Erhard Joensen
Erhard Joensen er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari fyri Sambandsflokkin úr Vági. Hann hevur verið virkin innan alivinnuna síðan 1990-árini.[1]
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Tá ið Erhard var ungur, var hann virkin í ungdómspolitikki, hann var formaður í felagnum Fólkaflokksungdómur í nøkur ár.[2] Hann hevur eisini verið virkin ítróttarmaður, hann vann FM í badminton tvímansleiki hjá dreingjum í 1980 saman við Jóhannes Petersen, VB.[3]
Erhard er útbúgvin bankamaður, hann varð útlærdur í Fossbankanum. Seinni lærdi hann til málara og gjørdist málarameistari. Ein av teimum, ið hava lært til húsamálara við Erhard sum meistara, er systkinabarn hansara, sangarin Hans Jacob W. Hjelm.
Erhard var eigari av og stjóri á Faroe Farming í fleiri ár frá 2003 til 2012. Í 2011 varð Faroe Farming kosin Ársins vakstrarfyritøka 2011 av Business-line, Erhard var enn stjóri í felagnum tá, men 80% av partabrøvunum vóru tá uppkeypt av Havsbrún. Í apríl 2011 keypti Bakkafrost Havsbrún. Suðuraling átti hini 20 prosentini. Orsøkin til at Faroe Farming vann heiðurin var at fyritøkan var vaksin nógv skjótari enn aðrar føroyskar fyritøkur tey seinastu 4 árini (2007-11), fyritøkan hevði ein bruttovinning uppá sløk 500%. Í 2007 var bruttoúrtøka felagsins slakar 12 mió krónur, meðan hon kom upp á slakar 70 mió kr. í 2010. Framgongdin var sostatt sløk 500% og nógv tann størsta, sum eitt føroyskt partafelag kann vísa á tey seinastu 4 roknskaparárini.[4] Í 2014 gjørdist Erhard ráðgevi hjá Danish Salmon, ið alir laks á landi. Í 2015 gjørdist hann framleiðslustjóri í felagnum. Hin 31. mars 2015 fekk Erhard danskt patent upp á eina sera umhvørvisvinarliga avlúsingarskipan. Skipanin er ein vacum pumpuskipan við tilhoyrandi lágtrýst spuling á vacumsíðuni. Eingin kemisk evnir verða nýtt undir viðgerðini og tað í sær sjálvum skuldi verið ein stórur fyrimunur, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga fyri alifeløgini. PCT umsóknin er til viðgerðar hjá altjóða patent agenturinum, men tað danska patentið er komið uppá pláss.[5]
Løgtingslimur
[rætta | rætta wikitekst]Erhard tók sæti í løgtinginum í september 2019 sum fastur varamaður fyri ein av valdu løgtingslimunum, ið fóru í landsstýri. Á løgtingsvalinum 2022 varð hann valdur í løgtingið fyri fyrstu ferð, hann gjørdist nummar trý á sambandslistanum við 528 atkvøðum.
Løgtingsnevndir
[rætta | rætta wikitekst]- 2019-2022 Limur í Landsstýrismálanevndini
- 2019-2022 Limur í Rættarnevndini
- 2019-2022 Limur í Trivnaðarnevndini
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Erhard er sonur Lenu og Henning Joensen. Henning hevur eisini verið virkin innan føroyska alivinnu í nógv ár. Henning er sonur Hentzar og Edith Joensen úr Sandvík, fluttu til Vágs í 1955. Erhard er giftur Harriet Joensen, fødd Gleðisheygg, av Toftum. Saman eiga tey fýra børn: Henning, Steintóra, Helga og Malena. Mamma Erhard, Lena, er úr Árnafirði. Pápi Erhard, Henning Joensen, læt upp málingahandilin Vágs Litbúð í Vági hin 6. mai 1973.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "bl.fo". http://www.bl.fo/Default.aspx?ID=73&PID=3698. Heintað 2015-04-02.
- ↑ Dagblaðið frá 8. desember 1986, síða 4, grein: Landsfelagið hjá Fólkaflokksungdóminum. Nevndin skipað seg.[deyð leinkja]
- ↑ Oyggjatíðindi 14. mars 1980, síða 5.[deyð leinkja]
- ↑ Sudurras.fo - Faroe Farming ársins vakstrarfyritøka 2011
- ↑ vp.fo - Erhard Joensen fingið patent upp á avlúsingarskipan