Bárður á Steig Nielsen
Bárður á Steig Nielsen (føddur 16. apríl 1972 í Vestmanna) er vinnulívsmaður og politikari fyri Sambandsflokkin. Síðan 24. oktober 2015 hevur hann verið formaður Sambandsfloksins. Hann var Føroya løgmaður frá 2019 til 2022.
| Bárður á Steig Nielsen | |
|---|---|
| Føroya Løgmaður | |
| Í embæti 16 September 2019 – 22 December 2022 | |
| Monarkur | Margrethe II |
| Varamaður | Jørgen Niclasen |
| Undanmaður | Aksel V. Johannesen |
| Eftirmaður | Aksel V. Johannesen |
| Formaður í Sambandsflokkurin | |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 24 Oktober 2015 | |
| Undanmaður | Kaj Leo Holm Johannesen |
| Fíggjarmálaráðharri | |
| Í embæti 3 Februar 2004 – 9 Mai 2007 | |
| Undanmaður | Karsten Hansen |
| Eftirmaður | Magni Laksáfoss |
| Uttanríkis- og fiskivinnumálaráðharri | |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 13 Apríl 2026 | |
| Undanmaður | Sirið Stenberg |
| Løgtingslimur | |
| Í embæti 30 apríl 2002 – 9 mai 2007 | |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 29 October 2011 | |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | Bárður á Steig Nielsen apríl 16, 1972 Vestmanna, Føroyar |
| Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 2002, tá hann kom inn á ting fyri Sambandsflokkin, valdur í Norðurstreymoyar valdømi. Hann var afturvaldur í løgtingsetuna 2004-2008, og var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2004 til 2007, tá hann fór frá, tí hann gjørdist stjóri fyri einari stórari verkætlan sum nevndist Stóratjørn. Orsakað av alheimsfíggjarkreppuni ið gjørdist veruleiki árið eftir, bleiv verkætlanin tó ikki til nakað. Hann stillaði ikki upp til løgtingsvalið 2008, men stillaði upp og var afturvaldur við løgtingsvalið 2011. Stutt eftir løgtingsvalið í 2015 gjørdist hann formaður í Sambandsflokkinum, eftir at Kaj Leo Holm Johannesen hevði lagt frá sær. Eftir løgtingsvalið í 2019 skipaðu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin samgongu, og Bárður á Steig Nielsen gjørdist løgmaður. Í november 2022 medaði Miðflokkurin seg úr samgonguni, og nýval varð skrivað út. Hann varð afturvaldur við 1.351 persónligum atkvøðum. Á løgtingsvalinum í 2026 varð hann afturvaldur við 1.476 persónligum atkvøðum og varð útnevndur landstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, í stjórnini hjá Beini Johannesen.
Bárður Nielsen var grannskoðari hjá P/F Rasmussen og Weihe 1993-2000 og var roknskaparleiðari hjá Kollafjord Pelagic frá 2001. Hann hevur útbúgving sum HD fyrsta part, og hevur tikið nøkur merkonomfak.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 324. (PDF Archived 2014-01-04 at the Wayback Machine)
- Tingmenn í stavrøð - Bárður Nielsen[deyð leinkja]
- "Løgtingið - "Bárður á Steig Nielsen"". 2013-07-01. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-01. http://archive.today/cOfzJ.