Jump to content

Vatikanið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Vatikan Býur)
Sancta Sedes
Flagg Heilagi sjógvur
(Flagg Heilagi sjógvur)
Skjaldarmerki Heilagi sjógvur
(Skjaldarmerki Heilagi sjógvur)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Inno e Marcia Pontificale
Alment mál Latín1
Høvuðsstaður Vatikan býur
Pávi Frans pávi
Stjórnardeildskardinálur Angelo Sodano
Fullveldi 11. februar 1929
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
0,44 km²
0
Íbúgvar
 - tilsamans 2005
 - tættleiki
 
921
2093/km²
Gjaldoyra Evro (EUR)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .va
Telefonkota +39

Vatikanið (latín: Status Civitatis Vaticanae, italskt: Stato della Città del Vaticano), eisini nevnt Vatikanríkið, er mitt í Rom og er heimsins minsta frælsa ríki. Mong fólk koma higar at vitja, tí at hetta ríkið hevur stóran átrúnaðarligan týdning, og har eru stór mentanarsøvn. Vatikanið hevur egið flagg, egnan tjóðsang, egin frímerki og egnar myntir umframt dagblað og útvarpsstøð. Har búgva eini 1.000 fólk.

Pæturskirkjan er í Vatikanríkinum, og er ein av størstu kirkjunum í heiminum, og miðdepil hjá katólsku kirkjuni. Her hevur katólska kirkjan høvuðssæti, og her býr pávin. Fyrr ráddi pávin fyri mongum ríkjum í Italia; men nú á døgum er bara Vatikanríkið eftir. Pávin er hægsti myndugleiki fyri róma-kirkjuni. 900 milliónir eru rómversk-katólskar.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Vatikanið er eitt teokrati.

Landalæra

[rætta | rætta wikitekst]

Vatikanríkið er í Róm. Tað er bara 0,44 km2 og er heimsins minsta sjálvstøðuga land.

Høvuðsvinnur í Vatikanstatinum eru

[rætta | rætta wikitekst]
  • Prenting
  • Myntsláing
  • Heiðursmerkjaframleiðsla
  • Frímerkjaframleiðsla

Ávisingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið