Jump to content

Írskt skriftmál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Síðan miðju 20'du øld, hevur írskt nýtt latínskar bókstavir (cló Rómhánach). Áðrenn hetta vórðu írskir bókstavir (cló Gaelach) nýttir.

Upprunaliga írska stavraðið (cló Gaelach)

Írska stavraðið (An Aibítir) hevur 18 bókstavir:

a, b, c, d, e, f, g, h, i, l, m, n, o, p, r, s, t, u

Long sjálvljóð fáa ein skákbrodd (fada) uppiyvir á é í ó ú. Hinir latínsku stavirnir j k q v w x y z verða nýttir í fremmandum lániorðum. Bókstavurin c hevur altíð sama virði sum k í norðurlendskum, sostatt verður enska "circus clown" skrivað "clown sorcais" (rættari "fear [grinn] sorcais") á írskum.

Írskt, eins og hini gælisku málini, er eyðkent fyri at hava framljóðar ljóðskifti (initial consonant mutation) og palatisering (framgómamæli).

Ein vælumtókt siðvenja var at navngeva bókstavunum eftir trøum (træ-nøvnum). Hetta sigst stava frá gomlu írsku Ogham bókstavunum, men nú veit man, at bert nakrir av hesum gomlu stavunum høvdu nøvn eftir trøum. Nýmótans latínsku stavirnir hava allir írsk nøvn, men av tí at flestu næmingar sum læra írskt í dag hava enskt sum móðurmál, er vanligt at brúka ensku bókstavaheitini, eisini tá man talar um írskt mál.


Bókstavur Ljóð Navn Søguligt navn
A, a a a ailm (hvít aðalgrann)
Á, á å
(langt a)
a-fada
B, b b be beith (bjørk)
C, c k ce coll (hesli)
D, d d de dair (eik),
E, e e e edad/eabhadh (øsp/poppil)
É, é ey (langt-e) e-fada
F, f f eff fern/fearn (elri)
G, g g ge gath/gort (viðbendil)
H, h h hess uath (tyrnirunnur)
I, i i i idad/iodhadh (taksviður)
Í, í langt i i-fada
L, l l ell luis (roynitræ)
M, m m emm muin (víntræ)
N, n n enn nin/nion (askviður)
O, o o o onn (tornblað)
Ó, ó ó
(langt o)
o-fada
P, p p pe peith (grønur elri)
R, r r err ruis (hyllirunnur/ylliniviður)
S, s s ess sail (pílur)
T, t t te tinne/teithne (jólaviður/kristtyrnir)
U, u u u úr (heiðalyngur)
Ú, ú ú
(langt u)
u-fada
 
Sambundnir bókstavir Framburður (ikki palatiseraður) Framburður (palatiseraður)
bh w v’
bhf w v’
bp b b’
ch χ ç
dh ɣ j
dt d d’
fh - (stumt) - (stumt)
gh ɣ ɣ’
ll l ~ lˠ
mh w v’
mb m m’
ng ŋ ŋ’
ph f f
sh h h
th h h

 

Tvíljóð Framburður
ea a
io i
ui i
ae ey
ao i
eo ó
ia ia
ua ua