Bosnia og Hersegovina
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: "Državna himna Bosne i Hercegovine" / "Државна химна Босне и Херцеговине" | |||
Alment mál | Bosniskt, Kroatiskt, Serbiskt | ||
Høvuðsstaður | Sarajevo | ||
Forseti | Denis Bećirović | ||
Forsætisráðharri | Borjana Krišto | ||
Fullveldi | 1. mars 1992 (frá Jugoslavia) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
51,197 km² 0.02 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
3 791 622 74.0/km² | ||
Gjaldoyra | Mark (BAM) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ba | ||
Telefonkota | +387
| ||
Bosnia og Hersegovina (bosniskt og kroatiskt: Bosna i Hercegovina, serbiskt: Босна и Херцеговина) er land í Landsynningsevropa. Í øldir hava ymisk fólkasløg búð her, t.d. muslimskir bosniar, katólskir kroatar, ortodoksir serbar og jødar. Tá ið londini tóku sjálvstýri, elvdi stríð ímillum fólkasløgini til blóðugt borgarakríggj. Friðarsamráðingar í Dayton í Ohio fingu partarnar at leggja vápnini síðst í 1995.
Fyri borgarakríggið var høvuðsstaðurin, Sarajevo, nýmótans stórbýur, men tá ið kríggið brast á, víggirdu serbar seg í fjøllunum uttan um býin og bumbaðu hann í trý ár, og mong fólk doyðu. Tey, sum vórðu eftir í býnum, toldu nógv hesi árini, og trot var á øllum neyðsynjarvørum. Tá ið serbar tóku seg inn í Bosnia, gjørdu teir tað, ið verður kallað fólkareinsan. Endamálið varð at rudda økið fyri muslimar og kroatar, hóast teir og serbar høvdu búð síð um síð so leingi, nakar visti. Tíggjutúsundtals fólk, ið ikki vóru serbar, vórðu myrd. Upp aftur fleiri flýddu av landinum. Mangir bosniskir muslimar búgva nú sum flóttafólk í m.ø. Týsklandi og Noregi.
Bosnia og Hersegovina er eitt land, ið hevur trý almenn mál, kroatiskt, serbiskt og bosniskt. Høvuðsstaðurin, Sarajevo, var vertur fyri Olympisku vetrarleikunum í 1984.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Bosnia og Hersegovina er formliga undir leiðslu av ST, har ein ST-útnevndur sendimaður hevur høvuðsyvirlit yvir landinum, og kann koyra politisku leiðsluna í landinum frá. Hetta er skipað gjøgnum sokallaðu Dayton-avtaluna, ið varð undirskrivað í 1995. Á valinum í 2014 til ting landsins verða tríggir forsetar valdir, ein fyri hvørt av størstu fólkasløgunum. Forsetarnir eru valdir í fýra ár, men sita í átta mánaðir, so verður skift til næsta forseta. Í fýra ára skeiðnum situr hvør forseti tvær ferðir átta mánaðir. Landið er býtt í tvey sjálvstýrandi økir, lýðveldi Srpska (Republika Srpska) og lýðveldi Bosnia-Hersegovina. Harafturat kemur Brcko-økið, ið liggur undir hinum báðum men sum formliga er sjálvstýrandi. Tjóðartingið er sett saman av 42 fólkavaldum frá sjálvstýrandi økjunum. 28 tinglimir koma úr Bosnia og Hersegovina og 14 úr Republika Srpska. Samansetingin av stjórn og politisku leiðsluni í ymsu pørtunum av landinum er sera fløkt. Tá ein roknar øll uppí, so hevur landið 14 forsætisráðharrar og 200 ráðharrastovur.[1]
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Jugoslaviakríggið
[rætta | rætta wikitekst]Í juni 1991 tóku Kroatia og Slovenia loysing frá samveldinum Jugoslavia. Í 1992 gjørdi Bosnia-Hersegovina tað sama. Eftir fáum mánaðum varð Jugoslavia syndrað sundur í fleiri sjálvstøðug ríki, har Serbia varð sterkasta landið, og blóðugasta kríggj í Evropa eftir Annan heimsbardaga brast á. Allir partar framdu grov krígsbrotverk, hóast altjóða royndir vórðu gjørdar at fáa partararnar at binda frið. Mong tjóðveldið skipaðu fyri tí, sum varð kallað tjóðskaparlig rensan og róku fólk, ið høvdu annan uppruna, frá húsum og heimi. Serbar bumbaðu, kringsettu og skutu inn í høvuðsstaðin í Bosnia-Hersegovina, Sarajevo, í trý ár. Kríggið í Bosnia-Hersegovina endaði í november í 1995 við friðartinginum, sum USA stóð fyrsi. Bosniska, serbiska og kroatiska tingið skrivaðu undir endaliga friðarsáttmálan í París, og Bosnia-Hersegovina skuldi gerast eitt sameint land, hóast tríggjar tjóðir - serbar, bosniar og kroatar - búgva har. Umsíðir varð friður aftur eftir bardagar í fýra ár. Kríggið kostaði fleiri enn 200 000 mannalív. Tað fer enn at vera ár at grøða tey sár, kríggið voldi.
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ portal.fo - Í Bosnia velja tey tríggjar forsetar í dag, skrivað hevur Jógvan Hugo Gardar 12. oktober 2014