Jump to content

YouTube

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Youtube)

YouTube er ein sera kend heimasíða, har ein frítt kann býta kykmyndir sínar. Brúkararnir kunnu leggja út (uploada) kykmyndir, síggja kykmyndir hjá øðrum og geva eitt ummæli av teimum. Men ikki ber til at leggja so nógv megabyte (MB), sum ein hevur hug til. Allir brúkarar kunnu upploada filmar, sum eru í mesta lagi 15 minuttir langir, áðrenn juli 2010 var hetta markið á 10 minuttir.[1] Brúkarar, sum hava verið virknir á Youtube eitt ávíst tíðarskeið og sum fylgja reglunum, kunnu fáa í boði at leggja filmar út, sum eru longri enn 15 minuttir. Vanliga markið fyri støddina á filmum, sum verða lagdir á Youtube, er á 2 GB, men um ein nýtir tann nýggjasta internetkagan hjá Google Crome, ella Firefox 4 ella Internet Explorer við Silverlight, so kann ein leggja upp til 20 GB á Youtube.[2] Kykmyndirnar verða vístar við "flash" avspælara (tildømis: Adobe Flash Player [1]

YouTube bleiv stovnað 14. februar 2005. 23. apríl 2005 varð fyrsta Youtube kykmyndin løgd út. Tá starvaðust tríggir mans hjá Youtube, teir høvdu fyri hetta arbeitt hjá PayPal.[3] Nú eru fleiri milliónir brúkarar og enn fleiri kykmyndir, og 67 fólk starvast nú har.

Fyrr varð hildið, at YouTube var kappingarneyti hjá Google Video, men Google lýsti í oktober 2006, at ætlan teirra var at keypa YouTube fyri 1,65 milliardir dollarar (USA) í Google-partabrøvum. Google yvirtók YouTube sama mánað.[4]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. News.cnet.com, YouTube bumps video limit to 15 minutes
  2. Support.google.com, Uploading large files and resumable uploading
  3. USAtoday.com, Surprise! There's a third YouTube co-founder
  4. Theage.com.au,, Google closes $A2b YouTube deal

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið