Luksemborg
| |||
| Tjóðarslagorð: Mir wëlle bleiwe wat mir sinn | |||
| Tjóðsangur: Ons Heemecht | |||
| Alment mál | Luksemborgskt, Franskt, Týskt | ||
| Høvuðsstaður | Luksemborgbýur | ||
| Hertug | Henri | ||
| Løgmaður | Luc Frieden | ||
| Fullveldi | 11. mai 1867 (frá niðurlendskum kongadømi) | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2 586 km² - | ||
| Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
549 680 217/km² | ||
| Gjaldoyra | Evro | ||
| Tíðarøki | UTC +1 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .lu | ||
| Telefonkota | +352 | ||
Luksemborg (Luksemborgskt: Lëtzebuerg) er eitt land í Evropa. Høvuðsstaður er Luksemborgbýur. Har eru nógv ídnaðarvirkir, og har hevur høvuðsumsitingarráðið fyri felagsmarknaðin sæti. Luksemburg hevur mark við Belgia, Frakland og Týskland.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Hetta lítla landið hevur í øldir verið miðdepil í Evropa. Væl vardar borgir og víggirdir býir, bygd at verja seg fyri herdeildum, ið fóru ígjøgnum landið, eru at síggja víða um.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Málið er luksemborgskt, franskt og týskt, og landið er eitt stórhertogadømi.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Innibyrgt ímillum Týskland, Frakland og Belgia er lítla stórhertogadømið Luksemburg. Luksemburg er eitt av minstu londunum í Evropa, men eisini eitt av teimum vakrastu. Tað mesta av landinum er fjallalendi, og ofta eru fjøllini skógvaksin. Í teimum djúpu dølunum renna fleiri rættiliga stórar áir. Stórir partar av Luksemburg eru í Ardennufjøllum; landslagið har er heyggjut og skógvaksið.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Landið er eitt hitt ríkasta í Evropa og gitið sum altjóða fíggjarmiðdepil og skattaparadís. Meginparturin av inntøkunum eru frá tungídnaðinum og tænastuvinnuni. Hóast landið er lítið, hevur tað stóran leiklut í ES, tí at ES-dómstólurin og aðrar ES-skrivstovur eru har. Ferðavinnan veksur støðugt, tí at mong fólk vilja fegin síggja óspiltu náttúruna og vøkru borgirnar og gomlu, víggirdu býirnar.
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Luxembourg, wikivoyage.org
