Jump to content

Benadikt XVI

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Joseph Ratzinger (2007)

Bænadikt 16. pávi (latín: Benedictus XVI) varð føddur Joseph Alois Ratzinger hin 16. apríl 1927 í býnum Marktl am Inn í Bayern í Týsklandi. Hann doyði hin 31. desember 2022 í Vatikaninum. Joseph Ratzinger, professari í gudfrøði, gjørdist 95 ára gamal.[1][2]

Hann var konservativur, trúgvur móti lærusetninginum og berjist hart móti liberaliseringum í rómversku-katólsku kirkjuni. Hann var erkibispur í München, áðrenn hann gjørdist leiðari í deildini hjá Vatikaninum fyri spurningar um lærusetningin. Hesa støðuna brúkti hann millum annað til at berja niður suðuramerikonsku frælsisteologina, sum var ávirkað av marxismu. Ratzinger er kendur fyri at hava verið høgra hond hjá Jóhannesi Páll 2. páva. Eftir at Jóhannes Páll 2., pávi andaðist 2. apríl í 2005, varð Joseph Ratzinger valdur pávi við nýggja navninum Bænadikt XVI. Bænadikt pávi tók við embætinum 19. apríl sama ár.[3][4]

Tann 85 ára gamli pávin Bænadikt 16. almannakunngjørdi 11. februar 2013, at hann fór frá sínum embæti, sum tann fyrsti pávin síðani Grækaris 12. í 1415. Orsøkin er, at pávin ikki longur metur seg hava heilsu til at halda fram.[4] Eftirmaður hjá honum gjørdist Frans pávi.[5]

Síðan 2013 búði fyrrverandi pávin í einum gomlum kleystri í Vatikaninum. Tá hann í 2020 fór til Týsklands at vitja sjúka beiggja sín Georg, gjørdist fyrrverandi pávin sjálvur álvarsliga sjúkur, men hann kom fyri seg aftur.[6][7]

Seint í 2022 gjørdist hann enn eina ferð álvarsliga sjúkur, men heilsan bara versnaði. Fyrrverandi pávin andaðist, 95 ára gamal, á seinasta degnum í desember mánaði í Mater Ecclesiae kleystrinum í Vatikaninum.[1]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið