Connecticut
Connecticut | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Land: | USA |
Alment mál: | einki (enskt de facto) |
Høvuðsstaður: | Hartford |
Størsti býur: | Bridgeport |
Innlimað: | 9. januar 1788 |
Guvernørur: | Ned Lamont (D) |
Vídd: | 14,357 km² |
Íbúgvar (2010): | 3 574 097 |
fyri km²: | 249/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.ct.gov |
Connecticut (enskt: State of Connecticut) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingspartinum av Sambandsríkinum Amerika. Her búgva umleið 3,5 mió. fólk. Connecticut er eitt av minstu stakríkunum í USA og tað næstminsta í Nýonglandi. Einans Rhode Island er minni. Høvuðsstaðurin í Connecticut kallast Hartford og størsti býurin er Bridgeport. Eyknevni er Stjórnarskipansstaturin (enskt: Constitution State).
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Umleið 1640 komu fyrstu niðursetufólkini til landslutin Connecticut. Hetta vóru fólk, sum vóru flutt úr Bretlandi til USA fyri at finna eitt stað, har tey kundu stovnseta og byggja upp eitt reint kristið samfelag. Í 1788 bleiv Connecticut lutstatur í USA. Í dag búgva 3,4 mió. fólk í Connecticut og átrúnaðarliga myndin er sera sprøklut. Connecticut er eisini eitt av ríkastu stakríkum í USA.[1]
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Connecticut er eitt lítið stakríki á eysturstrondini í Ný Onglandi við Atlantshav. Tað hevur mark við Massachusetts í norðri, við Rhode Island í eystri, og við New York í vestri. Í suðri liggur Atlantshavið. Connecticut er eitt av minstu londunum í USA, men har búgva umleið 3,5 mió. fólk. Montana er til dømis meiri enn 10 ferðir so stór sum Connecticut, men har búgva færri fólk (uml. 1 mió.). Fólkatættleikin á 285/km2 er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tann stóra áin Connecticutá sker stakríkið í tvíningar. Størsta vatnið í Connecticut er í Litchfield- og Fairfield County. Tað verður nevnt Candlewood Lake. Størsti havnabýur er Bridgeport á eysturstrondini við Atlantshav. Hartford er høvuðsstaður og aðrir stórir býir eru New Haven, Stamford, Waterbury, Norwalk, Danbury, New Britain, Greenwich og Bristol. Samlaða støddin er 14,357 km2. Víddin er næstan tann sama sum hjá Montenegro (13,812 km2). Mount Frissell er hægsta fjall í statinum - 725 m.
Størstu býir
[rætta | rætta wikitekst]Teir 10 størstu býirnir í Connecticut eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:
- Bridgeport - 144 900
- New Haven - 130 418
- Stamford - 129 775
- Hartford - 122 587
- Waterbury - 108 093
- Norwalk - 89 047
- Danbury - 84 730
- New Britain - 72 453
- Bristol - 60 032
- Meriden - 59 540
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Hægsta punktið (725 m) í Connecticut er á suðursíðuni á fjallinum Mount Frissell, sum liggur í útnyrðingshorni av stakríkinum.
-
Vatnið Lake Mcdonough, sum liggur í ein útnyrðing av høvuðsstaðinum Hartford.
-
Tinghúsið í Hartford, Connecticut.
-
Áin Connecticut
-
Kirkjan í Woodstock
-
Havnabýurin Bridgeport er størsti býur í Connecticut.
-
New Haven er næststørsti býur.
-
Matarhøllin hjá Yale Law School í New Haven.
-
Viti í New Haven
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða, ct.gov
- Connecticut á kortinum
- Connecticut, wikivoyage.org (enskt)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ US slips down development index, bbc.co.uk, 22. juli 2008