Svøríki
| |||
Tjóðarslagorð: För Sverige i tiden | |||
Tjóðsangur: Du gamla, du fria | |||
Alment mál | Svenskt | ||
Høvuðsstaður | Stokkhólmur | ||
Kongur | Carl XVI Gustav | ||
Forsætisráðharri | Ulf Kristersson | ||
Fullveldi | 1523 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
450 295 km² 8,37 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2021 - tættleiki |
10,402,070 25/km² | ||
Gjaldoyra | Svensk króna (SEK) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .se | ||
Telefonkota | +46
| ||
Svøríki (svenskt: Sverige) er kongaríki í Norðurevropa. Í norðri hevur Svøríki mark við Finnland, og í vesturi við Noreg. Høvuðsstaður er Stokkhólmur. Stórir partar av Svøríki eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í landið seinastu ístíð. Stór fjallalendi eru í Svøríki. Miðallívsævin í landinum er 81,89 og 1 % av fólkinum eru ikki lesifør [1].
Í øldir var Finnland undir svenskum yvirvaldi. Tá ið sviar taptu kríggið við russar 1808-1809, máttu teir lata russum Áland og Finnland.
Søga
Aftaná víkingatíðina, brúkti Svøríki nakrar øldir at berjast við grannarnar, mest við Danmark. Handilsferðir og ránsferðir svia lógu eystureftir og suðureftir áunum líka suður í Konstantinopel. Eftir drúgt strið við russiska ríkið í Novgorod kom meginparturin av Finnlandi í 1323 undir Svøríki. Úr Svøríki var væl av fólki farið til Finnlands og hevði búsett seg fram við sjónum í víkingatíðini. Finnlendingar fingu undir svenskum ræði høvi til at varðveita tjóðskap sín. Finski aðalin var við í stýrinum. Magnus Eiriksson var Noregs kongur og kongur í syðra parti av Svøríki til 1355. Sonur hansara, Hákun 6., tók við norska kongsvaldinum og giftist við donsku kongsdótrini Margretu I. Magnus Eiriksson misti svenska kongsvaldið, og annar varð settur ístaðin. Sonur Hákunar og Margretu, Ólavur, var kosin kongur í Danmark eftir Valdemark Atterdag, faðir Margretu. Av tí at Ólavur var smádrongur, tók móðir hansara, Margreta 1., við ræði. Hon kravdi, at Ólavur fekk svenska kongsvaldið, tí hann var borin til tess. Hon fekk viðhald og fekk suðurpartin av Svøríki undir seg. Ætlan hennara var at savna skandinavisku londini, og tað eydnaðist henni eftir sigur á svium í 1389. Hon studdi seg til sterka danaveldið og fekk undirtøku av svenska aðalinum, sum av ognarorsøkum og ættarbondum var tráur eftir friði millum norrønu ríkini.
Kalmarsamveldið
Høvuðsgrein: Kalmarsamveldið
Undir Margretu drotning vóru øll Norðurlond savnað saman í eitt ríki: Svøríki við skattlondunum Finnlandi og Álandi, Noreg við skattlondunum Íslandi og Føroyum og Danmark. Hetta verður nevnt Kalmarsamgongan. Í 1397 fekk drotningin, sum hevði óført politiskt hegni, øll trý ríkini at samtykkja á stórmannafundi í Kalmar at lata ein av ættarmonnum sínum, Eirik av Pommern, krýna til kong Norðurlanda. Eirikur av Pommern var ikki so heppin í ráðum sum ommusystrin, Margreta drotning. Hann fekk sviar ímóti sær og mátti lata sær lynda at vera kongur í ríkjunum uttan stórvegis kongsvald. Soni Eirikurs, Kristoffuri, gekst betur; men tá ið hann doyði ungur í 1448, tók Svøríki seg burtur úr samgonguni. Fyrst í 16. øld var Svøríki aftur uppi í samgonguni. Kristian 2. bardi svenska mótstøðu ikki við mýkindum niður. Men í 1523 eydnaðist svium at slíta seg leysar. Ein mansaldur seinni leikaði harðrent kríggj á milllum brøðraríkini (1563-1570) Danmark-Noreg móti Svøríki um harradømið fyri norðan. Javnbjóðis vóru ríkini, og tá ið stríðið at enda hæsaði av, var illvilji og fíggindaskapur lagdur millum ættarfólkini fleiri øldir fram.
Stóra norðurlendska kríggið
Svøríki og Danmørk kappaðust um valdið í Norðurlondum, og mong kríggj gjørdu, at danskir og norskir landspartar vórðu latnir Svøríki. Fyrst í 18. øld hevði danski-norski kongurin í hyggju at taka hesar landspartar aftur, men svenski kongurin Karl 12. royndi at leggja enn meiri undir seg. Í mong ár hevði hann verið í kríggi í Russlandi, Týsklandi og Póllandi fyri at vinna á londunum sunnanfyri Eystarasalt, men at enda varð hann noyddur at taka seg aftur til Svøríkis. Landið var fátækt og útarmað, nú ið tað so leingi hevði latið hermenn, mat, vápn og klæði. Hóast hetta eydnaðist Karli at fáa nýggjan her á føtur til tess at leypa á Noreg. Svenskir hermenn herjaðu á Noreg tvær ferðir - í 1716 og 1718. Á tí fyrstu herferðini tók Karl 12. býin Oslo, men hann megnaði ikki at taka skansan á Akurshúsi. Tá ið svensku hermenninir skuldu fara um Norðurmørkina við Oslo fyri at koma aftanífrá á norsku herdeildirnar við Drammen, stóðu bøndur úr Hadelandi fyri teimim. Tá ið sviar komu til Norðurhov í Ringaríki, lupu norskir hermenn á teir á nátt og beindu fyri teimum flestu. Teir, ið sluppu undan við lívinum, vórðu tiknir fangar.
Eftir henda ósigur gjørdi Karl 12. alt fyri at taka kenda skansan Fríðriksstein, men tá ið sviar komu til býin, setti býarfólkið eld á 330 hús at forða svium at nýta býin til skansa. Norska sjóhetjan Peter Wessel (Tordenskjold), sum var 26 ára gamal um hetta mundið, herjaði nú við skipum sínum á útgerðarflotan hjá Karli 12. Tað gjørdi hann í Dynekilen við svenska býin Strömstad. Í bardaganum við Dynekilen varð Tordenskjold sjálvur á fregattini Hvítu Ørn, sum hann fyrr hevði tikið frá svium. Tá ið sviar høvdu tapt við Dynekilen, gingu tvey ár, til Karl 12. fekk nýggjan her á føtur. Sviar vóru lúgvaðir og orkaðu ikki longur at hugsa um kríggj, men Karl 12. gavst ikki so. Hann ætlaði nú við 48,000 monnum at leggja á Noreg. Fyrst skuldi skansin Fríðriksstein verða tikin. Sviar otaðu seg longri og longri inn at skansanum. Tað hevði eydnast teimum at taka allar teir smáu skansarnar. Men eitt kvøldið í desembur fór kongur út í skotgravirnar at kanna støðuna. Brádliga hoknaði hann niður. Eingin veit, hvør skeyt, men tað er nógv, sum bendir á, at sviar sjálvir beindu fyri honum. Stutt eftir, at kongur var deyður, var herurin, sum Karl 12. hevði sent til Tróndheims, fyri stórari vanlukku. Teir høvdu herjað og rænt í bygdunum har um vegir, men høvdu ikki megnað at tikið Tróndheim. Tá ið svenski herovastin Carl Gustaf Armfeldt fekk vita, at kongur var fallin við Fríðriksstein, fór hann við monnum sínum um fjøllini úr Týdali. Men øgiligt ódnarveður kom á teir, og fleiri túsund hermenn doyðu í kavarokinum.
Felagsskapurin millum Svøríki og Noreg
Danmark-Noreg vóru í tí partinum, sum tapti í evropeiska krígnum í 1814. Svøríki afturímóti var saman við sigurharrunum og kravdi í Kílarsáttmálanum, at Danmark læt Noreg frá sær. Noreg setti seg ímóti og royndi at seta frælst ríki á stovn, men varð noytt í samgongu við Svøríki. Hesi viðurskiftini vórðu formliga og løgfrøðiliga skipað við teirri sonevndu Riksakt í 1815, samtykt av norska stórtinginum og svenska ríkisdegnum. Í 1818 doyði Karl XIII, og trúnfylgjarin gjørdist kongur undir navninum Karl XIV Johan. Hann varð krýndur í Stokkhólmi 11. mai sum svenskur kongur og sum Noregs kongur í dómkirkjuni í Niðarósi 7. september. Í november mánaði í 1816 kravdi svenski sendiharrin í Keypmannahavn av danska forsætisráðharranum, Rosenkrantz, at hitt norska ljónið varð tikið úr tí danska ríkisvápninum. Danir vildu tó ikki gera hetta, fyrr enn spurningurin um uppgerðina av ríkisskuldini var endaliga avgreiddur. Í september 1819 vóru hesir spurningar greiddir, og ríkisvápnið uttan norska ljónið skuldi nýtast frá nýggjárinum 1820.
Sambandið millum Svøríki og Noreg, sum kom í lag í 1814, kom mest at líkjast einum hjúnalagi, har partarnir sita illa um sátt. Sviar og norðmenn hildu so ógvuliga ymist um samgonguna. Kongur og sviar vildu knýta londini fastari at hvørjum øðrum, meðan norðmenn hildu, at sambandið var noytt inn á teir, og teir vildu tí hava sum minst at gera við Svøríki. Sum árini liðu, var ein støðug togan millum norska Stórtingið og kongin um ymsi mál. Frá 1890 og árini frameftir togaðust teir um umboðan Noregs í útheiminum, og Noreg vildi eisini hava ráðharra fyri seg sjálvan at avgreiða uttanríkismál síni. At enda játtaði svenska ríkisstýrið hetta, men við treytum, sum norðmenn ikki vildu góðtaka. Oddamenninir norskumegin vóru Christian Michelsen, ið var forsætisráðharri, og stórtingsmaðurin Jørgen Løvland. Teir boðaðu til fundar í Stórtinginum 7. juni 1905. Á fundinum samtykti Stórtingið at siga sáttmálan upp við Svøríki. Kongurin mótmælti, og sviar gjørdust harmir. Men fyri at kanna, hvat fólkið helt um sáttmálaslitið, varð fólkaatkvøða hildin um alt Noregs land. Og útslitið var, at 99,9% atkvøddu fyri og 0,0% (184) ímóti samtyktini. Sendimenn frá svensku og norsku stjórnini møttust síðan til samráðingar í Karlstad 31. august 1905. Ímeðan lógu svensk og norsk herlið hvør sínu megin markið til reiðar at fara í bardaga. Kring landið var krígsóttin stórur. Svenski arbeiðaraflokkurin royndi sítt ítarsta at sissa partarnar. Og tey, ið virkaðu fyri sátt og semju, vóru við yvirlutan. Frøin gjørdist stór, tá ið boðini komu, at semja var fingin í lag. Stórtingið heitti á svenska kongshúsið at fáa kongsson haðani. Svenski kongurin sýtti hesum. Kongsvalið varð so boðið Carli, prinsi av Danmark.
Politikkur
Tá ið røtt verður um samfelagsliga vælferðarskipan, sum vissar øllum borgarum landsins mannsømilig kor, hevur Svøríki verið undangonguland. Barnaansingarstovnar, sjúkrahús og ellisheim eru frágera góð. Vinnuloysið hevur verið eitt hitt lægsta í Evropa, men tað er vaksið nógv í búskaparkreppuni í 1990-árunum. Nú á døgum er 6,1 % av fólkinum arbeiðsleys. At halda hesari vælferðarskipan uppi gjalda sviar nógvan skatt. Sparingar, ið búskaparkreppan í 1990-árunum hevur verið atvold til, hava skert tær almennu veitingarnar.
Sviar leggja sær nær at fara væl um umhvørvið og hava eisini gjørt nógv burtur úr at varðveita søguligar bygningar. Mong friðað øki eru í Svøríki, og nakrir av størstu tjóðargørðunum í Evropa eru í fjallalendinum í Norðursvøríki. Sviar tala nógv um, at áir og vøtn verða dálkað, og Svøríki hevur gingið undan í stríðnum at minka dálkingina í Eystarasalti. Svøríki hevur eisini avmarkað ídnaðarútbygging ymsastaðni fram við strondini. Stórur dentur verður lagdur á at skilja burturkast og húsarhaldsrusk, og Svøríki ger nógv burtur úr endurnýtslu.
Svøríki er fyrsta landið í heiminum í 1972, sum letur transpersónar alment skifta kyn og gevur teimum ókeypis viðgerð til endamálið. Svøríki fær skrásett parlag í 1995. Hetta verður broytt til hjúnalag í 2009, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn.
Fólkið
Ikki er óvanligt, at svensk húski eiga summarhús - 600 000 summarhús eru í Svøríki. Tey eru bygd úr viði, ofta reyðmálað, og standa niðri við strondina, við vøtnini, í skógunum ella uppi í fjøllunum. Her kunnu troytt býarfólk taka sær av løttum í vikuskiftunum og frítiðini. Vanligt er eisini at leiga útlendskum ferðafólki húsini. Mong útlendsk ferðafólk koma til Svøríkis, helst um summarið.
Tilflyting
Síðan 1970-árini er Svøríki vorðið alt meiri fjølmentað samfelag; hesi seinastu áratíggjuni hevur verið ein sera stór tilflyting úr Miðeystri, Jugoslavia og londum í Ásia og Afrika.[4] Í Svøríki eru umleið 20 prosent av íbúgvunum tilflytarar ella hava foreldur, ið eru tilflytarar. Næstan ein triðingur av tilflytarunum er úr Finnlandi, og næststørsti bólkurin er tilflytarar úr teimum londum, sum áður vóru Jugoslavia. Meginparturin av tilflytarunum býr í stórbýunum, serliga í ávísum forstøðum, t.d. Rosengård og Rinkeby.[5] Tilflytingin tók av álvara dik á seg í 1970-árunum. Tilflytarar komu fyrst og fremst fyri at arbeiða á verksmiðjum, tí stórur tørvur var á arbeiðsmegi. Nú á døgum eru tað fyrst og fremst flóttafólk, sum koma til Skandinavia. Onnur koma, tí at tey longu hava skyldfólk í landinum.[6][7]
Øll londini í Skandinavia, Svøríki undantikið, seta krøv um mál- og samfelagskunnleika til ríkisborgararætt. Svøríki loyvir harafturat dupultan ríkisborgararætt. Møguleiki er at fáa ríkisborgararætt eftir at bara hava búð í Svøríki í fimm ár.[8] Tað almenna kravið í Danmark er, at viðkomandi skal hava búð í Danska ríkinum í minsta lagi 9 ár. Danmark (og Norra) loyvir ikki dupultan ríkisborgararætt, t.e. at útlendingar er ríkisborgari í Danmark og í gamla landinum samstundis. Svøríki setur hvørki málslig krøv ella krøv til at viðkomandi skal hava verið við í innleiðsluskeiðum, tá ið ríkisborgararættur verður givin. Svøríki hevur eitt innleiðslutilboð til nýggjar útlendingar; útlendingurin fær tilboð um undirvísing í máli, samfelagslæru og lærir um arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Svøríki hevur smíðað lógirnar soleiðis, at borgarlig og sosial rættindi eru tey somu fyri útlendingar sum fyri landsins borgarar. Í flestu øðrum londum í Evropa eru tey sosialu rættindini ikki eins góð fyri útlendingar, sum fyri triðjalandsborgarar, serliga um talan ikki er um flóttafólk. Tá ið ein persónur er fluttur til Svøríkis er ongin rættarligur munur á viðurskiftinum millum hann og ein svenskara.[9] Øll londini í Skandinavia, uttan Svøríki, hava eisini okkurt forsyrgjarakrav, tá ið søkt verður um familjusameining við ein hjúnafelaga.[10]
Svøríki hevur m.a. tikið ímóti fleiri flóttafólkum úr Irak enn USA og Kanada tilsamans.[11][12][13] Í Svøríki eru umleið 1,3 prosent av íbúgvunum tilflytarar úr Irak.[14] Í dag búgva einar 400.000 muslimar í Svøríki.[15]
Svensku Demokratarnir, sum eru sera atfinningarsamir móti tilflytarum, eru triði størsti flokkur í ríkisdegnum í 2014. Flokkurin fekk 13 prosent av atkvøðunum í 2014, og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum á valinum í 2010. Men eingin vil samstarva við Svøríkis-Demokratarnar, hvørki tey reyðu- ella borgarligu flokkarnir.[16]
Mentan
Tjóðardagurin er til minnis um tann dagin, tá Gustav Vasa varð valdur til svenskan kong í 1523 – og Svøríki gjørdist sjálvstøðugt land, og um stjórnarskipanina frá 1809 (sum var í gildi fram til 1974). Hesar hendingar fóru báðar fram 6. juni. Fyrr var 6. juni bara hildin sum "svenska flaggans dag", og tað var ikki fyrr enn í 1983, at dagurin fekk støðu sum tjóðardagur. Síðani 2005 hevur tjóðardagurin verið halgidagur.
Matur
Svenski serrætturin "smörgåsbord" er annað enn búgvið borð við smurdum breyði. Vanliga er henda máltíð stórt borð við alskyns sløgum av køldum og flógvum viðskera, sum verður etin aftur við breyði, til dømis av sild, laksi, skelfiski, flogfenaði, eggi, osti, viðskera úr kjøti og grønmeti.
Landfrøði
Svøríki er ímillum Noreg og Finnland í Norðurevropa. Svøríki er partur av Skandinavia og Norðurlond. Norðari partur er skógvaksin og kaldur, syðri partur er gott landbúnaðarlendi, og har býr meginparturin av svenska fólkinum. Landið er 1 574 km langt, 499 km, har tað er breiðast, og er fjórðstørsta land í Vesturevropa.
Búskapur
Svøríki hevur mong ár á baki sum ídnaðarland, hevur væl útbúgvið fólk á øllum økjum, og er ímillum framkomnastu ídnaðarlond í heiminum. Skandinavisku londini og Finnland eru gitin fyri einføldu og reinu sniðini á tí, tey gera, eitt snið, sum er væl umtókt aðrastaðni. Svenskir sniðskaparar komu sær serliga fram í 1960-árunum. Vælumtókt snið hevur gjørt, at svenskir bilar, til dømis Saab og Volvo, ravmagnsamboð, klædnavørur, glasvørur og húsbúni úr svenskum nálaviði eru høgt í metum í útlondum. Svøríki útflutti í 2012 fyri 134.3 milliardir evrur, ella 32,9 % av BTÚ, ein øking á 8 % síðani 2008 [17]. Hetta leggur Svøríki á odda viðvíkjandi vøruútflutninginum í norði, men Noreg er næststørsti útflytarin av vørum við 124 milliardum evrum.
Myndir
Hygg eisini at
Keldur
- ↑ "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/sw.html. Heintað 2014-03-31.
- ↑ http://www.regjeringen.no/en/dep/bld/documents/nouer/2011/nou-2011-14/13/4/2.html?id=651002
- ↑ http://www.vg.no/nyheter/utenriks/sverige/arbeidsloeshet-skaper-uro-i-sverige/a/10008544/
- ↑ http://www.ssb.no/befolkning/artikler-og-publikasjoner/innvandrere-i-norge-sverige-og-danmark
- ↑ http://www.regjeringen.no/en/dep/bld/documents/nouer/2011/nou-2011-14/13/4/2.html?id=651002
- ↑ http://www.norden.org/no/fakta-om-norden-1/befolkning
- ↑ http://www.nettavisen.no/na24/1-av-5-innvandrere-i-europa-ender-opp-i-sverige/8486866.html
- ↑ http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf
- ↑ http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf
- ↑ http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf
- ↑ http://www.thelocal.se/20080411/11040
- ↑ http://www.nbcnews.com/id/25004140/ns/world_news-europe/t/little-baghdad-thrives-sweden/#.VF_bClPF_Kk
- ↑ "Archive copy". http://atlanticreview.org/archives/1054-Small-Town-in-Sweden-Accepted-More-Iraqi-Refugees-than-the-Entire-United-States.html. Heintað 2014-11-09.
- ↑ http://www.ssb.no/befolkning/artikler-og-publikasjoner/innvandrere-i-norge-sverige-og-danmark
- ↑ https://snl.no/islam
- ↑ http://www.nrk.no/verden/sd-pa-frammarsj-i-sverige-1.11926209
- ↑ http://www.norden.org/en/news-and-events/news/sverige-aer-nordens-stoersta-varuexportoer
Ávísing úteftir