Jump to content

Frans pávi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Frans pávi í desember 2021

Frans 1. pávi (latín Franciscus) varð føddur 17. desember 1936 í býnum Buenos Aires í Argentina sum Jorge Mario Bergoglio. Hann doyði hin 21. apríl 2025 í Vatikaninum.[1][2]

Pávin, sum í 2013 tók við eftir Bænadikt sekstanda, er nummar 266 í røðini av pávum. Hann var 76 ára gamal tá í tíðini, úr Argentina og er fyrsti pávi í søguni úr Suðuramerika og tann fyrsti uttanfyri Evropa í yvir 1000 ár. Frans pávi hevði gjørt vart við seg sum ein fólksligur, einfaldur og vinaligur pávi, og av tí sama var hann ógvuliga vælumtóktur millum fólk. Ofta høvdu fleiri enn 100.000 fólk verið á torginum sunnudagar, tá pávin heilsaði fjøldini. Meir enn 6,6 milliónir fólk sóu og hoyrdu Frans páva í Vatikaninum frá mars 2013, tá hann varð valdur. Til samanberingar sóu og hoyrdu 2,3 milliónir fólk undanmannin Bænadikt páva.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  1. Frans pávi er deyður, kvf.fo, 21.04. 2025
  2. VaticanNews, twitter.com