Jump to content

Írland (land)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Írska Republikkin)
Éire
Ireland
Flagg Írland
(Flagg Írland)
Skjaldarmerki Írland
(Skjaldarmerki Írland)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Amhrán na bhFiann
Alment mál írskt, enskt
Høvuðsstaður Dublin
Forseti Michael D. Higgins
Forsætisráðharri Micheál Martin
Fullveldi 6. desember 1921
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
70 273 km²
2,0
Íbúgvar
 - tilsamans 2004
 - tættleiki
 
3 969 558
55/km²
Gjaldoyra Evra
Tíðarøki UTC
Økisnavn á alnetinum .ie
Telefonkota +353

Írland, (enskt: Ireland, írskt: Éire, ulster skotskt: Airlann) er lýðveldi í Vesturevropa. Landið Írland, ið ikki má mistakast fyri oynna Írland, hevur landamark norðureftir við Norðurírland, ið er partur av Stórabretlandi. Sjómark hevur Írland við Atlantshavið, Írska havið og Ermasund.

Írland hevur sjálvstýri, øvugt Norðurírland, sum er partur av Stóra Bretlandi.

Dublin er høvuðsstaður í Írlandi og aðrir stórir býir er Cork, Limerick, Galway og Waterford.

Í 1014 kom tann endaliga uppgerðin millum norðbúgvarnar og írar í bardaganum við Clontarf, sum írar undir konginum Brian Boru vunnu.

Umleið 150 f.Kr. komu keltar inn í landið, og írsk mentan gjørdist í síni grund keltisk og rann seinni saman við kristindóminum í eina serstaka írska eind. Kirkjur og kleystur vórðu bygd, og hesir stovnar vóru ikki bert halgidómar, men eisini tey lærdómssetur, sum ein blómandi írsk mentan vaks út frá. Til um 1000 var Írlandi skift sundur í mong kongsdømi, sum javnan lógu í stríð hvørt við annað. Landið hevði onga felags stjórn, men var býtt sundur í ættbólkar, sum sótu illa um sátt. Tað hevði við sær, at lætt var hjá víkingum at búseta seg nógvastaðni í landinum. Í 830-árunum fóru víkingarnir at búsetast í Írlandi og bygdu borgir, og umleið 840 kom ein stórur kongsfloti undir Turgeis, sum gjørdist kongur yvir øllum fremmandum. Hann varð fyrsti kongur í Dublin (Dývlin), sum var høvuðssetur norðbúgvanna, og hann legði skatt á írar. Men í 845 fall hann í bardaga við írar, og bardagar vóru í nógv ár, til Ólavur Hvíti, norskur kongssonur, í 853 kom til Írlands við stórari hermegi, og tað eynaðist honum at byggja upp eitt norskt ríki í Írlandi við Dublin sum høvuðssetri. Hann gjørdi herferðir eystur um Írska Havið og legði partar av vesturstrond Norður-Onglands undir seg. Tá ið Ólavur doyði, gjørdist bróðirin Ívar kongur eftir hann. Hann doyði sum kristin maður. Synir Ívars løgdu størri partar av Onglandi undir Dublin-ríkið, og rendu saman við danir í Northumberlandi. Ívarsættin fekk eisini kongsvaldið har við sæti í York (Jórvík), til 944.

Norðmenn komu í Írlandi til bygt land og skipað samfeløg. Teir vóru ein lítil minniluti og kundu bert við at kúga tann stóra írska meirilutan halda uppi valdi sínum í Írlandi. Víkingahøvdingarnir búðu í vardum býum, til dømis teimum, sum í dag eita Dublin, Limerick, Waterford, Wexford, Cork og livdu har saman við herfylgjum og húskjum av handli við meginlandið og írar og av jarðargjøldum. Írland var tað landið, sum flestir norskir niðursetumenn fluttu til. Av fremmandum fornlutum, sum funnir eru í Noregi frá hesi tíðini, eru nógv teir flestu haðan. Í 1002 útnevndi kongurin í Munster, Brian Boru, seg til kong yvir øllum Írlandi og nýtti stóran part av stjórnartíð síni at halda saman um ríkið. Navnið “Boru” merkir “hann, sum krevur inn skatt”. Í 1013 fóru norskir víkingar, sum høvdu búsett seg um Dublin-leiðina, í part við misnøgdum stórmonnum, ið høvdu sett seg upp ímóti kongi. Við Clontarf tætt við Dublin møttust báðir herarnir. Írar sigraðu, tó at Brian fall. Tá ið víkingarnir flýddu úr Clontarf, sóu teir Brian tætt við eitt tjald og høgdu hann til deyða. Sum frá leið, blandaðust írar og norðmenn, og norðmenn tóku við kristnari trúgv.

Írland var leingi undir bretskum yvirvaldi. Í 1922 fekk syðri partur – um fýra fimtingar av oynni – sjálvstýri í Bretska Heimsveldinum og gjørdist óheft lýðveldi í 1948; men Norðurírland varð verandi saman við Bretlandi.

Írski frístaturin varð settur á stovn í 1922 sum ein dominión (sjálvstjórnandi hjáland) í bretska Commonwealth og fekk økt sjálvstýri ígjøgnum m.a. the Statute of Westminister 1931 og the abdication crises of 1936. Í 1937 varð ein nýggj stjórnarskipan (New Constitution), ið lýsti landið sum fullveldisríki undir heitinum Ireland sett í gildi. Og í 1949 vórðu seinastu formligu bondini við Sameinda Kongsríkið (UK) slitin, tá ið Írland tók loysing og lýsti seg sum tjóðveldi.

Meðan landið var undir bretskum veldi og fyrstu árini sum tjóðveldi var Írland eitt av fátækastu londunum í Vesturevropa og fráflytingin úr landinum var stór. Í 1950’unum varð protektionistiski búskapurin opaður, og í 1973 gjørdist Írland limur í Europeiska Felagsmarknaðinum EF (nú Europeiska Samveldið ES). Ein búskaparkreppa noyddi landið til at fremja nýskipanir seinast í 1980’unum, og skattur og reglur vórðu linkaði ógvusliga í mun til onnur ES-lond.

Írski loysingarherurin, IRA, stríddist í sekstiárunum fyri at fáa teir seks norðastu landspartarnar uppí Írland ístaðin fyri, at teir skulu vera partar av Stóra Bretlandi.

Seinastu 20 árini hevur Írland havt ein stóran búskaparvøkstur, og landið hevur í dag tann 31. størsta búskapin í heiminum. Í 2009 varð landið mett at hava hægstu lívsgóðsku í heiminum. Men altjóða kreppan hevur eisini rakt Írland hart, og hevur ført arbeiðloysi og økta fráflyting við sær.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]
Oyggin Írland er býtt í tvey tjóðveldi, Írland og landspartin Norðurírland, sum er partur í Sameinda Kongsríkinum.
Dublin er høvuðsstaðurin í Írlandi. Hann er við Liffeyá við Írlandshav. Víkingar grundaðu býin í 9. øld.

Írland er limur í ES, OECD og ST.

Írskir forsætismálaráðharrar (írskt: Taoiseach, fl. Taoisigh)

Fyrisitingarlig landaøki (amt og kommunur)

[rætta | rætta wikitekst]

Upprunaliga var Írland býtt í 26 amt (counties), og hesi mynda framvegis tær mentanarligu og ítróttarligu eindirnar eins og postnumrini. Men fyrisitingarliga uppbýitið er í dag 29 eindir, County Dublin varð í 1990’unum býtt í trý og Tipperary í tvey í 1890’unum. Aftrat hesum koma 5 býir (cities), teir eru Dublin , Cork , Limerick, Galway og Waterford . Haraftrat koma fimm býarkommunur nevndar 'boroughs' (sama orð sum norrønt ‘borgir’), tær eru Clonmel, Drogheda, Kilkenny, Sligo og Wexford, ið hava ávíst sjálvstýri innanfyri kommunumark. Hóast Kilkenny verður roknað sum ein ‘borough’ hevur býurin lógligan rætt sum ‘city’.

Átrúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Írska grundlógin sigur at staturin má ikki umboða nakra ávísa trúgv, og hon tryggjar trúðarfrælsi fyri øll. Umleið 86,8% av fólkinum eru rómverskir katolikkar; og sambært úrslit av kanningum, so eru írar tey ídnastu at ganga regluglia til messu (mass) í kirkju hvønn sunnudag í vesturheiminum. Men somu kanningarúrslit vísa eisini eina stóra minking í kirkjugond í landinum, seinastu 30 árini. Millum 1996 og 2001 minkaði kirkjugongdin frá 60% til 48%, (áðrenn 1973 var kirkjugongdin omanfyri 90%) , og fleiri katólskir lærustovnar eru stongdir.

Næststørsta kristna samkoman er anglikanska ‘Church of Ireland’ ið eftir áhaldandi minking í limatali ígjøgnum alla 20’du øld, nú aftur hevur upplivað eina framgongd. Eins og aðrar smærri kristnar samkomur so sum brøðrasamkoman (Presbyterian) og metodistakirkjan. Millum 2002 og 2006 vaks talið av muslimum í Írlandi við 69% og islam er nú triðstørsta og skjótast vaksandi trúgvin í írlandi. Eisini hevur lítla jødiska samfelagið og nýggjara hinduistiska samfelagið upplivað ein vøkstur seinastu árini.

Størstu halgimenni Írlands eru Sankta Pátrik (Saint Patrick), Saint Bridget og Saint Columba. Men Saint Patrick er tann einasti av hesum ið regluliga verður roknaður sum Høvuðshalgimenni. Pátriksmessa (Saint Patrick's Day) 17 mars verður hildin í Írlandi og uttanlands sum írskur tjóðardagur, við skrúðgongum og øðrum tiltøkum.

Sambært ein kanning frá 2006 vóru tað 186.318 fólk (4,4%) ið søgdu seg onga trúgv hava, men í hesum tølum eru bæði ikki-trúgvandi og fólk ið rokna seg sum ‘spirituel’ og heiðin (ikki-kristin) íroknaði. Aftrat hesum komu 1.515 fólk ið roknaðu seg sum agnostikarar og 929 ið lýstu seg beinleiðis sum ateistar. Samlað verður talið á ikki-trúgvandi fólkum sostatt 4,5% av fólkinum. Onnur 70.322 svaraðu ikki fyri um tey høvdu trúgv ella ikki.

Trúgv og politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Upprunaliga grundlógin í írlandi frá 1937 gav katólsku kirkjuni eina ‘serstøðu’ sum kirkja meirilutans, men viðurkendi aðrar kristnar rørslur og jødadóm. Sum í øðrum katólskum londum hevur Írland upplivað eina áhaldandi sekularisering ígjøgnum 20’du øld. Í 1972 var lógin ið nevndi átrúnarligu bólkarnar, katólsku kirkjuna íroknaða, strikað úr grundlógini.

Útbúgving og politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Hóast átrúnarligar skipanir reka nógvar av skúlunum í Írlandi, fer ein framhaldandi sekularisering fram í írska fólkinum, serliga hjá unga ættarliðnum. Í katólsku skúlunum kunnu foreldur biða um at børn teirra verða frítikin fyri átrúnarliga frálæru, og sama frálæra snýr seg í dag, um átrúnað sum heild, heldur enn um eina ávísa trúgv. Átrúnarligir skúlar ið fáa almennan stuðul hava ikki loyvi til at diskriminera næmingar vegna teirra trúgv, ella væntandi trúgv. Men ein avmarkandi skipan fyri upptøku, har næmingar hvørs virði samtvinnar við skúlans virði, verða upptiknir áðrenn aðrir næmingar finst tó.

Í Írlandi finnast øki har írskt (gæliskt) framvegis verður tosað. Hesi øki verða kallað Gaeltachtai.

Írland er kent fyri sín ríka fólkatónleik, ein kendur bólkur er The Dubliners.

Landfrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Veðurlagið í Írlandi er lýtt og slavið, og tí er lendið nógvastaðni arbeitt og græsgrønt. Landbúnaður er enn høvuðsvinna; men eisini í Írlandi eru mong fólk – helst ungfólk – flutt av bygd til býirnar. Náttúrutilfeingið er ikki nógv, og áðrenn ídnaðurin og ferðavinnan tóku dik á seg, var Ìrland eitt av fátækastu londunum í Vesturevropa.

Cliffs Of Moher

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið