Wikipedia:Mánaðargreinin/oktober 2015
Løgtingsvalið 2015 til Føroya Løgting varð týsdagin hin 1. september 2015. Táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, útskrivaði valið ólavsøkudag 29. juli 2015. Úrslitið av valinum var, at andstøðan vann valið, samgongan tapti. Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkur við 8 tinglimum, tveir fleiri enn á valinum í 2011. Tjóðveldi fekk 7 tinglimir, ein fleiri enn í 2011, Sjálvstýrisflokkurin fekk eisini ein tinglim afturat. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin mistu tveir limir hvør, Miðflokkurin varðveitti sínar tveir tinglimir, tað sama gjørdi Framsókn. Kaj Leo Holm Johannesen hevði samráðingarrættin, men dagin eftir valið valdi hann at geva samráðingarrættin frá sær og fara frá sum løgmaður. Allir flokkar uttan Fólkaflokkurin peikaðu á Aksel V. Johannesen til samráðingarleiðara. Teir fýra flokkarnir, ið sótu í andstøðu áðrenn løgtingsvalið: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri fóru í samráðingar um nýtt landsstýri, men 9. september 2015 fór Nýtt Sjálvstýri burturúr samráðingunum. Samgonguskjal varð undirskrivað millum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn hin 14. september 2015 og dagin eftir, hin 15. september var nýggja samgonga skipað við Aksel V. Johannesen sum løgmanni.