Niels Petur Nolsøe

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Niels Petur Nolsøe. Á myndini lesur hann úr yrkingasavni sínum "Smátúgvur" í Framtíðini í Vági flaggdagin hin 25. apríl 2011.

Niels Petur Nolsøe (føddur 23. februar 1945 í Vági) er føroyskur rithøvundur (skald), lærari og undirhaldari. Tá hann yrkir nevnir hann seg oftast NePtuN, sum er stytting av navni hansara. Hann hevur yrkt sera nógv, og fleiri av yrkingum hansara hava aðrir gjørt lag til. Niels Petur Nolsøe hevur yrkt tættir til útvarps sendingina V4 og til kvøldsetur, sum ofta vóru fyrr í Vági. Hann var virkin skemtari í fleiri ár saman við Robert Mc'Birnie, Petur Nolsøe og Arnfinni Thomassen. Fleiri av yrkingunum hjá Niels Petur eru nú sangir. Hans Jacob W. Hjelm úr Vági hevur gjørt løg til fleiri av yrkingunum, og hesir sangir eru innspældir og eru av og á at hoyra í útvarpinum hjá Kringvarpið Føroya. Nevnast kunnu t.d. "Sigurskvæði til VKR", sum er ein sangur til Vágs Kappróðrarfelag, yrktur í 2002 eftir at 6-mannafarið Smyril vann FM heitið.[1] Hans Jacob W. Hjelm smíðaði lag og legði rødd til sangin í 2003. Smyril vann eisini FM í 2003, og tað árið var sangurin ofta at hoyra.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Smátúgvur, 2004, Egið forlag.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sigurskvøða til Vágs Kappróðrarfelag á YouTube.
  2. "Bokhandil.fo, Niels Petur Nolsøe". http://bokhandil.fo/include/main.asp?sida=../Link/viewforfatter2&id=1369. Heintað 2011-09-12.