Jump to content

Rabat (Marokko)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Rabat (býur))
Rabat, Marokko
Skjøldur Kort
Land: Marokko
Vídd: 117 km²
Íbúgvar (2014): 577.827
Tíðarzona: UTC+1
Heimasíða:

Rabat (arabiskt: الرِّبَاط al-ribāṭ; berberiskt: ⴰⵕⴱⴰⵟ Aṛṛbaṭ) er høvuðsstaðurin og sjeyndstørsti býur í Marokko.

Býurin liggur við Atlantshav í útnyrðingspartinum av landinum, á staðnum, har áin Bou Regregs rennur út í havið.

Fólkatalið í 2014 var á leið 580 túsund. Tað vóru tó íalt fleiri enn 1,2 mió fólk, íroknað forstaðin Salé og aðrir forstaðir. Flogvøllurin Rabat-Salé Airport liggur í ein landnyrðing norðan úr miðbýnum, hinumegin ánna í forstaðinum Salé.

Í býnum Rabat er eisini høvuðssætið hjá økinum í Útnyrðingsmarokko sum kallast Rabat Salé Kenitra. Tað er eitt av teimum 12 fyrisitingarligu økjunum í Marokko.

Rabat varð grundlagdur sum hernaðarstøð í 12. øld.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 34°1′31″N 6°50′10″W / 34.02528°N 6.83611°W / 34.02528; -6.83611