Belgia
| |||
Tjóðarslagorð: Eendracht maakt macht L’union fait la force Einigkeit macht stark | |||
Tjóðsangur: De Brabançonne La Brabançonne Das Lied von Brabant | |||
Alment mál | niðurlendskt, Franskt, týskt | ||
Høvuðsstaður | Brussel | ||
Kongur | Filip | ||
Forsætisráðharri | Alexander De Croo | ||
Fullveldi | 1830 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
30 528 km² 6,20 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
11 035 948 362/km² | ||
Gjaldoyra | evra | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .be | ||
Telefonkota | +32
| ||
Belgia (niðurlendskt: België, franskt: Belgique, týskt: Belgien) er eitt land í Evropa. Høvuðsstaður er Brussel, og landið hevur umleið 11 milliónir íbúgvar. Mót norðri hevur Belgia mark við Niðurlond, í eystri við Týskland og Luksemburg, í surðri við Frakland og móti vestri er Norðsjógvurin, strandarlinjan er bert 65 km. Trý mál verða talað í Belgia. Sunnanfyri, við franska markið, talar fólkið franskt. Norðanfyri Brússel er málið flamskt, ið er nær skylt við niðurlendskt. Eystast í landinum er almenna málið týskt. Í Brússel talar mesta fólkið franskt, men mong tala eisini flamskt. Belgia var fyrst undir sponskum og so undir eysturríkskum ræði. Í 1815 varð landið sameint við Niðurlond. Í 1830 gjørdu belgiamenn uppreistur og tóku loysing, og Belgia gjørdist sjálvstøðugt kongsdømi.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Belgia gjørdist sjálvstøðugt land í 1830, tá tað loysti frá Niðurlondum. Landamørkini, ið nú eru, vórðu sett í 1919.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Belgia var við til at seta ES á stovn, og høvuðssæti hjá ES er í Brussel. NATO hevur eisini sítt høvuðssæti í Belgia.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Flamskir og franskir matsiðir hava ávirkað belgiska matgerð. Súpan er vælumtókt, og mangir landslutir hava sínar egnu uppskriftir. Ein serrættur er skeldýr og kips, sum bæði fæst á dýrum matstovum og úr smáum matsølubúðum á gøtunum.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Meuseá skilur landið í tvíningar. Fyri norðan er fláur, fruktagóður slætti heilt út at strondini. Í landsynningspartinum eru Ardennufjøll; har er jørðin kørg, og garðarnir eru spjaddir.
Landslutir
[rætta | rætta wikitekst]Vlaanderen (Flandre, Flandern)
Landslutur | Niðurlendskt heiti | Franskt heiti | Vídd í km2 | Fólkatal | Høvuðsbýur |
---|---|---|---|---|---|
Antwerpen | Antwerpen | Anvers | 2 867 | 1 700 000 | Antwerpen |
Limburg | Limburg | Limbourg | 2 422 | 826 000 | Hasselt |
Oost-Vlaanderen | Oost-Vlaanderen | Flandre-Orientale | 2 982 | 1 400 000 | Gent |
Vlaams-Brabant | Vlaams-Brabant | Brabant flamand | 2 106 | 1 000 000 | Leuven |
West-Vlaanderen | West-Vlaanderen | Flandre-Occidentale | 3 125 | 1 100 000 | Brugge |
Wallonie (Wallonië, Wallonien)
Landslutur | Franskt heiti | Niðurlendskt heiti | Vídd í km2 | Fólkatal | Høvuðsbýur |
---|---|---|---|---|---|
Hainaut | Hainaut | Henegouwen | 3 786 | 1 300 000 | Mons |
Liège | Liège | Luik | 3 862 | 1 000 000 | Liège |
Lúxemborg | Luxembourg | Luxemburg | 4 443 | 264 000 | Arlon |
Namur | Namur | Namen | 3 666 | 472 000 | Namur |
Brabant-Wallon | Brabant-Wallon | Waals-Brabant | 1 093 | 373 000 | Wavre |
Býir
[rætta | rætta wikitekst]Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Longu í 16. øld tók stórur klædnaídnaður seg upp uttan um býir sum til dømis Brúgge, ið er kendur fyri síni knipplingamynstur. Í mong ár hevur tungídnaður, serliga kolavinna og stálídnaður, verið týdningarmikil vinnuvegur, men hann er nú um at hvørva. Í staðin er komin annar ídnaður, til dømis evnafrøðiídnaður og ravmagnsídnaður. Tænastuvinnan, t.d. bankavirksemi og fyrisiting, er so nógv vaksin, at har starvast tveir triðingar av belgisku verkafjøldini.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]