Jump to content

Anna Malan Jógvansdóttir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Anna Malan Jógvansdóttir (f. 8. apríl 1995) er rithøvundur. Hon er útbúgvin á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn (2016 - 2018), har einans fýra føroyingar undan henni hava gingið[1]. Hennara yrkingar eru merktar av hugvísindaligum samtíðarlýsingum, sum vísa eitt tilvit um egnan leiklut í tilveruni.

Sum 21 ára gomul, fekk hon sína fyrstu virðisløn, Mentanarviðisløn Landsins, fyri ungt listafólk, sum verður latin fyri at stuðla ungum í teirra listaliga arbeiði. Virðislønin varð latin fyri hennara fyrsta yrkingasavn Undirfloyma frá 2015, sum hon hevði skrivað og listprýtt.

Í 2020 fekk hon eisini handað Ebbu-virðislønina, fyri skaldsøguna Psykosudrotningin sigur frá[2]. Ebbu-virðislønin verður latin ungum rithøvundi, sum hevur sýnt serligar gávur, og verður latin av Rithøvundafelagi Føroya.

  • 2015 - Undirfloyma, Mentanargrunnur Studentafelagsins (yrkingasavn)
  • 2017 - Korallbruni, Forlagið Eksil (yrkingasavn)
  • 2019 - Psykosudrotningin sigur frá, Forlagið Eksil (skaldsøga)
  • 2020 - Yrking, Varðin 87, Varðin Mentanarrit (yrking)
  • 2021 - Yrking Varðin 88, Varðin Mentanarrit (yrking)

Virðislønir og gávugóðs

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2016 - Mentanarvirðisløn landsins, fyri ungt listafólk
  • 2020 - Ebbu-virðisløn
  • 2020 - Gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
  • 2020- Ársins sálarheilsuvirðisløn frá Sinnisbata

Keldulisti

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Simonsen, Kim (2017). Tendenser i Færøsk poesi í NORDISK SAMTIDSLYRIK, Ole Karlsen & Hans Kristian Rustad, Aalborg Universitetsforlag, Aalborg.
  2. Evensson, Petur Hjalmar (27-07-2020). "Anna Malan fekk EBBU-virðislønina - 2020". In.fo. https://www.in.fo/news-detail/news/anna-malan-fekk-ebbu-virdisloenina-2020/. Heintað 24-11-2020. [deyð leinkja]