Franz Schubert

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Oljumálningur av Franz Schubert, málað av Wilhelm August Rieder (1875), gjørt út frá hansara egna vatnlitsportretti frá 1825
signature written in ink in a flowing script

Franz Peter Schubert (føddur 31. januar 1797 í Himmelpfortgrund (í dag ein partur av býarpartinum Alsergrund) í Wien, deyður 19. november 1828 í Wien) var eysturíkst tónaskald og pianistur.

Schubert er mest kendur fyri sínar lieder (sangir við klaverfylgispæli), hann komponeraði umleið 600 av hesum slagnum í stutta lívi sínum. Hann gjørdist einans 32 ára gamal. Hann nýtti tekstir hjá samtíðar yrkjarum sum Goethe, Friedrich Schiller, Heinrich Heine og Friedrich Rückert. Hann verður mettur at vera tann størsti innan hetta slagi av tónleiki. Umframt lieder er hann eisini kendur fyri sínar symfoniir, kirkjulig kórverk og klaververk. Derudover er han kendt for sine symfonier, kirkelige korværker og klaverværker. Hann verður mettur at vera ein av teimum størstu tónaskøldunum í tí seinu klassisimuni og tíðliga í romatisismuni. Hann var ein av teimum mest framførdu tónaskøldunum fyrst í 19. øld.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]