Skrásett parlag
Skrásett parlag er parlag millum tvey vaksin menniskju. Parlagið verður skrásett fyri at tryggja arv og fíggjarlig viðurskifti í einum parlagi og kann í summum londum nýtast av bæði hetero- og homopørum. Til dømis er hettar galdandi í Grønlandi, Bretlandi, Íslandi, Finnlandi, Svøríki, Noregi og Danmark. Í USA er tað ymiskt frá ríki til ríki. Føroyar eru einasta landið í Norðurlondum, sum enn ikki hevur samtykt lóg um skrásett parlag [1].
Danmark verður í 1989 fyrsta landið í heiminum, ið innførur skrásett parlag fyri fólk av sama kyni. Axel og Eigil Axgil verða tí fyrstu giftu samkyndu fólkini í heiminum [2]. Lógin um skrátsett parlag verður ikki sett í gildi í Føroyum, men fleiri samkyndir føroyingar hava hinvegin valt at gifta og búseta seg í Danmark og øðrum londum, har lógin er galdandi.
7. juni 2012 samtykti Fólkatingið eina nýggja lóg, ið gevur heimild til at samkynd pør kuunu giftast á sama hátt sum hinskynd. Lógin kom í gildi 15. juni sama árið. Harvið gjørdist hjúnabandið kynsóheft, men skrásett parløg ið eru skrásett áðrenn hjúnabandslógin frá 2012 kom í gildi, halda fram við at vera galdandi og kunnu eisini broytast til hjúnaband.[3]
Í Føroyum kunnu samkynd hvørki fáa skrásett parlag ella giftast. Í november 2015 varð uppskot tagt fyri Løgtingið um at seta hjúnabandslógina í gildi fyri Føroyar. Lógin kemur til aðru viðgerð í mars 2016.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Hvørki skrásett paralag ella kynsleyst hjúnarlag er galdandi í Føroyum.
Skrásett parlag
[rætta | rætta wikitekst]Listi yvir lond
Evropa
[rætta | rætta wikitekst]- Írland
- Luksemburg
- Týskland
- Kekkia
- Ungarn
- Slovenia
- Kroatia
- Sveis
- Eysturríki
- Liktinstein
- Andorra
- Noreg (hjúnaband)
- Danmark (hjúnaband)
- Svøríki (hjúnaband)
- Finnland (hjúnaband)
- Niðurlond (hjúnaband)
- Belgia (hjúnaband)
- Ísland (hjúnaband)
- Spania (hjúnaband)
- Portugal (hjúnaband)
- Frakland (hjúnaband)
- Stóra Bretland (hjúnaband)
Norðuramerika
[rætta | rætta wikitekst]- Kanada (hjúnaband)
- Meksiko
- Meksikobýur (hjúnaband)
- USA
- New Jersey
- Hawaii
- Nevada
- Colorado
- Illinois
- Wisconsin
- Delaware (hjúnaband)
- Kalifornia (hjúnaband)
- Oregon (hjúnaband)
- Minnesota (hjúnaband)
- Rhode Island (hjúnaband)
- Maine (hjúnaband)
- Iowa (hjúnaband)
- New York (hjúnaband)
- Maryland (hjúnaband)
- New Hampshire (hjúnaband)
- Vermont (hjúnaband)
- Washington DC (hjúnaband)
- Connecticut (hjúnaband)
- Massachusetts (hjúnaband)
- District of Columbia (hjúnaband)
Suðuramerika
[rætta | rætta wikitekst]- Brasil (hjúnaband)
- Uruguei (hjúnaband)
- Kolombia
- Ekvador
- Falklandsoyggjar
- Franska Gujana (hjúnaband)
- Galapagos
- Argentina (hjúnaband)
Afrika
[rætta | rætta wikitekst]- Réunion
- Suðurafrika (hjúnaband)