Estiskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Estiskt er eitt finskt-ugriskt mál, sum umleið 1,1 millión fólk tosa, serliga í Estlandi. Eins og finskt hoyrir estiskt til tann eystrasaltfinska undirbólkin. Tað estiska málføri, ið verður tosað í Suðurestlandi, er rættiliga ymiskt frá tí standardiseraða estiska málinum, og verður til tíðir roknað sum eitt sjálvstøðugt mál.

Estiskt er almenna málið í Estlandi og móðurmál fyri umleið 950 000 fólk har, ið er umleið tríggir fjórðingar av fólkatalinum.

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]



Flag of Europe.svg
Mál í Evropeiska Samveldinum
Flag of Europe.svg
Bulgarskt | Danskt | Enskt | Estiskt | Finskt | Franskt | Grikskt | Írskt | Italskt | Kroatiskt | Kekkiskt | Lettiskt | Litaviskt | Maltiskt | Niðurlendskt | Pólskt | Portugisiskt | Rumenskt | Slovakiskt | Slovenskt | Spanskt | Svenskt | Týskt | Ungarskt
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið