Amerikanskur dollari

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá USA Dollari)
Dollari er amerikanskur peningur.

USA dollari (USD, $) er mynteind í Sambandsríki Amerika. Ein amerikanskur dollari ($) svarar til 100 amerikanskar sentar (¢).

Myntir og seðlar[rætta | rætta wikitekst]

Galdandi myntir eru í hesum útgávum:[1]

  • 1¢ (cent), 5¢ (nickel), 10¢ (dime), 25¢ (quarter dollar)
  • 50¢ (half dollar), 100¢ (dollar)

Galdandi pengaseðlar, sum ofta verða brúktir:

  • $1, $5, $10, $20, $50, $100

Galdandi pengaseðlar, sum sjáldan verða brúktir:

  • $2, $500, $1,000, $5,000, $10,000

Nýtslan av mynteindini í øðrum londum[rætta | rætta wikitekst]

Mynteindin verður eisini brúkt í amerikonskum hjálondum og ymsum øðrum londum:

Puerto Riko, Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Marshalloyggjar, Norðurmarianoyggjar, Mikronesia, Palau, Eysturtimor, Karibisku Niðurlond (Bonaire, Sint Eustatius og Saba), Turks- og Caicosoyggjarnar, Bretsku Jómfrúoyggjar, Bermuda, Ekvador, El Salvador, Panama, Belis, og Simbabvi.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Coin Specifications, usmint.gov