Jump to content

Friedrich Schiller

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Friedrich Schiller
Fødd(ur) Johann Christoph Friedrich Schiller
(1759-11-10)10. november 1759
Marbach am Neckar, Württemberg, Týskland
Andaðist 9. mai 1805(1805-05-09) (aldur 45)
Weimar, Saxe-Weimar
Starv Skald, leikrithøvundur, rithøvundur, søgufrøðingur, heimspekingur
Tjóðskapur Týskari
Bókmentarørsla Sturm und Drang, Weimar Classicism
Týðandi verk The Robbers
Don Carlos
Wallenstein Trilogiin
Mary Stuart
William Tell
Hjúnafelagi Charlotte von Lengefeld (1790–1805, deyði hansara)
Børn Karl Ludwig Friedrich (1793–1857), Ernst Friedrich Wilhelm (1796–1841), Karoline Luise Friederike (1799–1850), Emilie Henriette Luise (1804–1872)
Skyldfólk Johann Kaspar Schiller (faðir), Elisabeth Dorothea Schiller, fødd Kodweiß (móðir)

Undirskrift

Johann Christoph Friedrich von Schiller (føddur 10. november 1759 í Marbach, deyður 9. mai 1805 i Weimar) er mest kendur sum Friedrich Schiller var ein týskur rithøvundur, skald, søgufrøðingur og sjónleikaskald.

Hann varð føddur í Marbach am Neckar í Württemberg sum sonur hernaðarlæknan J. C. Schiller. Foreldur hansara vóru ikki serliga rík, men tey sendu hann í latínskúla og seinni á Karlsschule (universitetið), har hann læs jura og seinni læknavísund.

Í 1780 gjørdist hann hernaðarlækni í Stuttgart. Í sambandi við framførsluna av Die Räuber í Mannheim 1781 varð hann handtikin og fekk forboð fyri at skriva. Hann flýddi via Leipzig og Dresden til Weimar í 1787. Í 1789 gjørdist hann professari í søgu og heimspeki í Jena, har hann útgav søgulig verk. Í 1790 giftist hann Charlotte von Lengenfeld, og í 1799 flutti hann aftur til Weimar, har Goethe yvirtalaði hann til at halda fram við at skriva sjónleikir. Hann og Goethe stovnaðu Weimar Theater, ið gjørdst eitt leiðandi sjónleikarhús í Týsklandi. Hann fekk aðalsheiti í 1802. Í 1805 doyði hann í Weimar orsakað av tuberklum.

Universitetið í Jena hevur síðan 1934 verið uppkallað eftir Schiller.