Litava
| |||
Tjóðarslagorð: "Tautos jėga vienybėje" | |||
Tjóðsangur: "Tautiška Giesmė" | |||
Alment mál | Litaviskt | ||
Høvuðsstaður | Vilnius | ||
Forseti | Gitanas Nausėda | ||
Forsætisráðharri | Ingrida Šimonytė | ||
Fullveldi | 1990 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
65 300 km² 1,35 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
2 944 459 46/km² | ||
Gjaldoyra | euro | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .lt | ||
Telefonkota | +370
| ||
Litava (Litaviskt: Lietuva) er lýðveldi í Miðevropa. Litava hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Lettland í norðri, Pólland í vestri, og Hvítarussland. Litava mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Litava skilur seg á mangan hátt frá hinum báðum Baltalondunum. Meginparturin av fólkinum er litavar; í Estlandi og Lettlandi er rættiliga stórur partur av fólkinum tilfluttir russarar. Mesta fólkið býr eisini inni í landinum - har høvuðsstaðurin, Vilnius, eisini er - og ikki við strendurnar. Triðja, sum víkur frá, er fruktagóða jørðin. Litava var fyrsta landið í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sum tók loysing, og síðan hevur Litava leita vestureftir. Litava er limur í bæði NATO, ES og ST. Litava gekk soleiðis á odda fyri at koma burturúr Sovjetsamveldinum, og tað kostaði eisini eitt hart stríð við stjórnina í Moskva, sum eisini royndi at brúka vald at steðga loysingarroyndini.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Litava er eitt land í vøkstri og við nógvum møguleikum, og landið hevur ment seg til at hava ein opnan marknaðarbúskap. Litava hevði ætlað at gerast partur av evra-samstarvinum í ES í 2007, men orsaka av ov høgari inflatión, sleppur Litava ikki við enn [1].
Landbúnaðurin hevur stóran týdning fyri litavska búskapin.
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenn heimasíða Archived 2007-04-26 at the Wayback Machine