Jump to content

Mentanarvirðisløn Landsins

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Mentanarvirðisløn Landsins hevur verið latin siðani 1998. Talan er um tvær høvuðsvirðislønir, sum verða latnar hvørt ár, tó eru nøkur undantøk, har virðislønir ikki eru latnar. Mentanarvirðisløn landsins er á 150 000 krónur, heiðursgáva landsins er á 75 000 krónur. Av og á verður ein triðja virðisløn latin, hon kann vera til ungt listafólk ella til onkran annan serligan bólk av listarfólki og er á 50 000 kr.

Sømdargáva landsins er í løtuni 20 000 kr. sum verða latnar mentafólki soleiðis at tey fáa upphæddina útgoldnað einaferð um árið restina av lívinum. Virðislønin verður latin sambært § 7 í KUNNGERÐ NR. 90 FRÁ 28. OKTOBER 2008 UM STUÐUL TIL MENTAN OG LIST, har tað stendur soleiðis:
Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini lívslanga heiðursgávu, nevnd sømdargáva, til navngivið listafólk, so leingi viðkomandi er á lívi.
Stk. 2. Til tess at fáa sømdargávu skal listafólkið hava útinnt listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð. Stk. 3. So hvørt listafólk fer úr skipanini, skal støða takast til, um annað listafólk eigur at fáa lívlanga sømdargávu.

Mentanarvirðisløn landsins verður givin sambært grein 8 í áðurnevndu lóg, greinin ljóðar soleiðis:
§ 8. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Mentanarvirðisløn Landsins, at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útinnt listarligt avrik.
Stk. 2. Bert listarlig eyðkenni kunnu galda sum metingarstøði fyri arbeiðið hjá nevndini. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listaverk á høgum støði. [1]

Heiðursgáva landsins verður latin sambært grein í Kunngerð um stuðul til mentan og list:
§ 9. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Heiðursgáva Landsins.
Stk. 2. Til tess at fáa Heiðursgávu Landsins skal virðislønarevnið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Stk. 3. Aðrar heiðursgávur kunnu eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi.

Virðislvn til ungt listafólk. Í desember 2011 varð tað kunngjørt, at táverandi landstýrismaður í mentamálum, Bjørn Kalsø, eftir tilmæli frá tilmælisnevndini, valdi at lata virðisløn til ungt listafólk,[2] Virðislønin er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan. Hetta varð gjørt sambært grein 9, stykki 3 í kunngerðini um stuðul til mentan og list, ið heimilar at landsstýrismaðurin eftir egnum vali kann lata aðrar heiðursgávur enn mentanarvirðislønina og heiðursgávuna. Frá 2011 til 2018 hava nevndin og landsstýrismaðurin valt at heiðra ungum listafólki. Í januar 2020 (Mentanarvirðisløn Landsins 2019) valdi Jenis av Rana landsstýrismaður ikki at lata virðisløn til ungt listafólk, ið nevndin annars mælti til.[3]

Hesar heiðurslønirnar verða givnar uttan umsókn, sum ein viðurkenning av føroyskum listafólki.

Móttakarar av Mentanarvirðislønum landsins

[rætta | rætta wikitekst]

Mentanarvirðisløn landsins

[rætta | rætta wikitekst]
Mentanarvirðisløn Landsins 2013 vóru handaðar í Stóra Pakkkhúsi í Vági hin 15. januar 2014. Tróndur Patursson fekk mentanarvirðisløn landsins á 150.000 krónur. Bjørn Kalsø handaði virðislønirnar.

Mentanarvirðisløn landsins er á 150.000 kr. Hesi listafólk/mentafólk hava higartil fingið Mentanarvirðisløn landsins:

Heiðursgáva landsins

[rætta | rætta wikitekst]
Árni Dahl varð heiðraður við Heiðursgávu landsins 2013 hin 15. januar 2014 í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Heiðursgáva landsins er 75.000 kr.

Virðisløn til ungt listafólk

[rætta | rætta wikitekst]
Trygvi Danielsen móttók Virðisløn til ungt listafólk 2013, sum var ein av Mentanarvirðislønum landsins 2013. Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, handaði virðislønina í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 kr.

Aðrar heiðurslønir frá Mentamálaráðnum

[rætta | rætta wikitekst]

Sømdargáva landsins

[rætta | rætta wikitekst]

Sømdargáva landsins er ein árlig upphædd á 20.000 kr., sum verður latin restina av lívinum

Fyrr hava hesi fingið sømdargávu landsins (árið er óvist, Bjørn Kalsø nevndi tey, tá ið hann handaði sømdargávurnar fyri 2014):

Málrøktarvirðisløn Landsins / Ársins móðurmálsvirðisløn

[rætta | rætta wikitekst]

Serstøk virðisløn

[rætta | rætta wikitekst]

Serstaka virðislønin er 50.000 kr. Hon kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.[41]

Nevndin fyri Mentanargrunnin

[rætta | rætta wikitekst]

Nevndin situr í trý ár. Landsstýrismaðurin setir nevndina. Tríggir limir eru valdir av LISA, tveri eru valdir av landsstýrismanninum. Nevndin fyri tíðarskeiðið 2020-2022: [45]

  • Alda Joensen, forkvinna
  • Poul Geert Hansen, næstformaður
  • Katrina í Geil, nevndarlimur
  • Kim Simonsen, nevndarlimur
  • Robert Thomassen, nevndarlimur

Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Logir.fo KUNNGERÐ NR. 90 FRÁ 28. OKTOBER 2008 UM STUÐUL TIL MENTAN OG LIST
  2. "Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva Landsins og Virðisløn til ungt listafólk 2011". Mentamálaráðið. https://www.ummr.fo/fo/kunning/tidindi/mentanarvirdislon-landsins-heidursgava-landsins-og-virdislon-til-ungt-listafolk-2011/. Heintað 17. januar 2020. 
  3. Olsen, Dagfinn (16. januar 2020). "- Tey skuldu skammað seg". Sosialurin. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-08-12. https://web.archive.org/web/20200812211449/https://www.in.fo/news-detail/news/tey-skuldu-skammad-seg/. Heintað 17. januar 2020. 
  4. 4.0 4.1 4.2 4.3 Mentanarvirðislønir landsins 2023 , kvf.fo, 18. oktober 2023
  5. Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2022, vp.fo, 22. februar 2023
  6. Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2021, kvf.fo, 1. januar 2022
  7. Rørdur Olaf: "Hetta er størsti heiður, eg havi fingið, kvf.fo, 19. januar 2022
  8. Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn landsins, in.fo, 19. januar 2021
  9. Sigrun Gunnarsdóttir fingið Mentanarvirðisløn landsins, vp.fo, 13. januar 2021
  10. Eg var rørd og fekk ikki orðið upp, in.fo, 13. januar 2021
  11. Lindenskov, Eirikur (15. januar 2020). "Hanus G. Johansen fekk Mentanarvirðisløn Landsins". Sosialurin. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-01-16. https://web.archive.org/web/20200116105547/https://www.in.fo/news-detail/news/hanus-g-johansen-fekk-mentanarvirdisloen-landsins/. Heintað 16. januar 2020. 
  12. 12.0 12.1 12.2 Winther, Dávur (24. januar 2019). "Mentanarvirðislønir landsins 2018". Norðlýsið. https://nordlysid.fo/tidindi/58109/mentanarvirdislonir-landsins-2018. Heintað 3. mars 2019. 
  13. Rana, Danjal av (24. januar 2018). "Barbara fekk virðislønina". in.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-01-26. https://web.archive.org/web/20180126012458/http://www.in.fo/news-detail/barbara-fekk-virdisloenina/. Heintað 25. januar 2018. 
  14. Klakstein, Eyðun (25. januar 2017). "Vágbingur varð heiðraður á Tvøroyri". in.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-01-25. https://web.archive.org/web/20170125204857/http://www.in.fo/news-detail/vagbingur-vard-heidradur-a-tvoeroyri/. Heintað 25. januar 2017. 
  15. "in.fo - Sterk og kensluborðin strok". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-07-11. https://web.archive.org/web/20150711211028/http://www.in.fo/news-detail/news/sterk-og-kenslubordin-strok/. Heintað 2015-01-16. 
  16. "in.fo, Tróndur fekk mentunarvirðislønina". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-01-16. https://web.archive.org/web/20140116180355/http://www.in.fo/news-detail/news/trondur-fekk-mentunarvirdisloenina/. Heintað 2014-01-16. 
  17. MMR.fo Archived 2013-12-31 at the Wayback Machine HESI FINGU VIRÐISLØN LANDSINS
  18. Vencil.wordpress.com, Virðislønir landsins
  19. Snar.fo, Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgáva Landsins 2010[deyð leinkja]
  20. Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu landsins 2022, vp.fo, 22. februar 2023
  21. Guðrun & Guðrun fingu Heiðursgávu landsins, vp.fo, 19. januar 2022
  22. Ósbjørn Jacobsen fingið Heiðursgávu landsins, vp.fo, 13. januar 2021
  23. Fleiri royndu at yvirtala meg til at gera okkurt annað, in.fo, 13. januar 2021
  24. "Simme fær Heiðursgávu landsins 2019". Kringvarp Føroya. 15. januar 2020. http://kvf.fo/greinar/2020/01/15/simme-faer-heidursgavu-landsins-2019. Heintað 16. januar 2020. 
  25. Rana, Danjal av (24. januar 2018). "Frits fekk heiðursgávuna". In.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-01-26. https://web.archive.org/web/20180126014501/http://www.in.fo/news-detail/frits-fekk-heidursgavuna/. Heintað 25. januar 2018. 
  26. Klakstein, Eyðun (25. junauar 2016). "Steinprent fekk heiðursgávu landsins". in.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-01-25. https://web.archive.org/web/20170125221923/http://www.in.fo/news-detail/steinprent-fekk-heidursgavu-landsins/. Heintað 25. januar 2017. 
  27. in.fo - J. P. Gregoriussen fekk Heiðursgávu Landsins Archived 2017-02-02 at the Wayback Machine, Eirikur Lindenskov 15.01.2016
  28. in.fo - Tey av Kamaranum fáa heiðursgávu Archived 2015-09-22 at the Wayback Machine, skrivað hevur Áki Bertholdsen, hin 16. januar 2015
  29. "in.fo, Heiðursgávan latin Árna Dahl". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-01-16. https://web.archive.org/web/20140116195640/http://www.in.fo/news-detail/news/heidursgavan-latin-arna-dahl/. Heintað 2014-01-16. 
  30. MMR.fo, Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgáva Landsins 2009
  31. MMR.fo, Røða hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu
  32. MMR.fo, Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgáva Landsins, 4. januar 2006
  33. Alda Mohr Eyðunardóttir fekk Virðisløn til ungt listafólk, vp.fo, 22. februar 2023
  34. Rana, Danjal av (24. januar 2018). "Konni Kass fekk fyrstu virðislønina". In.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-01-26. https://web.archive.org/web/20180126012439/http://www.in.fo/news-detail/konni-kass-fekk-50000-kronur/. Heintað 25. januar 2018. 
  35. Klakstein, Eyðun (25. januar 2017). "Ung listakvinna úr Nólsoy heiðrað". in.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-01-25. https://web.archive.org/web/20170125222758/http://www.in.fo/news-detail/ung-listakvinna-ur-nolsoy-heidrad/. Heintað 25. januar 2017. 
  36. in.fo - Andreas Høgenni virðisløn til ungt listafólk Archived 2017-02-02 at the Wayback Machine, Eirikur Lindenskov 15.01.2016
  37. Dugir at leggja løg og sløg væl til rættis Archived 2015-07-12 at the Wayback Machine, skrivað hevur Eyðun Klakstein, hin 16. januar 2015
  38. "in.fo, Trygvi Danielsen ársins unga listafólk". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-01-16. https://web.archive.org/web/20140116192601/http://www.in.fo/news-detail/news/trygvi-danielsen-arsins-unga-listafolk/. Heintað 2014-01-16. 
  39. Aktuelt.fo Archived 2013-03-23 at the Wayback Machine Heiðurin gevur sjálvsálit
  40. "in.fo - Oddvør og Katrin heiðraðar". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-07-12. https://web.archive.org/web/20150712012833/http://www.in.fo/news-detail/news/oddvoer-og-katrin-heidradar/. Heintað 2015-01-16. 
  41. 41.0 41.1 Vinylplátur fingu Biritu at gevast at gráta, in.fo, 13. januar 2021
  42. Martin Joensen fekk serstøku heiðursløn landsins 2021, vp.fo, 19. januar 2022
  43. Serstaka heiðurslønin 2020 latin Biritu Poulsen, soprani, vp.fo, 13. januar 2021
  44. Lindenskov, Eirikur (15. januar 2020). "Serstaka virðisløn landsins fær forlagið Leirkerið". Sosialurin. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-08-12. https://web.archive.org/web/20200812202216/https://www.in.fo/news-detail/news/serstaka-virdisloen-landsins-faer-forlagid-leirkerid/. Heintað 17. januar 2020. 
  45. MMR.fo, Virðislønir, heiðursgávur og sømdarpeningur

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]