Marokko
| |||
Tjóðarslagorð: Allāh, al Waţan, al Malik (arabiskt: Gud, Land, Kongur) | |||
Tjóðsangur: Hymne Chérifien | |||
Alment mál | Arábiskt | ||
Høvuðsstaður | Rabat | ||
Kongur Forsætisráðharri |
Mohammed VI (ⵎⵓⵃⵎⵎⴷ ⵡⵉⵙⵙ ⵚⴹⵉⵚ, محمد السادس) | ||
Løgmaður | Aziz Akhannouch (ⵄⴰⵣⵉⵣ ⴰⵅⵏⵓⵛ, عزيز أخنوش) | ||
Fullveldi | 2. mars 1956 (frá Fraklandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
446.550 km² Lítið og einki | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
32.950.000 72/km² | ||
Gjaldoyra | Marokkanskar dirham (MAD) | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ma | ||
Telefonkota | +212
| ||
Marokko (arabiskt: المغرب; berbaramál (tamazight): ⵜⴰⴳⵍⴷⵉⵜ ⵏ ⵍⵎⵖⵔⵉⴱ) er í Útnyrðingsafrika. Landið hevur landamørk til Vestursahara og Algeria. Strandarlinjan er til Atlantshavið fyri vestan og Miðjarðarhavið fyri norðan.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Berberfólkið var upprunafólkið í Útnyrðingsafrika. Berberfólkið tók við muslimskari trúgv, tá ið arábar løgdu Norðurafrika undir seg í 7. øld. Summi berberfólk vóru flakkfólk, summi vóru bøndur. Í Marokko byrjaði ein bólkur av ógvuliga gudsrøknum berberum heilagt kríggj at umvenda grannatjóðir sínar til gudrøknar muslimar. Teir bygdu sær høvuðsstað í Marrakech, sum gjørdist av størstu býum í Norðurafrika. Langar og breiðar gøtur við sølubúðum, ella basarum, sum teir nevndu tað, vórðu til í Marrakech, tí at handilsmenn komu hagar við vøru úr øllum almoravitaríkinum. Gøturnar í býnum uddu í handilsmonnum og trælum teirra, gøtuseljarum, tænarum, biddarum og handverkarum. Herovastin hjá berberum Abu Bakr stóð á odda fyri einum heri av viðhaldsmonnum, kallaðir almoravitar, ið fór suðureftir og gjørdi innrás í Gana. Í 1076 tóku teir høvuðsstaðin Kumbi.
Systinabarn Bakrs Yusuf ibn Tasjfin vaks um Almoravitaveldið og legði alt Norðurafrika undir seg og helt síðan leiðina fram til Spania, har hann vann sigur á kristnum herdeildum, sum hóttu sponsku muslimarnar. Í 1100 var alt tað muslimska Spania lagt afturat Almoravitaríkinum. Almoravitaríkið í Norðurafrika og Suðurspania stóð ikki leingi. Í 1120-árunum kyknaði ein onnur átrúnaðarlig berberrørsla, almohatar, í Marokko. Teir løgdu almoravitarnar í Spania undir at liva í marglæti. Oddamaður teirra Ibn Tumart savnaði teir í sterkan her. Við Abd al-Mumin kaliffi á odda tóku teir Marrakech frá almoravitum í 1147, og seinni løgdu teir undir seg Marokko og muslimska partin í Spania. Í 1163 hevði Abd al-Mumin fingið valdið yvir meginpartinum Norðurafrika eystur at Libya. Almohatar ráddu í Spania í eini 60 ár, men í 1212 máttu teir lúta fyri Alfonso 8. í bardagnum við Las Navas de Tolosa.
Spania hevði síðan 16. øld havt tvær støðir á strondini við Miðjarðarhav. Tær vóru grundin til, at partur í Marokko gjørdist spanskt varðland í 1912; eftir tað tóku spaniamenn seg inn í Riffjøll fyri sunnan. Har fingu teir mótstøðu frá berbum, sum búðu í Rif. Við Mohammed Abd-el-Krim á odda vunnu berbar á einari spanskari herdeild við Anual í 1921, og teir tóku tveir havnabýir, so at teir kunda útvega sær vápn og aðra hernaðarútgerð. Ikki fyrr enn berbar lupu á franska varðlandið í Marokko, eydnaðist fronskum og sponskum herdeildum í felag at vinna á teimum í 1925.
Til 1956 var Marokko franskt hjáland, og hevur hetta við sær, at nógvir marokkanarar duga franskt.
Marokkanskur tjóðardagur er 2. mars, til minnis um loysingina frá Fraklandi.
Í 1976 hersetti Marokko tveir triðingar av Vestursahara, og Móritania hersetti tann seinasta triðingin. Tá Móritania tók seg aftur í 1979, hersetti Marokko alt Vestursahara. Í spanska borgarakrígnum hersetti Franco Marokko.
Fólk og mál
[rætta | rætta wikitekst]Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Fólkið er samansett av arabarum og berbarum.
Mál
[rætta | rætta wikitekst]Umframt almenna málið arabiskt duga nógvir marokkanar franskt, hetta er ein leivd frá hjálandatíðini.
Berbarnir tosa málið berber, ið ikki líkist arabiskum.
Landalæra
[rætta | rætta wikitekst]- Jaðari: 2.017 km
- Landamørk: Algeria 1.559 km
- Strandarlinja: 1.835 km
- Hæddarmunir: Lægst: Sebkha Tah -55 m, Hægst: Jebel Toubkal 4.165 m
- Náttúrutilfeingi: fiskur, salt, jarn, zink
Býir
[rætta | rætta wikitekst]Av kendum býum kunnu nevnast
Jarðarbýti
[rætta | rætta wikitekst]- Dyrkað jørð: 21%
- Verðandi avgrøðir: 1%
- Verðandi grasgangir: 47%
- Skógur og skógarstrekki: 20%
- Annað: 11% (1993)
- Dyrkað land: 12.580 km² (1993)
Lógloysi
[rætta | rætta wikitekst]Danska Louisa Vesterager Jespersen og norska Maren Uelande vórðu mánadagin 17. des. 2018 funnar dripnar í tjaldi teirra í einum væl umtóktum ferðafólkaøki nærhendis bygdini Imlil í Atlasfjøllunum. Gerningsmenninir skulu hava tætt samband við IS yvirgangsfelagsskapin. Kvinnurnar vóru á vallaraferð um jólini, og vóru farnar til gongu uttan ferðaleiðara. Drápsmenninir filmaðu illgerðina.[1]
Landslutir
[rætta | rætta wikitekst]16 landslutir eru í Marokko:
- Chaouia-Ouardigha
- Doukkala-Abda
- Fès-Boulemane
- Gharb-Chrarda-Béni Hssen
- Grand Casablanca
- Guelmim-Es Semara
- Laâyoune-Boujdour-Sakia El Hamra
- Marrakech-Tensift-El Haouz
- Meknès-Tafilalet
- Oriental
- Oued Ed-Dahab-Lagouira
- Rabat-Salé-Zemmour-Zaer
- Souss-Massa-Draâ
- Tadla-Azilal
- Tangier-Tétouan
- Taza-Al Hoceima-Taounate