Jump to content

Litava

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Lithuania)
Lietuvos Respublika
Flagg Litava
(Flagg Litava)
Skjaldarmerki Litava
(Skjaldarmerki Litava)
Tjóðarslagorð: "Tautos jėga vienybėje"
Tjóðsangur: "Tautiška Giesmė"
Alment mál Litaviskt
Høvuðsstaður Vilnius
Forseti Gitanas Nausėda
Forsætisráðharri Ingrida Šimonytė
Fullveldi 1990
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
65 300 km²
1,35 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
2 944 459
46/km²
Gjaldoyra euro
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .lt
Telefonkota +370
Vilnius.

Litava (Litaviskt: Lietuva) er lýðveldi í Miðevropa. Litava hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Lettland í norðri, Pólland í vestri, og Hvítarussland. Litava mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Litava skilur seg á mangan hátt frá hinum báðum Baltalondunum. Meginparturin av fólkinum er litavar; í Estlandi og Lettlandi er rættiliga stórur partur av fólkinum tilfluttir russarar. Mesta fólkið býr eisini inni í landinum - har høvuðsstaðurin, Vilnius, eisini er - og ikki við strendurnar. Triðja, sum víkur frá, er fruktagóða jørðin. Litava var fyrsta landið í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sum tók loysing, og síðan hevur Litava leita vestureftir. Litava er limur í bæði NATO, ES og ST. Litava gekk soleiðis á odda fyri at koma burturúr Sovjetsamveldinum, og tað kostaði eisini eitt hart stríð við stjórnina í Moskva, sum eisini royndi at brúka vald at steðga loysingarroyndini.

Litava er eitt land í vøkstri og við nógvum møguleikum, og landið hevur ment seg til at hava ein opnan marknaðarbúskap. Litava hevði ætlað at gerast partur av evra-samstarvinum í ES í 2007, men orsaka av ov høgari inflatión, sleppur Litava ikki við enn [1].

Landbúnaðurin hevur stóran týdning fyri litavska búskapin.

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Ávisingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://www.nytimes.com/2006/05/08/business/worldbusiness/08iht-entry.html?_r=0