Meksikobýur
Appearance
| Meksikobýur | |
|---|---|
| Skjøldur | Flagg |
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Vídd: | 1499,03 km² |
| Íbúgvar (2020): | 9 209 944 |
| fyri km²: | 5818/km² |
| Heimasíða: | |
| Kort | |
Meksikobýur (Ciudad de México) er høvuðsstaður í Meksiko. Hesin býur er heilt inni í landinum, og hann er 2.310 m yvir havinum. Meksikobýur er millum teir størstu býirnar í verðini. Hildið verður, at har búgva fleiri enn 21 milliónir fólk í øllum Meksikobýi í 2014, sum fevnir um næstan 8000 km2. [1] Býurin var eisini høvuðsstaður hjá astekum, og tá stóð á oyggjum úti í einum stórum vatni- nú er vatnið fyri tað mesta uppturkað. Býurin er vaksin óføra skjótt, og við sínum 8,8 mill. er hann ein av størstu býum á jørðini. Tað eru nógv ídnaðarvirki í býnum, og nógv ferðafólk vitjar hagar á hvørjum ári. [2]
Søga
[rætta | rætta wikitekst]- 19. september 1985 legði harður jarðskjálvti býarpartar í Meksikobýi í oyði.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða: df.gob.mx Archived 2002-08-08 at the Library of Congress Web Archives
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-01-06. https://web.archive.org/web/20140106103422/http://worldpopulationreview.com/world-cities/mexico-city-population/.
- ↑ https://snl.no/Ciudad_de_M%C3%A9xico
