hon er dóttir Magnus Dahl úr Vági[1] og oldurabbadóttur Magnus á Gørðinum úr Vági.[2] Bæði Anthony og Jasmin luttóku í bootcamp í X Factor Danmark kappingini 2014, men hvørgin teirra slapp víðari sum einstaklingur.[3] Duoin var skapað av mentorinum Thomas Blachman. Tey komu í finaluna og vunnu móti Lucy, ið hevði Remee sum mentor, Anthony Jasmin gjørdist tann fyrsti bólkurin nakrantíð, ið megnaði at vinna X Factor Danmark.[4] Eftir X Factor sendingina skrivaði danska vikublaðið Se og Hør um pápa Jasmin, Ahmed Numan Isaac Rahma, eisini nevndur Jaguaren, hann varð eftirlýstur fyri morð, ið varð framt í apríl 2005, men hann flýddi úr Danmark og varð ikki fangaður. Jasmin var seks-ára gomul tá hendingin fór fram, mamman og pápin vóru longu farin hvør til sítt tvey ár áðrenn hendingina. Familjan fortaldi henni um tað, tá ið tey mettu, at hon var gomul nokk.[5]

Framførslur í X Factor[rætta | rætta wikitekst]

Partur Tema Sangur Artistur Úrslit
Live show 1
(14. februar 2014)
Signature "Brother Were Are You" Oscar Brown Jr. Trygg (6.)
Live show 2
(21. februar 2014)
Donsk Hit "Hos Mig Igen" Xander Trygg (5.)
Live show 3
(28. februar 2014)
Top 40 Hits "Happy" Pharrell Williams Trygg (1.)
Live show 4
(7. mars 2014)
Melodi Grand Prix "To Lys På Et Bord" Otto Brandenburg Trygg (1.)
Live show 5
(14. mars 2014)
Bretsk Beats Latch Disclosure við Sam Smith Trygg (2.)
Live show 6 - Semi-finala
(21. mars 2014)
Songs from the contestants birth years "Broken Homes" Tricky við PJ Harvey Trygg (2.)
vinnarasangur "Hey Love" Quadron
Live show 7 - Finala
(28. mars 2014)
Frítt val (uppruna artistur) "Time To Pretend" MGMT Trygg (2.)
Duet við gestaartisti "Told You So" við Christopher Christopher
Vinnarasangurin "Do Ya" Anthony Jasmin Vinnari (1.)

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

EP'ir[rætta | rætta wikitekst]

Stakløg[rætta | rætta wikitekst]

Ár Staklag Hægsta støða Sertifikatión Album
DEN
[6]
2014 "Do Ya" 1 Gull (streaming)[7] Stick Together EP
"Stick Together"  –

Keldur[rætta | rætta wikitekst]