Hans Jacob W. Hjelm
Hans Jacob Winther Hjelm (føddur 7. november 1970 á Tvøroyri, deyður 16. mars 2025[1] í Tórshavn) var ein føroyskur sangari, tónasmiðjur og húsamálari.
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Hans Jacob vaks upp í Vági, gekk í Vágs skúla og seinni fór hann í læru sum húsamálari hjá Erhard Joensen í Vági og var avlærdur í 1999. Hann bleiv giftur við Arnleyð Krosslá og saman fingu tey tvær døtur. Tey seinastu árini arbeiddi hann sum húsavørður hjá Vágs kommunu, samstundis sum hann javnan framførdi tónleik kring alt landið serliga í vikuskiftum. Hann var við til at stovna Dansibandsfestivalin í Vági. Hann var eisini virkin innan ítróttin, sum barn svam hann og íðkaði annan ítrótt, og sum vaksin var hann m.a. virkin við at senda beinleiðis bæði hondbóltsdystir hjá VB og fótbóltsdystir hjá FC Suðuroy, saman við Dennis Holm, hetta var meðan FC Suðuroy ikki spældi í bestu deildini, og tí ikki bleiv víst í sjónvarpinum.
Lívsleið innan tónleik
[rætta | rætta wikitekst]Við Section
[rætta | rætta wikitekst]Í 1991 var Hans Jacob við til at útgeva eitt kasettuband við tónleikabólkinum Section úr Vági. Nakrir av limunum í bólkinum vóru: Hans Jacob Hjelm, sang, Rúni í Lágabø, tangentar, Knút Nielsen, ljóðmaður, Árni Joensen, guitar, Jógvan Elias Thomsen, bassguitar, Jógvan Joensen, sologuitar, Tønnes Mikkelsen, rútmuguitar og Sámal Samuelsen, trummur.[2] Í september 1991 luttók bólkurin á maraton-konsert í badmintonhøllini í Gundadali í Havn. Section varð kosin besti bólkur á konsertini av dómsnevndini, ið var Terji Rasmussen og Bartal úr Arsenik, og fekk handað eitt gávubræv á 5000 krónur.[3] Fleiri av limunum í Section møttust aftur og framførdu saman á Ljósfestini í Vági í 2023.[4]
Í egnum navni og við vinmonnum
[rætta | rætta wikitekst]Fyrsta tónleikaútgávan hjá Hans Jacob W. Hjelm í egnum navni kom út á ólavsøku 2015, harafturat hevur hann givið út fleiri stakløg til Kringvarp Føroya og so eru fleiri av teimum eisini at finna á Youtube og seinni vóru tey eisini útgivin á Spotify umframt nýggjari løg, ið komu út stutt áðrenn hann andaðist. Hans Jacob sang á føroyskum, uttan tann síðsta sangin, En arm å ligge på, ið er á norskum, nakrir sangir eru týddir úr norskum ella øðrum málum, eitt nú sangurin Gulbrúnu eygu.[5] Hann hevði eisini samstarvað við skaldið Niels Petur Nolsøe (NePtuN) úr Vági, sum yrkti fleiri sangir, sum Hans Jacob gjørdi lag til og sang, til dømis Smyrlasangurin, sum varð yrktur fyri at heiðra manningini á 6-mannafarinum Smyril hjá Vágs Kappróðrarfelag og Heimbygd mín.[6] Vágbingar syngja ofta Heimbygd mín, tá ein veitsla er komin at enda, og tá seinasta versið verður syngið er vanligt at øll reisast. Hans Jacob hevur spælt við fleiri ymiskum orkestrum, men longsta samstavið hevði hann við Jens Johannesen og Rene Jespersen, har teir nevndust Hans Jacob Hjelm og vinmenn, aðirir tónleikarar hava eisini spælt saman við teimum. Hans Jacob Hjelm og vinmenn framførdu eitt nú í Høllini á Hálsi sama kvøld sum norski dansibandsbólkurin Vagabond í 2013[7].
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]Egnar útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2015 Hans Jacob Hjelm
Stakløg
[rætta | rætta wikitekst]- Herji nú á, útgivin á Spotify 13. februar 2025
- En arm å ligge på, útgivin á Spotify 3. februar 2025
- Heimbygd mín, tekstur: Niels Petur Nolsøe
- Gulbrúnu eygu
- Nú og so alt lívið
- VB sangurin
- Ryskidalur
- Kvøða til Vágs kappróðrarfelag (eisini kendur sum Smyrla-sangurin), tekstur: Niels Petur Nolsøe
Við á savnsfløgum
[rætta | rætta wikitekst]- Ung um aldamótið II, Tutl, sangurin Læandi gullbrúnu eygu, sum Hans Jacob Hjelm syngur.[8]
Við Section
[rætta | rætta wikitekst]- Section, Í lagið, 1991
Andlát og jarðarferð
[rætta | rætta wikitekst]Hans Jacob Hjelm lat lív av óhappi sunnudagin 16. mars 2025, tá hann datt niður av høgum garði í Havn. Løgreglan fekk boðini stutt eftir kl. 1 um náttina. [9] Tað vóru nógv minningarorð skrivað um hann. Jarðarferðin var úr Vágs kirkju 20. mars 2025. Kirkjan var full og onnur høli vóru eisini tikin í brúk, fimleikarhøllin í Vágs skúla og harumframt eisini í Frelsunarherinum í Vági, bæði hølini vóru full ella nærum full. Jarðarferðin úr kirkjuni varð stroymd beinleiðis og eisini víst á stórskýggja í hølunum í skúlanum og hjá Frelsunarherinum. Tveir prestar hildu røður í kirkjuni: tann lokali presturin Patrick de Neergard og Steintóra Erhardsdóttir, ið er dóttir systkinabarn Hans Jacob og gubbadóttir hansara. Tá ið fylgið kom úr kirkjuni stóðu øll ítróttarfeløgini úr Vági og Team Rynkeby, ið hann hevði súkklað við, framvið Vágsvegi og vístu virðing.[10]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Hans Jacob W. Hjelm til minnis". 19. mars 2025. https://www.in.fo/news-detail/hans-jacob-w-hjelm-til-minnis.
- ↑ Nøvnini á nøkrum av limunum í bólkinum verða nevnd á hesum Youtube brotinum
- ↑ Sosialurin 24. september 1991, timarrit.fo "Hans Jacob Hjelm"[deyð leinkja]
- ↑ "Section vaknar aftur til Ljósfest 2023". 10. juli 2023. https://sudurras.fo/?p=26528.
- ↑ Gulbrúnu eygu á Youtube
- ↑ Heimbygd mín á Youtube
- ↑ pa.fo, Dansur við Vagabond (Noreg) og Hans Jacob Hjelm í Høllini á Hálsi[deyð leinkja]
- ↑ Tutl.fo[deyð leinkja]
- ↑ "Syrgilig vanlukka í Havn". 20. mars 2025. https://portal.fo/dagur-155767/syrgilig-vanlukka-i-havn.grein.
- ↑ Lindenskov, Eirikur (20. mars 2025). "Stór mannfjøld fygldi Hans Jacob Hjelm til gravar". Sosialurin. https://in.fo/news-detail/stor-mannfjoeld-fygldi-hans-jacob-hjelm-til-gravar.