Rúni Brattaberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rúni Brattaberg
Rúni Brattaberg í 2012
Fødd(ur) 1966 (age 57–58)
Føroyar
Starv operasangari (bass)
Virkin ár 1999 til nú

Rúni Brattaberg, føddur 1966 í Vági, er ein føroyskur operasangari, ið starvast og framførir í operahúsum kring heimin. Hann hevur seinastu árini bygt sína leikskrá við Wagner (Gurnemanz, Hagen, Hunding, Fafner, Pogner, Heinrich) og aðrar leiðan bassleiklutir sum til dømis Osmin/The Abduction from the Seraglio, Timur/Turandot, Sparafucile/Rigoletto, Sarastro/Gandafloytan, Kaspar/Der Freischütz, læknin/Wozzeck, Rocco/Fidelio, og Basilio/Barberurin í Sevilla í operaljómliðunum í Mainz, Ulm, Detmold, Bern og Mannheim.[1] Í januar 2017 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.[2]

Bakgrund[rætta | rætta wikitekst]

Rúni Brattaberg varð føddur og uppvaksin í Vági. Foreldur hansara eru Árni and Karin Brattaberg, ið stovnaðu ullavirkið og klædnafyritøkuna Sirri í 2000 suðuri í Vági.[3][4]

Rúni tók fyrst útbúgving sum dokumentarmyndamaður í Keypmannahavn, og arbeiddi innan fakið í átta ár,[1] áðrenn hann fór í læru sum operasangari. Hann las á Sibelius-Akatemia í Helsinki frá 1997 til 1999 og á Internationales Opernstudio IOS í Zurich frá 1999 til 2000.

Hann er giftur við týsku operasongkvinnuni Susanne Brattaberg-Jacoby.[5]

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 "Rúni Brattaberg". IMG Artists. https://imgartists.com/roster/runi-brattaberg/. Heintað 27. januar 2017. 
  2. 2.0 2.1 Klakstein, Eyðun (25. januar 2017). "Vágbingur varð heiðraður á Tvøroyri". in.fo. http://www.in.fo/news-detail/vagbingur-vard-heidradur-a-tvoeroyri/. Heintað 25. januar 2017. 
  3. "About Sirri Yarn". The Island Wool Company. http://www.islandwool.co.uk/about/about-sirri-yarn/#.WIsINLFkNsM. Heintað 27 January 2017. 
  4. About Sirri Archived 2017-03-05 at the Wayback Machine, sirri.fo
  5. Visit Faroe Islands 2015, p.15, issuu.com
  6. "Heiniö: The Knight and the Dragon". Prestoclassical. http://www.prestoclassical.co.uk/w/15312. Heintað 27. januar 2017. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið