Faroe Farming
Faroe Farming p/f var alifyritøka við heimstaði í Vági, sum rak alivinnu við laksaframleiðslu á landi og á sjógvi. Felagið varð uppkeypt av Bakkafrost í 2017.[1]
Felagið hevði egið kryvjivirki og keypti í 2011 stóran virkisbygning á havnalagnum í Vági (áður Polarfrost) til hetta endamál. Seinast stjórar í fyritøkuni vóru Egill Steintórsson og Erhard Joensen. Í 2011 varð fyritøkan kosin Ársins vakstrarfyritøka 2011 av Business-Line. Ein av orsøkunum til heiðurin var, at fyritøkan hevði havt ein vøkstur í bruttovinningi uppá sløk 500% frá 2007 til 2010. Í 2007 var bruttoúrtøka felagsins slakar 12 mió kr, meðan hon kom upp á slakar 70 mió kr. í 2010. Framgongdin er sostatt sløk 500% og nógv tann størsta, sum eitt føroyskt partafelag kann vísa á tey seinastu 4 roknskaparárini.[2] Í 2011 starvaðust umleið 55 fólk hjá Faroe Farming. Størsti eigarin í 2011 í P/F Faroe Farming var P/F Havsbrún (umleið 80%) og P/F Suðuraling (umleið 20%).[3]
Seinast nevndin[rætta | rætta wikitekst]
- Odd Eliasen, nevndarformaður,
- Henning Joensen, nevndarlimur
- Símun Pauli Sivertsen, nevndarlimur[4]
Heiður[rætta | rætta wikitekst]
- Ársins vakstrarfyritøka 2011
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ undercurrentnews.com - Bakkafrost buys out Faroe Farming, files two new licenses
- ↑ Sudurras.info, Faroe Farming ársins vakstrarfyritøka 2011
- ↑ Bl.fo, Ársins vakstrarfyritøka 2011 er funnin[deyð leinkja]
- ↑ Bl.fo, Ársins vakstrarfyritøka 2011 er funnin[deyð leinkja]
Ávísngar úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- Industry.fo Archived 2012-03-31 at the Wayback Machine