Írskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Írskt (mál))
Írskt
Gaeilge
An Ghaeilge
Tosað í: Lýðveldið Írland Írlandi
Stóra Bretland Stóra Bretlandi (Norðurírlandi)
Kanada Kanada (New Foundlandi).
Tosandi íalt: 2.000.000 (2011)
Írlandi 1.770.000 herav
91.000 ræðið (flótandi)
Norðurírlandi 200.000
Kanada 2.000
USA: 30.000
Málætt: Indo-evropeiskt

  keltiskt
    oyggja-keltiskt
     goideliskt
      írskt.

Málkotur
ISO 639-1: ga
ISO 639-2: gle
ISO 639-3: gle

.

Írskt (Gaeilge ella An Ghaeilge, Enskt: Irish) er eitt Goideliskt (Gæliskt) mál nærskyldt við Skotskt gæliskt og Manskt, sum tosað er í Írlandi. Írskt verður framvegis tosað í smáum enklavum, serliga í Connacht, har vesturi í Írlandi. Økini har írskt framvegis verður tosað verða nevnd Gaeltachtaí (eint. Gaeltacht), og fólkini verða nevnd Gaeilgeoirí (orðarætt "eldhugað írskmælt fólk").

Írskt mál er, saman við eingilskum, alment mál í Írlandi, og tvungin lærugrein í øllum almennum fólkaskúlum í Írsku Republikkini.

Prosentvísa útbreiðslan av teimum ið siga seg duga írskt mál, sambært eini fólkateljing í 2011

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Írskt mál er fyrst skjalaprógvað við Ogham áskriftum frá fjóðru øld e.Kr., og verður hetta málið kallað frumírskt. Hesar áskriftir eru funnar kring alt Írland og á vesturstrondini av Stórabretlandi. Frumírskt broytist til fornírskt gjøgnum 5. øld. Fornírskt nýtti frá 6. øld latínska stavraðið, og upptók eisini nógv latínsk orð, serliga orð ið høvdu við kirkjumálið at gera. Í 10. øld hevði fornírskt útviklað seg til miðírskt, ið varð tosað í Írlandi, Skotlandi og á oynni Mann. Frá 12. øld fór miðírskt í teimum trimum londunum at broytast til tey lokalu málini, írskt, skotskt gæliskt og manskt.

Írskmælt fólk uppá øki í 1871

Írskt Skriftmál[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Írskt skriftmál

Tað írska skriftmálið gongur aftur til klassikst írskt, frá tíðarskeiðnum 1100-1600. Hóast ein skriftmálsbroyting (reformur) kom í seinna helmingi av 1940'unum, sum viðførdi eina nútímansgerðing av skriftmálinum, so byggir tað framvegis (eins og føroyskt) á upprunafrøði, tvs. tað er framvegis stórur munur á talumáli og skriftmáli, eins og í føroyskum.

Málføri[rætta | rætta wikitekst]

Írskt hevur í dag tríggjar høvuðsdialektir (málføri) hvørs geografiska útbreiðsla stórt sæð fylgir teim trimum landslutunum; Munster, Connacht og Ulster. Dialektin í tí fjórða landslutinum, Leinster, doyði út í 20. Øld, men bandupptøkur vórðu gjørdar av henni í árunum 1928 og 1931. Seinasti persónur ið tosaði Leinsterdialekt doyði í 1960.

Gaeltacht[rætta | rætta wikitekst]

Írsktmæltu økini Gaeltacht (An Ghaeltacht) í dag finnast í:

  • Galway (Contae na Gaillimhe), harímillum Connemara (Conamara), Aran oyggjarnar (Oileáin Árann), Carraroe (An Cheathrú Rua) og Spiddal (An Spidéal);
  • á vesturstrondini av Donegal (Contae Dhún na nGall); í økinum sum verður rópt Tyrconnell (Tír Chonaill);
  • á Dingle hálvoynni (Corca Dhuibhne) og Iveragh hálvoynni (Uibh Rathach) í Kerry (Contae Chiarraí).

Smærri øki finnast eisini í Mayo (Contae Mhaigh Eo), Meath (Contae na Mí), Waterford (Contae Phort Láirge), og Cork (Contae Chorcaí).
Gweedore (Gaoth Dobhair) í County Donegal er størsta Gaeltacht sóknin í Írlandi.

Gaeltacht, írsk-mæltu økini í Írlandi í dag


Tvímælt skelti á Írskum og Enskum


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið