Jump to content

Stóra Bretland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Bretska kongsveldið)
United Kingdom of Great Britain and Northern Ireland
Hitt Sameinda Kongsríki Bretlands og Norðurírlands
Flagg Stóra Bretland
(Flagg Stóra Bretland)
Skjaldarmerki Stóra Bretland
(Skjaldarmerki Stóra Bretland)
Tjóðarslagorð: Dieu Et Mon Droit
Tjóðsangur: God Save the King
Alment mál Enskt, Skotsgæliskt, Kymriskt
Høvuðsstaður London
Kongur Charles III
Forsætisráðharri Keir Starmer
Fullveldi 1801
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
244 820 km²
1,3
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
63 395 574
255,6/km²
Gjaldoyra Bretskt Pund (GBP)
Tíðarøki UTC
Økisnavn á alnetinum .uk, .gb
Telefonkota +44

Stóra Bretland ella Hitt Sameinda Kongsríki Bretlands og Norðurírlands (enskt: United Kingdom of Great Britain and Northern Ireland, United Kingdom ella Great Britain) fevnir um tey fýra londini Ongland, Wales, Skotland og Norðurírland. Hóast Bretland ikki er so stórt land, hevur tað havt ógvuliga stóra ávirkan á allan heimin. Einaferð var tað ovurstórt heimsveldi, og tí er enskt eitt heimsmál. Høvuðsstaður er London og høvuðsmálið er enskt. Í Stóra Bretlandi búgva umleið 63,3 milliónir fólk (2013) á einum øki, ið er 242.910 km² til støddar.

Stonehenge. Henda steinklingran í Onglandi varð gjørd um 2800 f.Kr.

Ein stór rómversk herdeild gjørdi innrás í Stóra Bretland í 43 og kom at ánni Thames. Claudius keisari kom harafturat til hjálpar við eini herdeild úr Gallia og tók tann týdningarmesta bretska býin, Colchester. Mangir bretskir valdsharrar góvu seg undir, og rómverjar fingu alt ræðið synnanfyri Skotland. Fyri at seta rómverskan dám á í Stóra Bretland, eggjaðu teir teimum múgvandi til at byggja býir eftir rómverskum sniði, læra seg latín og at seta rómverska lóg og peningaeind í gildi. Rómverska hersetingarvaldið legði fyrsta veruliga vegakervið. Mangir rómverskir heryvirmenn og embætismenn settust í búgv í Stóra Bretlandi.

Alfred gjørdist kongur í Wessex í 871. Í 9. øld var Wessex mætasta kongsríkið í Bretlandi. Fyrstu árini eftir, at hann varð kongur, bardist hann ímóti víkingum og gjørdi enda á høvuðsheri teirra í bardaganum við Ethandune í 878. Í 886 hevði hann tikið London og varð viðurkendur sum kongur yvir øllum Onglandi. Víkingahøvdingurin Guthrum sat við valdinum í norðara parti í Onglandi, Danaløg, men mátti játta, at Alfred var yvirmaður sín. Alfred er einasti kongur í Onglandi, sum hevur havt heiti Mikli. Hann bøtti um lógirnar í Wessex og kveikti áhuga ímillum manna fyri vísindum, bygdi skúlar og setti lærarar í starv. Hann gav teimum boð um at savna tilfar til Angulsaksakrýniku, sum er søgan om enska fólkið.

Fyri at vita, hvussu stórar inntøkur, hann kundi fáa av ríki sínum, gav Vilhjálmur Sigrari í 1085 boð um at gera yvirlit yvir jarðarviðurskiftini í Onglandi undantikin greivadømini norðast í landinum. Skrásetast skuldu allar manntal, ognir, vídd og hvussu góð velta jørðin var, festararættindi og ognarviðurskifti. Landslutirnir vórðu skiftir sundir, og menn settir at halda skil á hvørjum øki. Fólk máttu undir eiði siga frá jarðarviðurskiftum sínum. Úrslitini av hesum uppmátingum, sum vórðu lidnar í 1086, vórðu skrivaðar niður í Domesday Book. Bókin var í tveimum bindum. Annað er um tey ríkastu greivadømini Norfolk, Essex og Suffolk. Í hinum stendur um øll onnur jarðarviðurskifti í Onglandi.

Magna carta (Frælsisbrævið mikla) frá 1215 var sáttmáli ímillum kong og enska aðalin. Har stóð, at kongur skuldi ikki misnýta sítt vald og krevja aðalin eftir skatti.
Hjálond Onglands, 1921.

Meðan John 1. kongur ráddi í Onglandi, brast hart stríð á ímillum kong og lensharrar hansara, barónarnar. Teir vildu hava meiri ávirkan á landsins stýri, men kongur vildi hava alt valdið sjálvur. At tað gekst onglendingum so illa í krígnum við fraklendingar og ósemja kongsins við kirkjuna gjørdu, at vald hansara viknaði, og 15. juni í 1215 løgdu barónarnir Magna carta fyri hann í Runnymede. Hetta var eitt skjal við krøvum um størri rættindi, sum teir kravdu, at kongur skuldi játtað. Men pávin, Innocens 3., loysti hann frá eiðinum, ið hann hevði svorið, tá ið hann játtaði krøvunum, tí at pávin stóð við, at eingin salvaður kongur kundi verða noyddur at siga rættindi síni frá sær.


Stóra Bretland hevði frílynta stjórn, men hon umboðaði als ikki alt fólkið. Nýggir býir, sum vórðu reistir í ídnaðarkollveltingini, høvdu eingi umboð í Undirhúsinum, og mangir tingmenn keyptu sær atkvøður í fábygdum økjum at fáa sess í tinginum. Bara múgvandi mannfólk høvdu valrætt. Í 1832 læt stjórnin fleiri mannfólk úr miðalstættinum fáa valrætt, tí at hon kvíddi fyri, at lýðveldishugsjónirnar úr fronsku kollveltingini kundu fáa fastatøkur á fólkinum í Stóra Bretlandi. Í 1867 legði Benjamin Disraeli, sum seinni gjørdist forsætisráðharri, fram uppskot um nýggja stjórnarlóg. Í lógini varð mæt til, at umskipa sessirnar í Undirhúsinum og ein millión mannfólk afturat fekk valrætt. Men enn sluppu konufólk ikki at velja.

Síðan í 1890-árunum høvdu Stóra Bretland og Frakland ligið í stríði um landøki í Kyrrahavi og Afrika, fiskiveiðirættindi við Nýfundland og búskaparlig áhugamál í Egyptalandi og Marokko. Í 1904 var bretski kongurin Edvard 1. á væleydnaðari uttanlandsferð í Fraklandi, og stjórnirnar í báðum londunum gjørdu eina vinasamgongu, Entente Cordiale. Við hesum góvust Stóra Bretland og Frakland við stríðnum um hjálondini og samdust um ikki at leggja upp í hjálandapolitikkin hvørt hjá øðrum.

Stóra Bretland er í søguligum høpi eitt av heimsins størstu og mætastu londum. Bretska kongaríkið fevndi eitt skiftið um meira enn ein fjórðapart av heiminum, og seinast í 19. øld hevði ríkið lagt seg á odda á fleiri økjum, til dømis innan ídnað, sjóvegis flutning og altjóða handil. Í seinastu øld førdi afturgongd á ídnaðarøkinum til, at kappingarførið innan bretsku handilsvinnuna versnaði, samstundis sum sosialir trupulleikar fóru at gera vart við seg. Seinastu árini hevur aftur gingið framá. Við aldarmótið er Stóra Bretland í ferð við at staðfesta seg sum ein av týdningarmiklastu tjóðunum í Evropa við stórari ávirkan á politiska, handilsliga, búskaparliga og mentanarliga økinum, og London er ein av týdningarmestu miðdeplum í heiminum.

Írar vildu ikki vita av enska yvirvaldinum, og í 1922 vóru teir komnir so langt í frælsisstríði sinum, at stórar partur av Írlandi fekk sjálvstýri í Bretska Heimsveldinum. Í 1949 gjørdist Írland óheft lýðveldi.

Fólkið í Bretland
(2012 [1])
Hvít 86,0 %
Ásiatar 7,5 %
Svørt 3,3 %
Onnur 3,2 %

Síðan 1950-árini er Bretland vorðið alt meiri fjølmentað samfelag. Mong fólk úr gomlu bretsku hjálondunum í Karibia, Afrika og India hava búsett seg í Bretlandi og ríkað bretskt andslív við fremmandu mentanum sínum.

Mangir bretar búgva í býarforstøðum, tí har er reinari og rúmligari og góðir samferðslumøguleikar inn í miðbýirnar, har nógv fólk starva. Bretar eru heimkært fólk, og teir flestu seta sær fyri at eiga egin hús. Bretum dámar betur at búgva í vanligum sethúsum og raðhúsum enn í stórum íbúðarhúsum, og í frítíðini dámar teimum væl at røkja urtagarðin og væla um uttandura og innandura. 89 % búgva í býum og 11 % búgva á bygd.

Bretar eru ítróttahugað fólk. Um veturin spæla teir fótbólt og rugby, og krikket og golf um summarið. Bæði rugby, krikket og golf - ítróttargreinir, sum nú verða spældar um allan heimin - tóku seg upp í Bretlandi, og fótbóltsspælið spratt úr spølum, spæld vórðu á enskum dreingjaskúlum.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]
Swansea í Wales er ein av teimum stóru havnabýunum í Bretlandi.

Bretska stjórnin situr í London í Onglandi; men tað eru sterkar frælsisrørslur bæði í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi. Norðurírar hava sítt egna ting, og tað fáa skotar og valisar um stutta tíð. Tjóðskapareyðkennini í hesum londum verða goymd í sermerktum handverki og siðum. Til dømis eru enn mangir skotar, sum serligar hátíðardagar lata seg í puntuta skjúrt sítt.

Uttanríkispolitikkur

[rætta | rætta wikitekst]
Kort av Stóra Bretlandi.

Trý viðurskifti eyðkenna serliga bretskan uttanríkispolitikk. Tey eru tætta sambandið við USA, tilknýtið til tey mongu londini, sum eru við í Bretska Samveldinum (The Commonwealth) og sambandið við Evropa, serliga við Evropeiska Samveldið. Eftir valið í 2001 fór Robin Cook frá sum uttanríkisráðharri, og Jack Straw, sum tók við starvinum, gjørdi beinanvegin vart við, at góða sambandið við bæði USA og ES skuldi varðveitast. Bretsku myndugleikarnir eru greiðir yvir, at globaliseringin og teir ágóðar og vansar, hon hevur við sær, á mangan hátt ikki akta vanlig landamørk. Tá ið tað ræður um umhvørvisspurningar, narkotikatrupulleikar og størri samskipaðan kriminalitet, er fragasta loysnin ofta at loysa trupulleikarnar í ymiskum altjóða felagsskapum. Yvirgangsatsóknirnar 11. september 2001 hava tó havt við sær, at meginparturin av bretska uttanríkispolitikkinum seinastu tvey árini hevur staðið í skugganum av hesari hending og bardaganum ímoti altjóða yvirgangi, har Bretland hevur verið hollasti stuðulin hjá USA.

Føroyar og Stóra Bretland

[rætta | rætta wikitekst]

Føroyar og Stóra Bretland eru grannatjóðir og hava í mong ár samstarvað væl. Í søguligum høpi hevur leingi verið samstarvað landanna millum á fiskivinnuøkinum, men seinastu tíðina er samstarv eisini fingið í lag til dømis í oljuvinnu, útbúgving, ferðing og mentan. Seinastu árini, hava ávísar broytingar eisini havt við sær, at møguleikarnir fyri meira samstarvi eru mentir. Í Stóra Bretlandi er ein av stóru broytingunum til frama fyri meira politiskum samstarvi helst, at skotska heimastýrið varð stovnsett; men eisini oljuleitingarvirksemið á føroyskum havleiðum, øktir útbúgvingarmøguleikar og betri ferðasamband til grannan fyri sunnan munnu vera atvoldin til, at føroyska-bretska samstarvið er ment.

Samkynd í Stóra Bretlandi kunnu skráseta seg í parlagi, men tey verða ikki viðurkend sum hjún; í 2005 varð lógarbroytingin um skrásett parlag samtykt í Bretlandi. Í 1988 setti konservativa stjórnin við Thatcher á odda í verk Section 28. Section 28 var ein reglugerð, sum bannaði lokalum myndugleikum at kunna um samkyndleika, eins og sýna viðurkenning mótvegis samkyndleika [2]. Í 2003 varð Section 28 reglugerðin strikað sambært kongaligari staðfesting. Fram til 2001 hevði Stóra Bretland eisini ein høgan kynsligan lógaldur fyri samkynd. Hann var 21 ár fram til 1994, meðan hann var 16 fyri hinar íbúgvarnar. Í 1994 varð kynsligi lógaldurin fyri samkyndar menn settur niður, men var millum 1994-2001 tvey ár hægri enn fyri helmingin av bretsku íbúgvunum. Í 2005 kundu samkyndir bretar frøðast um, at teir kundu ganga saman í skrásett parlag, og 17. juli í 2013 varð eitt lógaruppskot samtykt, sum loyvir samkyndum bretum og walisarum at giftast tann frá 29. mars 2014. Talan er tó bert um borgarligar vígslur.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Oyggjalandið Bretland er í útnyrðingshorninum í Evropa. Eystanfyri er Norðsjógvurin, og Atlantshav er norðan og vestan fyri.
Tower Bridge um Thems-ánna í London.

Leys av meginlandinum, í útnyrðingspartinum í Evropa, eru Stóra Bretland. Í Sameinda Kongsríkinum eru Skotland, Ongland, Wales, Norðurírland umframt oyggjar og oyggjalond fyri sunnan, vestan og norðan.

Landslagið í Bretsku Oyggjunum og Írlandi er ógvuliga fjølbroytt, og stórur munur er á høgu, grýtutu fjøllunum í Norðuronglandi, Skotlandi og Wales og flata mýrlendinum, nevnt "the fens", í til dømis East Anglia og fruktagóða slættlendinum í Suðuronglandi. Tríggir fjórðingar av lendinum eru dyrkaðir; ógvuliga ymiskt er, hvat velt verður, tað veldst alt um veðurlag, og hvussu jørðin er.

Í Bretlandi tóku fyrst landbúnaðarkollveltingin og síðan ídnaðarkollveltingin seg upp í 18. øld og breiddi seg so um allan heimin. Nú á døgum er tungídnaðurin, sum áður var álitið, ikki so týdningarmikil longur. Tænastuvinnan er tann vinnugreinin, ið mennist mest, til dømis banka- og tryggingarvirksemi. Bretland er sjálvbjargið við olju og gassi, tí landið eigur stórar oljukeldur í Norðsjónum og á markinum ímillum Hetlands og Føroya.

Tungídnaðurin var einaferð stór og týdningarmikil vinna í Bretlandi, men soleiðis er ikki longur. Nú er løtt maskintøknilig vøra, sum maskinur, amboð, bilar og vápn, týdningarmesta útflutningsvøran, og ógvuliga mong fólk starvast í fíggjar- og tænastuvinnuni. Hesar vinnur hava bøtt um bretska búskapin, ið ikki hevur verið væl fyri, mest tí at Bretland má flyta inn nógvar matvørur og rávørur.

Mest eru tað banka- og fíggjarvirksemi, sum hava fingið ferð á aftur bretska búskapin. Prísstøðið í Stórabretlandi er væl lægri enn í Føroyum.

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Ávisingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://www.bbc.co.uk/news/uk-20687168
  2. http://www.legislation.gov.uk/ukpga/1988/9/contents
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið